mánadagur 3. september 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 22. umfar
Lítið at hyggja at
Fótbóltur Lítið lív og spæl var í dystinum í Gundadali í gjár, men tá samanumkom,
hevði heimaliðið sigurin uppibornan. B36 hevði lítið at spæla fyri og B68 lítið at
spæla við, og tí lyfti dysturin seg ongantíð av álvara, men var vánaligur
Hilmar Jan Hansen
Tað var ikki tann stóra upplivingin
at standa í Gundadali í gjár og
hyggja at dystinum millum B36
og B68. Har kom eisini bara eitt
einsamalt mál, ið avgjørdi tað
heila, hóast serliga B36 hevði stórar
kjansir til at skora meira enn ta
einu ferðina. Kanska tað eisini gav
bestu myndina av tveimum liðum,
ið ikki megna tað týdningarmesta í
fótbólti: At gera mál!
Hinvegin skal so sigast, at tá
Lukasz Cieslewicz tjúgu minuttir
fyri tíð við einum solo-avriki
smoygdi sær úr vinstru síðu fram
við tveimum B68-arum og inn í
brotsteigin, har hann við einum
góðum skoti sendi bóltin í mesk
arnar, so var tað tó eitt mál, ið lyfti
heildarkensluna av einum annars
spiltum seinnaparti munandi. Eitt
flott mál, ið tó er sum lundi á jóla
nátt, og tí er B36 eisini statt í onga
mannalandi á stigatalvuni.
– Dysturin var nakað darvaður
av vindinum, har fyrri hálvleikur
var eitt sindur javnur, hóast eg
helt, at vit høvdu munin. Í seinna
hálvleiki vóru vit heilt greitt betri,
og sjálvur brendi eg einar tveir heilt
stórar, men tíbetur fekk Lukasz
málið, sum avgjørdi til okkara
fyrimun, sigur B36-liðformaðurin,
Jákup á Borg, ið ásannar, at tað er
ikki heilt lætt at seta seg upp, nú
lítið og einki er at spæla fyri:
– Vit hava tosað eitt sindur aftur
og fram um hatta við motivatiónini.
Sjálvir síggja vit okkum sum vinn
arar, so vit royna altíð at fáa so nógv
stig sum gjørligt. Og teir dystirnar,
sum eru eftir at spæla um, fara vit
at gera alt fyri at vinna. Kanska vit
ikki fáa so nógv burtur úr tí sjálvir,
men vit kunnu kanska ávirka, hvat
onnur fáa burturúr, sigur Jákup á
Borg.
Sær einki út hjá B68
Verri er vorðið hjá B68, sum avgjørt
ikki er í ongamannalandi, men
hvønn dyst droymir um tey trý
stigini, seinni vónar at fáa eitt, men
sum oftast endar við ongum. Higar
til í ár eru toftamenn farnir av vølli
sum taparar 12 ferðir, og tað sæst
eisini aftur á støðuni, har kapp
ingin er botnhørð við TB um at
fáa hildið seg oman fyri niðurflyt
ingarstrikuna. Har er B68 í løtuni,
men enn sær einki út.
– Tað er sjálvandi ikki nøktandi
hjá okkum at tapa 1-0 ímóti B36, tí
vit vóru minst líka góðir sum teir
í fyrra hálvleiki. Tá fingu vit nógv
hornaspørk og fríspørk í undan
vindinum, men – sum so ofta fyrr
í ár – fingu vit ikki bóltin í netið,
sigur Oddur Á. Højgaard, sum bleiv
skiftur inn, tá hálvur tími var eftir.
– Í seinna hálvleiki fingu teir
undanvind, og beint tá málið kom,
lá Ndende eisini uttanfyri við heila
skjálvta, so tað órógvaði ótrúliga
nógv. Tað var kanska tí, at vit taptu
dystin, helt hann.
Annars var einki at taka seg
aftur í, at í seinna hálvleiki sat B36
á tí allarmesta, og bæði áðrenn og
eftir einsamalla málið í dystinum
brendi heimaliðið fleiri stórar
kjansir, ið áttu at givið mál. Hin
vegin var tað meira tilvildarligt,
tá B68 var frammi á vøllinum, og
í veruleikanum vóru toftamenn
ongantíð í nánd av at hótta B36
ordiliga, og tí kundi sigurin bara
fara eina vegin.
– Eitt stig hevði verið gott hjá
okkum at tikið heim við úr Havn,
men áðrenn dystin vildu vit fáa øll
stigini. Sum dysturin háttaði seg,
og tí vit vóru pressaðir í seinna
hálvleiki, so hevði eitt stig eisini
verið gott, men enn eina ferð sótu
vit eftir við ongum, sigur Oddur Á.
Højgaard.
Næsti dysturin hjá B68 verður
á útivølli ímóti FC Suðuroy, og
havandi í huga, at suðuroyarliðið
bara hevur vunnið ta einu ferðina
í ár, skuldi hetta verið gyltur møgu
leiki at fingið trý avgerandi stig, so
sleppast kann eitt petti frá niður
flytingarstrikuni. B36 skal hinvegin
taka ímóti EB/Streymi, og tá fæst
at síggja, um havnarliðið er ført
fyri at avgera, hvat tey ovaru fáa
burturúr.
hilmarjan@sosialurin.fo
Savnsmynd
Mikukvøldið fór tað sum ein
stórur skelkur ígjøgnum Gunda
dal, tá Vagnur Mohr Mortensen
hjá HB í seinasta minuttinum
fyri steðgin í dystinum ímóti B36
bleiv liggjandi eftir eina takling.
Tað vísti seg eisini, at hann hevði
brotið seg so illa sundur, at hann
spælir ikki fótbólt aftur.
Í gjár hendi næstan tað sama,
tá fyrri hálvleikur skuldi enda,
og hesa ferð var tað Dánjal Rói
Olsen hjá B36, ið var maksimalt
óheppin. Hann skuldi senda
bóltin innfyri, men onkursvegna
kom annar fóturin skeivt fyri, so
øll sóu, at her var okkurt spinn
andi galið.
Enn eina ferð var neyðugt
at senda boð eftir sjúkrabili, og
sum skiltist eftir dystin, skuldi
hann í gjár leggjast undir skurð,
tí talan er bæði um brot á ytra
høgra skinnabeini, sum skrúvur
skulu setast í, og at liðbondini
eru farin.
Hóast alt sostatt bendir á, at
hetta kappingarárið er liðugt
fyri hansara viðkomandi, so
skilst eisini á lagnum, at støðan
hjá 22 ára gamla Dánjal Róa ikki
er verri enn so, at hann kann
tørna til aftur um tríggjar ella
fýra mánaðir, so fótbóltur aftur
stendur á skránni hjá honum
næsta summar.
Enn eitt beinbrot
Dánjal Rói Olsen skoraði
tvey mál í 5-1 sigrinum
móti NSÍ á ólavsøku
Mynd: Álvur Haraldsen