mánadagur 3. september 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tað hevur ikki eydnast Jóan
Símuni Edmundsson at finna
eitt nýtt felag. Jóan Símun hevur
ikki megnað at vunnið sær pláss
á besta liðnum, men í Viking
trúgva teir framvegis upp á
toftamannin, men heta at hann
skal menna seg nakað áðrenn
hann er klárur til 1.liðsfótbólt.
Tí hevur Jóan Símun fingið
loyvi at finna sær eitt felag fyri
restina av kappingarárinum.
Hetta er eftir ynski frá føroyska
landsliðsframherjanum, men ta
hevur ikki eydnast at funnið eitt
nýtt felag enn. Tað ljóðar, at tað
hevur verið áhugi úr næstbestu
deildini í Noreg og úr Danmark.
Flytingarvindeygað í Danmark
letur aftur í dag.
Jóan Símun er við føroyska
landsliðnum, sum skal spæla
móti Týsklandi í Hannover 7.
septembur.
Jóan Símun
enn í Viking
Finnur Justinussen fekk debut á
landsliðnum í Ísland, men hann
er ikki við hesaferð. Meðan hinir
landsliðsleikararnir
samlast
í Føroyum undan ferðini til
Týskland,
so
skulu
Finnur
Justinussen og Jønkøping Sødra
spæla í næstbestu deildini í
Svøríki.
Mótstøðan er Varbergs BoIS
FC, sum liggur á tíggjunda
plássi í Superettan. Jønkøping
Sødra hevur somuleiðis 25 stig
á níggjunda plássi, men hevur
eina betri málúrtøku.
Finnur og Jønkøping
spæla í kvøld
René Shaki Joensen var ikki í
hópinum, tá Brøndby um viku
skiftið spældi málleysan javnleik
móti FC Nordsjælland. Brøndby
hevur styrkt seg við verjuleik
arunum Martin Albrechtsen.
Hetta hevur helst skumpað René
Shaki Joensen út um hópin fyri
fyrst. Eisini er Jan Kristiansen
fluttur aftur í verjuna.
Flytingarvindeygað í Dan
mark letur aftur í dag og Ekstra
blaðið veit at siga, at serliga
Brøndby og OB leita eftir styrki.
Ongin René í
Brøndby javnleiki
Pætur Albinus
Fleiri ungir føroyingar luttóku
um vikuskiftið í DM fyri ungdóm
í Hvidovre. Eftir góð avrik kann
hópurin erpa sær av fimm heiðurs
merkjum, har tað eina var gull.
Gullmerkið vann Øssur Debes
Eiriksfoss í trístøkk í aldursbólk
inum U22. Í triðju og seinastu
royndini leyp Øssur 13,84 metrar, og
tá ið eingir kappingarneytar vóru
nær við hesa longdina, kann hann
nú kalla seg danmarksmeistara.
Rói Holgarsson, sum er Føroya
kvikasti maður, vann bronsu á 100
metrum hjá U22 við tíðini 11,43. Í
innleiðandi umfarinum hevði hann
tíðina 11,37, og eftirsum báðar tíðir
nar vóru betri enn 11,48, hevur hann
nú eisini megnað kravtíðina til
oyggjaleikirnar á Bermuda næsta
summar.
Rói Holgarsson var eisini kvikur
á 200m og vann silvur við tíðini
22,33.
Hallur Simonsen vann bronsu í
U17-aldursbólkinum í klingruvarpi.
Hann tveitti klingruna 40,40m.
Fimta heiðursmerki hjá føroy
ingunum vann Hanus Bergsson í
spjótkasti. Hann kastaði út um 57
metrar í innleiðandi umfarinum og
hóast hann kastaði nakað styttri
í finaluni, 54,33 metrar, so endaði
hann á einum triðja plássi og vann
bronsu.
Fleiri aðrir føroyingar hava
eisini luttikið, og fingu nakrir
teirra somuleiðis góð úrslit. Eitt
nú gjørdust Trygvi Laksafoss og
Tórur Mortensen nr. 4 í teirra aldur
sbólkum í trístøkki. Trygvi leyp
12,63 metrar og Tórur Mortensen
11,26 metrar. Hetta eru bæði tvey
persónlig met.
Flytingarvindeygað
í
Bretlandi
lat aftur fríggjakvøldið klokkan
23.00, men hóast Gunnar Nielsen
ikki hevur funnið sær eitt nýtt
felag, so hevur tað ongan skund.
Sáttmálin hjá Gunnari gongur út
aftaná septembur og tí er hann tað,
sum verður rópt »free agent«. Tá er
møguleiki fyri at skriva sáttmála við
feløg sjálvt um flytingarvindeygað
er latið aftur.
trondur@sosialurin.fo
Gunnar ongan skund
Øssur er danmarksmeistari
Frælsur ítróttur Øssur Debes Eiriksfoss kann nú kalla seg
danmarksmeistara í trístøkk í aldursbólkinum U22. Føroyingar
hava fingið fleiri góð úrslit og heiðursmerki í DM í Hvidovre
Wrexham vann um vikuskiftið
2-0 á Newport Co AFC í fimtbestu
deildini
í
Onglandi.
Adrian
Cieslewicz legði Wrexham á
odda aftaná 22 minuttir. Adrian
bleiv skiftur út eitt korter fyri tíð.
Stutt seinni kom 2-0 málið, sum
avgjørdi dystin.
Wrexham hevur 11 stig eftir
seks umfør og liggur á sjeynda
plássi. Tað eru fýra stig upp til
fyrsta plássið. Wrexham flutti í
fjør niður úr League Two.
trondur@sosialurin.fo
Adrian Cieslewicz
skoraði í sigri
Savnsmynd