mánadagur 3. september 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 22. umfar
Sundalagsmenn sigraðu
Eftir steðgin fekk EB/Streymur
vindin við sær. Málið frá Gert og
ivaleyst nøkur borgarlig orð frá
Heðini Askham høvdu við sær, at
menninir við Margáir aftur trúu á
egnum mátt. Tað gekk tó ein løta
áðrenn trýstið frá EB/Streymi á
HB gjørdist so mikið støðugt, at eitt
mál lá í luftini.
Sum seinni hálvleikur leið fekk
EB/Streymur spælt seg fram til
fleiri frálíkar royndir, men áðrenn
veruligur vandi var á ferð, hevði
HB møguleikan at punktera dystin.
Christian Restorff Mouritsen skeyt
tó framvið málinum, tá hann gjørd
ist leysur við René Tórgarð, og so er
tað, sum verturin á HB-heimasíðuni
sigur: »Vit kláraðu ikki at binda
fyri posan, og sum so ofta fyrr við
Margáir, so verður man revsaður«.
Hetta var júst tað sum hendi.
Egil á Bø kom á vøllin í 78. minutti
og EB/Streymur fór at spæla við
langum bóltum fram móti Arnbirni,
Sorini og innskifta Egili. Rógvi
Holm ásannaði á Rás2 eftir dystin,
at tað gjørdist ov strævið.
– Tað var trupult at skalla bólt
arnar burtur, tá vit spældu í móti
vindinum, og tað gjørdist eyka
trupult við tað, at vit stóðu so djúpt,
segði miðverjin hjá HB. Í 82. minutti
var nærvið og mátti Teitur Gestsson
vísa síni evnir, tá Egil stútaði eitt
innlegg frá Gert móti málinum.
Minuttin eftir var hann prísgivin,
tá Levi Hansssen legði innfyri úr
vinstru og Egil var hægstur, 2-2!
Nakrar minuttir seinni var Egil
aftur á rætta staðnum. Hesaferð
aftaná at Hans Pauli Samuelsen
hevði roynt seg, og málverjin Teitur
lat ein retur. Egil var knappur, høgdi
til og tryggjaði EB/Streymi sigurin,
3-2!
– Hetta er ótrúliga deiligt. Og
hetta er tí, at eg hangi í enn, tí eg
eri ikki heilt ungur longur. Menn
eru ágrýtnir og ganga høgt upp í
hetta. Vit hava eitt gott vinarlag í
hópinum, so her er stuttligt at vera,
gjørdi Egil á Bø greitt í 3. hálvleiki
á Rás2.
Frálíkt undirhald
Aftrat málunum bjóðaði dysturin
sum heild frálíkt undirhald. Fimm
mál, eitt skot á stongina frá Fróða
Benjaminsen, ein stútara á tvør
træið frá Arnbjørn Hansen, frálíkar
bjargingar og heilt hampiligt spæl
eftir umstøðunum.
Hjá EB/Streymi var hugaligt at
síggja Egil á Bø á vøllinum aftur –
og ikki minni áhugavert at síggja
Hans Paula Samuelsen í skapandi
leikluti á miðvøllinum, meðan Niels
Pauli Danielsen í stóran mun røkti
plássið í borðinum, har Hans Pauli
annars plagar at virka.
Hinvegin er tað minni hugaligt
hjá HB at staðfesta, at teir endaligt
eru avsettir í oddastríðnum. Vann
HB, so var støðan ein heilt onnur,
men nú er tað júst sum heimasíðu
verturin hjá HB skrivar: »Vit høvdu
alt, men fingu einki og tað er tað«.
rolant@sosialurin.fo
vegnum
Hava munin
Fimm ferðir í ár hava EB/Streymur
og HB dystast. Fyrsti dysturin
endaði við javnleiki 2-2 við
Margáir. Næsti dysturin endaði
við teptrum 0-1 sigri til EB/Streym
í Gundadali. Síðani komu málríku
semifinalurnar í steypakappingini,
sum endaðu 4-1 til EB/Streym
og 5-2 til HB, og dysturin í gjár
endaði 3-2 til EB/Streym
Mynd: Sofus D. Johannesen