mánadagur 3. september 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Gudmundur Joensen, sum veruliga
hevur gjørt vart við seg í síðstuni
serliga í heimligu renni-, súkklu- og
triathlon-kappingunum, men eisini
í kappingum uttanlands, hevur nú
enn einaferð sligið fast, at hann er
fremsti triathleti, ið Føroyar hava
sæð. Í gjár vann hann kapping
ímillum 120 triathlon-íðkarar at
stórari stevnu í Galway í Írlandi, har
hann luttók á hálvum Ironman.
Triðfremstur til fremst
Kappingin
í
hálvum
Ironman
innibar at svimja 1,9km, súkkla
90km og síðani renna eitt hálvt
marathon. Gudmundur luttók í
aldursbólkinum 25 til 29 ár, har 120
luttakarar vóru við, og her skúgvaði
hann alla mótstøðu til viks.
– Tað var buldrasligt at svimja
og tað var nógv alda, men eg kom
á land sum nummar trý. Síðani fór
eg á súkkluna, bleiv nummar eitt
og tann leiðslan helt sær Eg økti og
bleiv nummar eitt, so tað var bara
gott, sigur Gudmundur, sum kom á
mál við tíðini 04:19.40.
Vart tú nøgdur við hesa tíðina?
– Tað er ringt at siga. Eg havi
koyrt skjótari; 4:07.00. Tað er ringt
at samanbera, tí tað var langt frá
sjóøkinum til skiftirúmini. Har
sum eg venji tekur tað tríggjar
minuttir at skifta, men hesaferð
tók tað so upp ímóti 10 minuttum,
sigur Gudmundur, sum tó sjálv
sagt fegnast um úrslitið og peikar
á, at tað var eins fyri allar luttak
ararnar.
Klárur til HM
Gudmundur Joensen er 28 ára
gamal, men tað merkir allarhelst,
at hann hevur nógv góð ár eftir, og
gjarna eisini, at toppurin framvegis
ikki er náddur, tí:
– Teir, sum verða heimsmeistarar,
eru ofta um 35 ára gamlir. Tað
er ein lívserfaring, og tú vinnur
aftaná nógv ár í bransjuni, sigur
Gudmundur.
Kappingin í Galway var seinasta
kappingin hjá Gudmundi í ár.
– Nú skal eg hava eitt sindur av
hvíld, leggja eina ætlan fyri næsta
árið og vera saman við børnunum
go familjuni. Tað er ikki ordiliga
fastlagt enn, men í næsta ár er
oyggjaleikaár (Bermuda) og tað
er nakað, sum eg ætli mær at gera
meg galdandi í, sigur Gudmundur,
sum metir tað vera ein av tveimum
kappingum, sum eru so at siga
fastlagdar longu nú.
Hin er HM í Las Vegas, har hann
í aldursbólkinum 25 til 29 ár nú
hevur megnað kravtíðina til og
harvið helst fer at luttaka har.
albinus@sosialurin.fo
Gudmundur
vann gull í Írlandi
Triathlon 28 ára
gamli Gudmundur
Joensen úr Hoyvík
skúgvaði sunnudagin
120 mans til viks og
vann gull í stórari
triathlon-kapping í
Írlandi. Úrslitið var
somikið gott, at
hann nú er klárur
til heimsmeistara
kapping næsta ár
– Tað er ringt at samanbera,
tí tað var langt frá sjóøkinum
til skiftirúmini. Har sum eg
venji tekur tað tríggjar min
uttir at skifta, men hesaferð tók
tað so upp ímóti 10 minuttum,
sigur Gudmundur Joensen
Mynd: privat