Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast vit ikki hoyra so nógv um elbilar her hjá okkum í løtuni, eru elbilarnir í stórari menning í grannalondum okkara, eins og nógvar av bilverksmiðjunum hava bæði el- og hybridbilar í síni vøruskrá. Johan Mortensen í Havn, sum var limur í elbilabólkinum hjá Sev og stillar upp til komandi býráðsval, sigur, at um hann kemur í býráðið, fer hann at arbeiða fyri, at vit fáa ein grønan høvuðsstað, og elbilar skulu fáa góðar umstøður í kommununi. Hann ætlar sær m.a. at arbeiða fyri at løðistandarar eru við flest øll parkeringøki og ókeypis parkering til elbilar, eins og verður gjørt í nógvum býum í okkara grannalondum. Tað er eisini av stórum týdningi at elbilar framvegis vera avgjaldsfríir, eins og teir eru í dag. Tá allar vindmyllurnar eru settar upp Neshaga í eysturoy og í Húsahaga oman fyri Havnina og Sev kann goyma streym frá hesum myllum, verða elbilarnir veruliga eitt grønt alternativ til dagsins bilpark. Eisini at Sev fær eitt battarí til at goyma streymin frá vindmyllunum. Tá hetta arbeiðið verður liðugt, verður orkan frá Sev munandi grønari, enn hon er í dag. So hann vónar, at Sev fær allan stuðul til sínar grønu útbyggingar. Elbilabólkinum hjá Sev varð settur á stovn fyri at kveikja og menna áhugan fyri elbilum her á landi. -Elbilabólkurin er ikki longur virkin. Vit mettu, at hann hevði rokkið málsetningin við at kunna og kveikja og menna áhugan fyri elbilum her á landi, og eru vit sera væl nøgdir við undirtøkuna hann fekk, sigur Johan Mortensen, sum gleðist yvir at síggja elbilarnar, sum Nærverkið keypti frá Sev, koyra í høvuðsstaðnum. Hetta er bert byrjanin. Grønur høvuðs­ staður Tá allar vindmyllurnar eru settar upp Neshaga og Húsahaga og Sev kann goyma streym frá hesum myllum, verða elbilarnir veruliga eitt grønt alternativ til dagsins bilpark, sigur Johan Mortensen, sum var limur í elbilabólkinum hjá Sev Vinnuhúsið skrivar í morg­ un, at MSC góð­kenn­ingin hevur við sær, at før­oyski gulllaksurin kann mark­ nað­ar­førast á teimum mark­nað­unum, sum krevja MSC-góðkenning, eitt nú hjá fleiri handilsketum í Stóra Bretland umframt onnur ES-lond. MSC-góð­ken­n­ingin víðkar sostatt um møgu­ leikarnar at mark­nað­ar­føra før­oysku gull­laksa­fram­ leiðslu­na. Tað er ein samlað føroysk gull­laksa­vinna, sum saman við Havstovuni hevur stað­ ið fyri fyrireikingunum av føroysku umsóknini, ið MSC nú hevur góðkent. Framman­undan er fiski­ skap­urin eftir toski og hýsu í Barentshavinum og silda­ fiska­skapurin MSC-góð­ kend­u­r. Bæði í Føroyum og í grannalondunum verð­ur tað ásannað, at tað er al­ samt truplari at markn­ að­ar­føra fisk, sum ikki er MSC-góðkendur. Tí velja al­samt fleiri fyritøkur at søkja um góðkenning eft­ ir MSC-standardinum, um fiskiskapurin lýkur treyt­ir­ nar. Í løtuni eru tilsamans 179 fiskiskapir MSC-góðkendir, og 108 fiskiskapir fyrireika um­sókn um góðkenning. Til­samans er uml. 8% av saml­aðu veiðuni í heiminum MSC-góðkend. Marnar Pattinson og Durita í Grótinum fingu frá umboðnum fyri Marine Stewardship Council, Gisli Gislasyni, handað MSC-góðkenningina av gullaksafiskiskapinum Gulllaksa­fiski­skap­ urin MSC-góðkendur FISKIVINNA Hósdagin í farnu viku fekk føroyski fiskiskapurin eftir gullaksi handað MSC-góðkenning á samkomu í Kaffihúsinum í Vágsbotni. Hetta er fyrsti fiskiskapurin, sum burturav er umsitin av føroyskum myndugleikum, ið hevur fingið hesa góðkenning Mikudagin 5. september klokk­an 19.00 verður á fyrsta sinni skipað fyri foreldrakvøldi á Før­oya Handilsskúla á Kambs­dali. Tiltakið er serliga ætlað foreldrum at fyrsta­árs­næm­ in­g­um, men onnur áhugað eru eisini vælkomin. Endamálið við tiltakinum er at kunna um, hvussu arbeitt verður á skúlanum, hvør­jar lærugreinar eru, hvørj­ir munir eru á at ganga í fólka­skúla og á mið­náms­ skúla v. m. Við kunningini fáa foreldrini størri innlit í, hvussu arbeitt verður á skúla­num og kunnu harvið sjálvi í størri mun stuðla næm­ing­unum og eggja teim­ um til. Á skránni fyri kvøld­i­ð verður kunning um læru­ grein­ar, har lær­ar­ar­nir greiða frá. Lestrarvegleiðingin kun­ n­ar um út­búgv­ing­arnar á skúla­num. »Gamlir« næm­ ing­ar vitja og greiða frá tíð­ini á skúlanum og hvør­ja lívsleið teir hava valt sær. Eisini verður hugni við fram­førsl­ um og ein drekka­munn­ur við onkrum góðum afturvið. Foreldrakvøld á Føroya Handilsskúla á Kambsdali Fyrsta hálvár 2012 útflutti før­oyska alivinnan 27.819 tons av laksi. Hetta er 34% hægri samanborið við sama tíðar­skeið seinasta ár. Tað skrivar Vinnuhúsið í morg­ un. Laksaprísirnir vóru ser­ stak­liga høgir fyrra hálvár 2011, og hetta sæst aftur á hag­tølu­num fyri 2012. Sjálvt um nøgdin av laksi, ið varð út­flutt­ur fyrra hálvár í ár, var 34% hægri enn sama tíðar­ skeið seinasta ár, so er virðið 2% lægri ella 849 milliónir. kr. Alivinnan sendir nú fyri 36% av føroyska vøruút­flut­ n­ings­virðinum, og laksur er tí enn Føroya størsta út­flutn­ ings­vøra. Alivinnan útflutti yv­ir 146 mió. kr. av laksi til USA, ið enn er størsti út­flutn­ings­ marknaðurin fyri før­oyskan laks. Útflutningurin til Kina, Russ­land, Bretland og Svøríki vaks nógv fyrra hálvár 2012. Útflutningurin av laksi vaksin 34 prosent