Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 22. umfar Heri Simonsen Hóast felagsliðið úr sunnaru helvt av Suðuroynni hevði lotið undan í fyrra hálvleiki ímóti Víkingi í Sarpugerði ígjár, so gekk bert ein lítil løtu, og FC Suðuroy var longu í stríðum mót­vindi. Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen spældi í álop­inum saman við Hjartvardi Hansen, og longu aftaná fýra minuttirs spæl syrgdu hesir báðir fyri, at Víkingur kom á sigurskós. Hjartvard Hansen var skjótur at gera sær dælt av ein­ari verjuvillu, og so var FC Suðuroy aftanfyri við einum máli. Ein annar leirvíkingur framdi eitt satt einmansavrik, tá fyrri hálvleikur var hálv­runnin. Sølvi Vatnhamar fór framvið einari teggju av FC Suðuroy spælarum, og setti hegnis­liga bóltin í netið til 2-0 til heimaliðið. FC Suðuroy vaknaði – eina løtu Nú sóu heimaáskoðararnir fyri sær eina málveitslu, men longu fýra minuttir aftaná næsta málið hjá Víkingi hevði FC Suðuroy svarað aftur. Verju­spæl­arin hjá FC Suðuroy, Heini Vatnsdal kom at standa leys­ ur í brotsteiginum, og hann medd­ aði til bóltin, tá hann gjørdist leys­ur í Víkinga-brotsteiginum, og so var fyribils spenningur aftur í dyst­inum, men hesin hvarv skjótt. Víkingur ressaðist aftur, og tað sum eftir var av fyrra hálvleiki var heima­liðið omaná. Í Seinna hálv­leiki legði Vìkingur aftur hart út, og suður­oyingar vóru trýstir. Evrard Blé sendi eitt fríspark á tvør­stongina, og Hjartvard Hansen mis­nýtti ein stóran mál­møguleika. Tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálv­leiki vísti Kaj Leo í Bartalsstovu, at hann var inspireraður av 2-0 mál­ inum hjá Sølva Vatnhamar, tá hann eisini rund­barberaði verjuna hjá FC Suðuroy við einum rimmar ein­ mans­av­riki, sum eisini endaði við, at bólturin sat í FC Suðuroy mál­ inum til 3-1, sum gjørdist enda­liga úrs­litið. Nú gera Víkingar klárt til eitt brak av einari granna­uppgerð, tá ÍF vitjar í Sarpugerði um 9 dagar. Sama kvøld tekur FC Suðuroy ímóti B68 vesturi á Eiðinum í Vági, og har vónar felags­liðið at kunna bøta um ta ússaligu úrtøkuna á stiga­talvuni, sum higar­til bert hevur givið seks stig. Einvegis ferðsla í Sarpugerði Fótbóltur Tað var bert í hendinga løtum, at botnproppurin, FC Suðuroy gjørdi eitt sprell í dystinum ímóti Víkingi í Sarpugerði. Annars sótu heimamennirnir tryggir á dystinum Myndir: Álvur Haraldsen Bogi Løkin er aftur blivin skaddur í knænum og verður helst úti restina av kappingarárinum. Hetta er ein dyggur smeitur fyri ÍF, sum stríðist um FM heitið. Hetta merkir somuleiðis, at Bogi Løkin ikki verður við føroyska landsliðshópinum, sum skal til Hannover at spæla móti Týsk­ landi. Bogi Løkin hevur havt drúgv­an skaða í knænum, men er rættuliga komin fyri seg. Hann hevur verið ein lykla­leik­ ari hjá ÍF, men nú verður hann allarhelst ikki tøkur restina av kapp­ingarárinum. Bogi Løkin ikki við til Týskland