mánadagur 3. september 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 22. umfar
Trondur Arge – Klaksvík
Dysturin í Klaksvík í gjár var eisini
ein dystur millum javnaldarnar og
U21 landsliðsframherjarnar, Páll
Klettskarð og Klæmint Olsen. Teir
stríðast saman við ÍF leikaranum,
Clayton Soares, um at gerast
toppskjútti í Effo-deildini. Páll
Klettskarð og Clayton Soares hava
skotið 16 mál í part, meðan Klæmint
Olsen við málinum í gjár er komin
upp á 14 mál.
Klæmint Olsen leggur NSÍ á
odda í Klaksvík tá eitt stórt korter
er eftir av dystinum. Jann Martin
Mortensen tekur ímóti langari
sending inn í KÍ brotsteiginum.
Vongurin steðgar á og bíðar til júst
røttu løtu at spæla Klæmint Olsen
leysan, sum kann leggja gestirnar
á odda.
– Klæmint er ein málrevur. Hann
er sterkur, málfarligur og hevur
altíð verið kendur fyri at skjóta
mál, sigur Páll Klettskarð um kapp
ingarneytan, Klæmint Olsen.
NSÍ hevði fram til málið verið
samanlagt leikliga omaná og gestir
nir sóu út sum eitt lið, ið kundi fara
avstað við øllum stigunum.
Páll vendir dystinum
Fótbóltur er eitt løgið spæl. Fyrst
spæla liðini í næstan 75 minuttir
uttan at nakað mál kemur. Men
aftaná at NSÍ hevur lagt seg á odda,
ganga bara tríggir minuttir, so er
aftur mál.
Innskifti Bárður J. Heinesen
leggur bóltin fyri føturnar á Pálli
Klettskarð, sum velur at smekka til
uttanfyri brotsteigin.
– Eg hevði onkrar støður í fyrra
hálvleiki har eg kundi havt skotið,
men gjørdi tað ikki. So hugsaði eg
bara at smekka til hesaferð, greiður
Páll Klettskarð frá.
Tað var ein góð loysn, tí bóltin
fór tað longu lei í handari stong og
í málið til javnleik 1-1.
– Páll er væl fyri teknist. Hann
er ikki av skjótastu monnum, men
hevur gott yvirbikk og altíð yvir
skot til at taka tær røttu avgerðir
nar, sigur Klæmint Olsen um Páll
Klettskarð.
Tað gingu bara tríggir minuttir
aftrat, so var Páll Klettskarð aftur
á rætta stað. Hjalgrím Elttør breyt
ígjøgnum í vinstru síðu. Hann
endaði á baklinjuni og lyfti bóltin
innfyri til Páll Klettskarð, sum stút
aði bóltin í málið.
– Tað seinna málið er betri enn
tað fyrra og kensla, tá mann hevur
vend einum dysti móti endanum
er fantastisk, sigur Páll Klettskarð,
sum við málinum er komin upp á
16 mál í ár.
Páll um Klæmint
– og umvent
Páll Klettskarð og Klæmint Olsen
eru javngamlir og hava millum
annað verið í álopinum saman á
U21 landsliðnum. Teir byrjaðu báðir
inni í javnleikinum móti Danmark.
Tí kennast málrevarnir væl
hvønn annan og teir hava bar góð
orð at bera hvørjum øðrum.
– Klæmint er ein fittur fýrur.
Hann er avslappaður og róligur,
men tá hann traðkar inn á vøllin,
so traðkar hann eisini í karakter.
Hann er ein leiðari og hann hevur
longu roynt at verið liðskipari hjá
NSÍ, sigur Páll Klettskarð um NSÍ
framherjan.
– Páll er fittur og blíður og altíð í
góðum lag, men hann hatar at tapa.
Hann er eitt kappingarmenniskja,
tað er hann, sigur Klæmint Olsen
um tvífalda málskjúttan.
Báðir vilja helst vinna og koma
so langt upp á stiga talvuna sum
gjørligt, men teir hava eisini eyguni
eftir toppskoraralistanum.
– Eg eri heilt har uppi á listanum,
so sjálvandi hugsi eg um tað og vil
gjarna fáa gullskógvin, men tað
snýr seg fyrst og fremt um liðið
og at vinna dystir, sigur Klæmint
Olsen um at gerast toppskjútti í
føroyskum fótbólti, sigur Klæmint
Olsen.
Páll Klettskarð liggur ovast á
málskjúttarlistanum saman við
Clayton Soares við 16 málum. Báðir
skoraðu tvey mál í dag.
– Tað stuttligt at liggja ovat á
listanum og tað ger kappingina tað
stuttligari hjá mær persónliga. Eg
hugsi sjálvandi eitt sindur um tað
og fari eftir at gerast toppskjútti,
sigur Páll Klettskarð.
Kári ikki glaður
Páll Guðlaugsson, venjari hjá KÍ,
ásannaði at hansara menn høvdu
hepni á sínari síðu, og rósti annars
Kára Reynheim og NSÍ fyri teirra
góða kappingarár higartil.
Kári Reynheim var hinvegin í
ringum lag og metti at NSÍ skuldi
havt vunnið dystin.
– Eg havi ikki verið so irriteraður
síðani eg byrjaði í NSÌ, sum í dag,
segði Kári Reynheim eftir dystin.
Bæði Páll Guðlaugsson og Kári
Reynheim kunnu verða væl nøgdir
við samlaða avrikið hetta kapping
arárið.
trondur@sosialurin.fo
Klettskarð vann
toppskorarastríðið
Fótbóltur Páll Andrasson Klettskarð og Klæmint Andrasson Olsen stríðast í toppinum av
toppskoraralistanum. Umframt millumnavnið, so hava teir nógv annað til felags
Páll Andrasson Klettskarð:
• Álop
• 22 ár
• Spælt við KÍ og Víkingi
• 1716 minuttir á vøllinum í ár
• 16 mál
• Skorar eitt mál per 107
minuttir á vøllinum
• Hevur skorað 36% av málunum
hjá KÍ í Effodeildini 2012
Klæmint Andrasson Olsen:
• Álop
• 22 ár
• Bara spælt við NSÍ
• 1925 minuttir á vøllinum í ár
• 14 mál
• Skorar eitt mál per 137
minuttir á vøllinum
• Hevur skorað 42% av málunum
hjá NSÍ í Effodeildini 2012
Myndir: Álvur Haraldsen