Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Sunnudagin fingu tey umleið 600, sum luttóku í annaðhvørt hálvum marathon, Tórshavn Marathon ella Gakk og Renn-tiltakinum, eina góða uppliving í stórari renni­kapping í Havnar gøtum, sum vórðu sperraðar at kalla allan dagin fyri bilførarum vegna hetta til­takið. Veðrið var á einari góðari leið. Tað regnaði ikki meðan renni­ kapp­ingin var, go hóast tað var nógvur vindur, so forðaði hetta ikki met­nógvum útlendskum renn­arum í at nýta høvi at njóta vøkru føroysku náttúruna. Metnógvir útlendingar Luttakaratalið hesaferð lá um teir 600 luttakararnar. Júst omanfyri 200 í hálvum og heilum marathon, meðan 400 vóru við í Gakk og Renn-tiltakinum. - Eftir umstøðunum hevur tað gingið fínt. Tað hevur sjálvandi verið ein buldrasligur túrur hjá nógvum av rennarunum, men tey eru stórt sæð øll komin á mál. Gakk og Renn-tiltakið gekk eisini fínt. Har vóru nógv ung og so nøkur tilkomin eisini. Tað var ein rúgva av undirhaldi til børnini, sigur Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum. Hóast samlaða luttakaratalið stundum hevur verið væl hægri, so fegnast fyriskipararnir um, at tað hesaferð vóru tær ferðir so nógvir útlendskir rennarar við enn undanfarin ár. Nógvir av lut­ tak­arunum eru eitt nú freelance journa­listar, sum skriva um nátt­úru­upplivilsið í Føroyum. Fríðrikur Bláhamar hitti fronskum rennarum. – Teir hildu tað vera fantastiskt at renna. Serliga við Sundsverkið, har áirnar buldraðu. Tú kanst ætla hvussu fantastiskar umstøður tað er hjá teimum. Tað er tí at vit kalla tað heimsins vakrasta Tórshavn Marathon, sigur Fríðrikur Bláhamar. Eirikur vann Marathon-kappingin hjá monnum skuldi í ár vísa seg at gerast sera spennandi. Vinnarin frá í fjør, Hallur Holm, hevði Eirik Hansen við sær sum fylgissvein, og fylgd­ ust teir at kalla allan vegin til mál­ strikuna. Her var Eirikur Hansen meiri lúrin enn Hallur Holm, og vann hann við bara trimum sek­ undum. albinus@sosialurin.fo Marathon, menn: Eirikur Hansen . . . . . . . . . . . . 2.56.48 Hallur Holm . . . . . . . . . . . . . . 2.56.51 Borgar Biskopstø . . . . . . . . . . 3.03.35 Marathon, kvinnur: Tórvør Østerø Vang . . . . . . . . 3.53.59 Ann Thomsen . . . . . . . . . . . . 3.55.22 Hanna Elisabeth Røsvik . . . . 4.05.23 Nógvir útlendingar í Tórshavn Marathon Renning Ongantíð áður hava so nógvir útlendskir rennarar verið við í Tórshavn Marathon, tá ið stóra tiltakið fór av bakkastokki sunnudagin. Sjálva kappingin gjørdist eisini ótrúliga spennandi Pætur Albinus Føroyska talvlandsliðið luttekur í hesum døgum á talv-olympiaduni í Dunya Satranc í Istanbul, Turka­ landi. Føroyska liðið, sum er mann­ að við Helga Dam Ziska, John Arna Nilssen, John Rødgaard, Joan Hendriki Andreasen og Rógva Egilstoft Nielsen, vann teir báðar fyrstu dystirnar ímóti Sudan og Togo, men hevur nú tapt tríggjar á rað ímóti væl sterkari mótstøðu. Í dag have føroyingarnir tó møgu­leikan ímóti Ný Sælandi, sum er á støði við Føroyar. Tætt ímóti Georgia Í fjórða umfari í talvolympiaduni hittu Føroyar leygardagin Georgia, sum við fýra GM'arum má metast at vera ein sera sterk talvtjóð. Før­ oyar, sum harafturímóti hevur tríggjar IM'arar, gav georgunum skarp­an gang og prógvaðu, at tað ikki er so langt ímillum Føroyar og tey bestu – sigurin kundi í grundini farið báðar vegir. Helgi Dam Ziska á borði eitt lá fleiri ferðir til at vinna sítt talv ímóti Mikheil Mcedlishvili, og hóast tað bylgjaði aftur og fram, so endaði taðvið at teir samdust um javnleik. John Arne Nilssen telvaði eitt gott talv ímóti Merab Gagunashvili, men í leiki 38 tapti hann upp á tíð eftir at støðan annars var púra jøvn. John Rødgaard telvaði javnt ímóti Nornike Sanikitze, ímeðan Rógvi Egilstoft Nielsen var óheppin at missa finnuna, sum gjørdist avgerandi, og tapti hann harvið talvið. Georgia vann tískil dystin 3-1 ímóti Føroyum, men dysturin var avgjørt javnari, enn hetta úrslitið ber boð um. Singapore ov stinnir Sunnudagin telvaðu Føroyar ímóti Singapore, sum eru sera sterkir og væl sterkari enn Georgia. Helgi Dam Ziska var enn einaferð á fyrsta borði, har hann hitti Zhong Zhang við sterka styrkistalinum 2595, og tapti Helgi eisini hetta talv­ið. Tað sama gjørdu John Arni Nilssen og John Rødgaard ímóti betri styrkismettum telvarum, men so manglaði bara Rógvi Egilstoft Nielsen, sum hevði størsta styrkis­ munin. Hóast hin er oman­fyri 200 stig sterkari enn ungi vága­maðurin, so legði hann líka í og vann talvið. Hann tryggjaði harvið Føroyum eina stigið í 1-3-tapinum fyri Singapore. Mánadagin telvar Føroyar ímóti Ný Sælandi, og verður hetta sam­ bært styrkistølinum ein spenn­andi dystur, har Føroyar hava ein góðan møguleika. Talvlandsliðið kom í ódnarveður Talv Eftir frálíka byrjan á talvolympiaduni, sum kastaði tveir sigrar av sær í teimum fyrstu dystunum, hava Føroyar nú tapt tríggjar á rað. Mótstøðan hevur bara verið ov stinn, men í dag hava føroyingarnir møguleikan ímóti Ný Sælandi