mánadagur 3. september 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
varð kirkjan fjald aftanfyri
eina
timburgirðing,
og
Katja fortaldi okkum, at
hon upplivdi ikki at síggja
kirkjuna, fyrr enn í 1991,
tá ið Sovjetsamveldið datt
sundur. Vetrarborgin er ein
stórfingin, ovurmikil bygn
ingur. Sagt verður, at í borg
ini eru 1.786 hurðar, 1.945
vindeygu, 1.500 rúm og 117
trappur. Umboðshølini eru
hvørt prýðiligari enn ann
að, prýdd við reinum gulli.
Vesturevropeisk
og
russ
isk myndlist er savnað í
stórum tali í teimum ovur
honds prýðuligu salunum.
Ein vanligur túrur við leið
vísara er um tjúgu kilo
metrar – á somu hædd bara.
Fjallgongumenn eru í minni
luta í Havnarkórinum, so tey
flestu vóru fegin um, at túr
urin var eftir sløttum. Vitjan
in í Nikolayevsky dvorets,
var nakað heilt annað. Væl
sessað við veitsluborð og
aftaná undirhald við russisk
um tónleiki, sangi og dansi.
Konsert og russiskur
blíðskapur
Kórið hevði eina konsert í
St. Pætursborg, og tað var
í St. Catharina kirkjuni.
Ljóðviðurskiftini har eru
stórfingin,
við
drúgvum
eftirklangi, og tí ein avbjóð
ing hjá bæði kórleiðarum og
kóri. Vit høvdu væntað, at
fløkja fór at koma í kórsatsir
nar. Men so var ikki. Ólavur
og Leif megnaðu at stjórna
kórinum so frágerða væl, at
áhoyrararnir, um hundrað í
tali, vóru bergtiknir. Ein úr
kórinum, ið hevði mist mál
ið av krími, og tí sat millum
áhoyrarnar, var so bergtikin,
at hon “..kendi ikki kórið
aftur...”. Tað var positivt
meint, legði hon dýran við.
Eisini Katja var kenslu
nomin, serliga tá ið síðsti
sangurin, ’Føroyar mín móð
ir’, varð sungin.
Matur
og
drekka
í
veitslulag er undirstøðiligur
partur av mentanini hjá
øllum
tjóðum.
Líkamikið
hvar í heiminum tú kemur
í vertskap, er sannroyndin
tann sama: vit verða sameind
í vinarlag og í besta samljóði.
Dagarnir í St. Pætursborg
eru ógloymandi upplivingar
eisini í so máta, serliga Katju
fyri at takka.
Kórstevnan í Helsinki
Føroyingar hava altíð ferðast
sjóvegis, tó meiri sjáldan nú
loftsamband er við útheimin.
Men hugurin til sjógvin fekk
kórið at velja ferjusambandið
millum St. Pætursborg og
Helsinki. Ferðin tók 13 tímar
við ferjuni ‘Princess Maria’, ið
er 30.000 BRT og sjósett í 1981.
Eitt vælrøkt, íheimligt skip
og eitt fullkomið sjóborið
umhvørvi fyri túrin úr St.
Pætursborg til Helsinki. Har
føroyingar savnast verður
sungið. Kórið sveik ikki sið
venjuna á hesum sinni held
ur, og varð mangt lagið sung
ið afturi á hekkuni á 7. dekki.
Í sól og stilli, til sól til viðar
fór.
Helsinki,
høvuðsstaður
Finnlands,
dagaði
undan
flatlendinum
í
Uusimaa
við
Finnlandsvíkina
fyri
sunnan. Svenski kongurin,
Gustav I, grundaði staðin í
1550. Skiftandi viðurskifti
undir svenskum og russisk
um yvirvaldi hava merkt
býin bæði politisk, mentan
arliga og vinnuliga. Tilknýt
ið til Russlands man vera líka
so tætt sum til hini Norður
londini.
Kórstevnan
var
sam
stundis sum árliga ‘Helsinki
Festival’, sum millum annað
umfatar ‘The Night of Art’.
’International
Council
of Societies of Industrial
Design’ hevur kosið Helsinki
til ’World Design Capital for
2012’. Kórstevnan varð hildin
í
tí
víðagitnu
Finlandia
Høllini, Finlandia Talo, eitt
byggilistarligt meistaraverk,
sum tann víðagitni finski
arkitekturin
Alvar
Aalto,
teknaði.
Finlandiahøllin
er vakur bygningur, sum
er sermerktur av tí mini
malistisku, finsku sniðgev
ingini. Høllin varð tikin
í nýtslu 2.desember 1971.
Grannabygningurin er tann
glæsiliga Sibelius Musikk
høllin, sum millum annað
hýsir
symfoniorkestrum,
musikkskúla og konsertsali.
Ovast á brekkuni omanfyri
stendur finski parlaments
bygningurin.
Kórstevnan var frá 22.-
25. august. Hon varð skipað
í ‘Open singing sessions’,
har kórleiðararnir vandu
samlaðu kórini við sangum,
teir høvdu valt til galla
konsertina.
Havnar-kórið
hevði valt ‘Eg vil mínum
Harra prísa’ til hetta høvið.
Hugtakandi var at hoyra,
hvussu væl tað ljóðaði, tá ið
tey meira enn 500 kórfólkini
høvdu lært hvønn einstak
an sang. Umframt ‘Open
Singing
Sessions’
vóru
ymiskar
workshops,
har
hvør sær kundi vera við eftir
áhuga.
Fimtan av teimum 27
kórunum, sum vóru á stevnu,
fingu høvi til at framføra
sínu egnu, almennu kórskrá
á tveimum konsertum. Í
Finlandiahøllini sang Havn
arkórið sjey føroysk løg, og
endaði við einum úrdrátti
við føroyskum dansispølum
og kvæðum.
Seinna
konsertin
hjá
Havnarkórinum var í Hel
sinki Katedralinum. Dóm
kirkjan er ivaleyst gitnasti
bygningur og symbol fyri
býin. Hátíðardámurin var
ásýniligur í tí mektiga kirkju
rúminum.
Framúrskarandi ljómurin
í kirkjuni bar fram eitt
klangmikið
samljóð
við
kórið. Tað hoyrdist á fagn
aðinum frá teimum mongu
áhoyrarunum.
Næstsein
asta lagið var finski sangurin
‘Kesäilta’. Fuglafjarðarprestur,
Anne
Mette
Klemensen,
hevði solorøddina. Eftir fagn
aðinum at døma, vóru bæði
sangvalið
og
framførslan
sera væl umtókt, og ein
finni helt fyri, at ongantíð
hevði hann hoyrt ‘Kesäilta’so
vakurt framførdan. Kanska
var fagnaðurin ikki minni
kensluborin av, at fremmant
kór við heimstaði í ókendum
oyggjalandi í Norðuratlants
havi, hevði tikið sangin til sín.
Leygardagin
fyrrapart
var kórfólkið alt savnað
á
dómkirkjutrappuni,
ið
gongur niðan frá torginum
millum
ríkisstjórnarbygn
ingarnar, at syngja nakrar av
sangunum, sum vórðu vand
ir á ‘Open Singing. Einki at
ivast í, at tað í sjálvum sær
er ein uppliving at hoyra
slíkt risakór, men hjá kór
sangaranum var heldur tor
ført at finna samklang í rið
linum. Fyri at bøta um henda
meinboga sungu fleiri kór
hvørt sær fyri áhoyrarunum
á torginum aftaná kon
sertina. Teirra millum Havn
arkórið.
Ein óvæntað gleði var
Havnarkórinum
fyri.
Á
veitslukonsertini
síðsta
stevnudagin vórðu fimm kór
biðin um at syngja eitt lag
úr síni konsertskrá. Eitt av
kórunum var Havnarkórið.
Stevnustjórin, Kari Turunen,
presenteraði
Havnarkórið
sum tað, honum hevði dámt
best at hoyra, og hann hevði
kosið ‘Tá teir sóu landið’ sum
okkara besta lag. Sjálvandi
fegnaðist kórið um heiður
in, hóast talan ikki var um
kapping av nøkrum slag,
men um at miðsavnað leik
fólk, ið hava tað til felags,
at tey gleðast um at syngja
í kóri.