mánadagur 3. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 22. umfar
Jóannes Hansen
ÍF fór suður til Trongisvágs við tí
í huga at vinna fulla úrtøku. Tað
eydnaðist, og harvið er ÍF framveg
is næsti avbjóðarin hjá EB/Streymi.
Sigurin bar sjálvsagt gott lag við
sær í ÍF leguni, men tað er einki at
liggja omaná, at hýrurin var upp
aftur betri stóran part av tíðini,
meðan ÍF í ikki serliga góðum lík
indum stríddist við Stórá.
Orsøkin til avbera góða lagið
millum trúføstu ÍF áskoðararnar
var – umframt at teirra lið var á
sigurskós – at HB legði so bragdliga
fyri norðuri við Margáir. HB sigur
hevði borið við sær, at ÍF varð nýtt
topplið, um fuglfirðingar greiddu
sín setning. Tað eydnaðist ikki ÍF
at taka seg uppaftur meiri inn á
EB/Streym, men FM møguleikin
er framvegis har, hóast ÍF venjarin,
Flemming Christensen, ikki vil
hoyra talan um FM.
Fyrstu løtuna var tað heilt
nógvur vindur og eisini oysregn
í Trongisvági. Áskoðararnir, sum
vóru komnir suður, høvdu ikki gjørt
seg út til sovorðin líkindi, men sum
tíðin leið, so sleit í, og í 2. hálvleiki
var tað ikki so heilt galið við veðr
inum.
ÍF og toppskjúttin
Clayton Soares hevur seinastu
tíggju árini víst seg at vera ein av
vandamiklastu
málskjúttunum
í landinum. Fyrstu umførini í ár
vísti nýggi ÍF venjarin honum ikki
serliga stórt álit, tí Clayton var
fleiri ferðir bara á vøllinum í løtum
– fýra ferðir varð hann skiftur inn,
og fimm ferðir er hann skiftur út,
veit faroesoccer at siga.
Nú er Cleyton fastur maður, og
tað skuldi bara mangla. Saman við
Páll A. Klettskarð í KÍ er hann topp
skjútti. Fyrstu trý málini skoraði
hann í 8. umfari í 4-1 sigrinum á
útivølli ímóti HB, og í næstu upp
gerðini, sum var á heimavølli ímóti
FC Suðuroy, skoraði hann aftur
tríggjar ferðir.
Ímóti TB í gjár fór Clayton fyri
sættu ferð av vøllinum eftir at hava
skorað í minsta lagi tvey mál.
ÍF hevði fríska lotið undan í 1.
hálvleiki, og tað vóru ikki meiri enn
fimm minuttir farnir, tá ið Clayton
var upp á spæl. Eftir fína fríspæling
frá Boga Løkin sendi hann av brots
teigarmarkinum eitt sindur í høgru
bóltin í handara síðunetið.
Eftir leiðslumálið var stórt trýst
á heimaliðið. Nógvar spentar støður
vóru í brotsteiginum frammanfyri
Ivan Stojkovic – ikki minst eftir
hornasparksinnlegg. Einki mál kom
aftrat, og fyri ÍF kom tað sera dátt
við, at ein av eyðsýndastu spæl
arunum seinastu ferðirnar – Bogi
Løkin – eftir stóran hálvan tíma
noyddist skaddur av vøllinum.
Hann varð skaddur í fótinum, tá ið
hann legði bóltin innfyri, og Bogi
noyddist av vøllinum.
Ari Ó. Ellingsgaard loysti Boga av,
og tað var um reppið, at Ari undan
steðginum økti um leiðsluna, men
eftir horna bjargaði Gilli Sørensen
á strikuni, eftir at Ari hevði roynt
seg við stútara.
Hóast teir høvdu lotið ímóti
eftir steðgin og í útgangsstøðu
vóru varnari, enn teir høvdu ver
ið, so megnaði ÍF tíðliga at økja
um leiðsluna. Enn eina ferð var
Clayton Soares málskjútti, og hesa
ferð var tað eftir gott uppspæl, har
raski Dánjal á Lakjuni og Ari Ó.
Ellingsgaard vóru við í uppspæl
inum.
TB trýst
Tvøramenn kendu seg ikki at hava
marginalirnar á sínari síðu. Longu
áðrenn ÍF setti hol á, var um reppið,
at heimaliðið legði seg á odda.
Skjóti Gilli Sørensen breyt ígjøgn
um í vinstru, skotinum bilti einki,
men ólukkutíð fyri Gilla og TB, so
brast bólturin í stólpan og so út til
málspark.
Tvey mála leiðsluna høvdu fugl
firðingar bara í lítla løtu. So javnaði
Óli Johannesen. Tað gjørdi hann
við rimmar frísparki úr 25 metrum
og upp í málhornið aftanfyri lands
liðsmálverjan Jákup Mikkelsen.
Málið gav blóð á tonna, og TB
koyrdi á fyri at javna og harvið
vinna stigið, sum kanska kann
verða avgerandi fyri, um talan skal
vera um leygardags ella sunnu
dagsfótbólt við Stórá næsta kapp
ingarár.
Tað eydnaðist ikki at javna. TB
royndi seg ofta við longum send
ingum, men tað var torført, tí vind
urin argaði. ÍF helt tørn, og tað kom
ikki minst væl við, at royndirnar
frammanfyri ÍF málið eru so
nógvar: Jákup Mikkelsen, Bartal
Eliasen og Høgni Zachariassen,
sum hevur verið ógvuliga stinnur í
ár, vita, hvat tað snýr seg um.
joannes@sosialurin.fo
ÍF greiddi sín setning
Fótbóltur Fyri sættu ferð í ár var Clayton Soares í hvussu so er tvey mála skjútti, tá ið hann við tveimum
málum syrgdi fyri, at fuglfirðingar framvegis eru við í FM stríðnum, og at TB framvegis er niðanfyri strikuna
Mynd: Áki Bertholdsen