Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 22. umfar Rólant Waag Dam Teir brúktu umleið eitt korter í part, aldursforsetarnir á liðunum báðum. 34 ára gamli Fróði Benjaminsen byrjaði ballið við Margáir, legði HB á odda við fínum skoti í 8. minutti og stað­festi ynskibyrjanina hjá havnar­monnum eftir eitt korter, tá hann um­setti brotsspark til mál. HB og serliga Fróði Benjaminsen vóru á øllum hesa løtuna. Seinasta korterið var tað hitt liðið og ein annar leikari, sum setti dagsskránna. 38 ára gamla verju­ kempan, sum ikki hevur spælt fót­ bólt seinasta mánaðin, varð settur á vøllin í 78. minutti, tá støðan var 1-2 til HB. 16 minuttir seinni, tá vanliga leiktíðin og teir fýra min­uttirnir, Rói Jacobsen hevði lagt aftrat, vóru av, var støðan 3-2 EB/Streym. Tá hevði Egil á Bø vent og vunnið dystin fyri EB/Streym. Sinnaðir at satsa Talan var um ein fantastiska spenn­ andi og undirhaldandi dyst, sum bæði liðini vildu vinna. Hvørki av lið­unum kundi brúka javnleik til nakað sum helst, og venjararnir báðir vístu dirvi og tordu at satsa. Ikki minst Heðin Askham, sum tá stórt korter restaði av dystinum, og EB/Streymur var aftanfyri 1-2, gjørdi av at flyta Sorin Anghel úr miðverjuni og fram í álopið. Hetta fyri at skapa meiri tyngd. Fáar min­uttir seinni tveitti Askham so trumfin á borðið, og setti Egil á Bø á vøllin og fram í álopið. Sum venjarin hjá EB/Streymi so beinrakið segði við Útvarpið hjá Kringvarpinum eftir dystin, so kundi tað vera líkamikið, um teir taptu við einum ella fleiri málum. Tí handlaði hann sum hann gjørdi – og tað gav trý stig stig. HB betri byrjan Fyrsta hálva tíman var annars akkurát einki, sum bendi á, at EB/ Streymur skuldi vinna dystin. Tvørt­ur í móti byrjaði HB sum eitt óløgi. Liðið tóktist væl skipað og til dyst­in fús, har Fróði Benjaminsen og Símun Samuelsen vístu vegin. So at siga øll álopini hjá HB komu gjøgnum teirra vinstru síðu, har Jonhard Frederiksberg hevði stór­ar trupulleikar av vælupplagda suður­ oyinginum. Fróði og Símun vóru eisini menn­inir aftanfyri bæði málini. Fyrst fekk Símun bóltin í vinstru, og staddur skamt frá baklinjuni sá hann Fróða Benjaminsen koma stun­andi. Komin nakað inn um brots­teigar­markið lat Símun honum bóltin, og liðformaðurin kvitt­eraði við einum turrum og tryggum skoti. 0-1! Sjey minuttir seinni var HB-lið­ formaðurin aftur á blettinum. Ein langur bóltur var sendur fram í móti Símuni í vinstru. Hesin gjørdi sum hann skuldi, fekk fatur á bólt­ inum og royndi at koma framvið Jonhardi, sum fekk bóltin á hend­ urnar – brotsspark og 0-2! HB sat á øllum hesa løtuna. Hans Pauli Samuelsen hevði eitt skot, sum fór beint framvið málinum við dystarbyrjan, og Arnbjørn Hansen royndi at tveita seg fram í eitt frí­ sparksinnlegg uttan at hepni var við honum. Tað var tað, EB/Streym­ ur hevði at bjóða uppá. Hinvegin hevði Christian Restorff Mouritsen eitt vandamikið skot úti frá, umframt at René Tórgarð eisini vardi sera væl fyri nask­ari frísparksroynd frá Hallur Hansson. Men EB/Streymi so líkt, so fingu teir eitt mál burtur úr ongum. Seks minuttir fyri steðgin vinna teir innkast í høgru. Tey, sum hava fylgt EB/Streymi í ár vita, at sunda­ lags­menn hava fingið fleiri mál úr støðum sum hesum, har annað­ hvørt Gert Hansen ella Pætur Dam Jacobsen tveitir eitt langt innkast, sum Sorin Anghel síðani leingir við høvdinum. Ymiskt hevur verið, hvør hevur fingið bóltin í netið, men hesaferð var tað vongverjin úr Kollafirði, Gert, sum hegnisliga mink­aði um munin. Eitt avgerandi mál, sum EB/ Streymur kundi byggja víðari á í seinna hálvleiki. Vekk av FÓTBÓLTUR HB hevði alt, men endaði við ongum. Tað er beiski veruleikin hjá havnarmonnum, sum nú endaliga eru avsettir í oddastríðnum, samstundis sum sundalagsmenn staðfestu sínar styrkir Hetta er ótrúliga deiligt. Og hetta er tí, at eg hangi í enn, tí eg eri ikki heilt ungur longur Egil á Bø Hesar uppgávur bíða Fimm dystir eru eftir at leika av ársins Effodeild. Í trimum av hesum fimm dystum møta EB/Streymur og ÍF neyvt somu mótstøðu 23 12.09.12 B36 - EB/Streymur 12.09.12 Víkingur - ÍF 24 16.09.12 EB/Streymur - KÍ 16.09.12 ÍF - NSÍ 25 23.09.12 B68 - ÍF 23.09.12 Víkingur - EB/Streymur 26 30.09.12 FC Suðuroy - ÍF 30.09.12 B68 - EB/Streymur 27 06.10.12 EB/Streymur - NSÍ 06.10.12 ÍF - HB