mánadagur 3. september 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
premier league
Yvir fýra milliardir
krónur brúktar
Fótbóltur Tað gjørdist ikki heilt so spennandi á seinasta flytingardegnum, sum tað onkuntíð hevur verið
fyrr. Samlaða keypsnýtslan kom upp á áleið 4,6 milliardir krónur, men fleiri fingu ikki tað tey vildu hava
Tróndur Arge
Tað var í stórum spenningi, at fót
bóltsáhugaði fylgu seinastu tím
unum áðenn flytingarvindeygað í
Bretlandi lat aftur fríggjakvøldið
klokkan 23. Feløg sum Tottenham
og Manchester City vóru sera aktiv,
meðan Manchester United, Chelsea
og Arsenal einki gjørdu um seg.
Tað sæst mangan hvørji feløg
hava gjørt sítt heimaarbeiði og
hvørji vakna við kaldan dreym, tá
flytingarvindeygað letur aftur.
Tey, sum longu hava avgreitt tað
mesta, kunnu sita hendur í favn
og bíða eftir einum góðum boðið,
meðan hini enda við at tveita runt
við pengum eftir øllum tí, sum dug
ur at ganga.
Gary Neville, fyrrverandi Man
chester United leikari, segði í sam
røðu við enskt blað, at tað er greitt
at síggja hvørji feløg verður væl
rikin og hvør eru minni væl rikin á
seinasta flytingardegnum.
City og Spurs keyptu
Fyri bæði Manchester City og
Tottenham er talan nokk ikki um
illa rikin feløg, men bæði feløgini
arbeiddu heilt til deadline við
flytingum. Tað eydnaðist akkurát
Roberto Mancini og Manchester
City at keypa Javi Garcia frá Benfica
áðrenn flytingarvindeygað lat aftur.
Manchester City keypti eisini Scott
Sinclair, Maicon og Matija Nastasic
á seinasta leikdegnum.
Verri
gekk
hjá
Tottenham,
sum ikki kláraði at semjast við
Joao Moutinho áðrenn klokkan
23.
Portugisiski
miðvallarin
skuldi avloysa Luka Modric, sum
varð seldur til Real Madrid stutt
frammanundan. Eisini Rafael van
der Vaart varð seldur til Hamburg.
Hinvegin eru menn sum Gylfi
Sigurdsson,
Jan
Vertonghen,
Emmanuel
Adebayor,
Moussa
Dembélé, Hugo Lloris og til seinast
eisini Clint Dempsey komnir til
felagið.
Samanlagt
kom
Tottenham
gjøgnum flytingarvindeygað við
umleið 15 milliónum krónum í
yvirskot.
Fleiri gjørdu einki
Manchester
United,
Chelsea,
Arsenal, Liveprool og Newcastle
gjørdu lítið um seg fríggjakvøldið.
Sir Alex Ferguson gjørdi greitt
frammanundan, at teir einki fóru
at gera. Tað var heldur ongin søga
at hoyra úr Old Trafford.
Chelsea var í dysti í Monaco móti
Atletico Madrid. Daniel Sturridge
var leingi settur í samband við
Liverpool, sum leigaði Andy Carroll
út til West Ham. Men tá hann var á
dómaraseðlinum fríggjakvøldið, so
var greitt at hann helt fram.
Tað var kanska gott fyri Atletico
Madrid, at dysturin var so seint um
kvøldið, tí annars hevði Roman
Abramovich helst farið djúp í lumm
an fyri at keypt Radamel Falcao.
Kolumbiski framherjin gjørdi ikki
matari enn at skora hattrick móti
Chelsea. Atletico Madrid vann
dystin 4-1.
Arsenal og Newcastle var heldur
einki at hoyra til og tað má merkja
at Arsene Wenger og Alan Pardew
eru nøgdir við hóparnar hjá sær.
Kreppa í Liverpool?
Liverpool er komið illa frá byrjan
og liggur aftaná tríggjar dystir. Tað
er ikki bara gongdin, sum er ring, tí
tað eydnaðist heldur ikki Liverpool
at keypa nakran fríggjadagin. Hetta
hóast Andy Carroll var útleigaður
og at Brendan Rodgers, venjari hjá
Liverpool, segði felagið ætlaði sær
at keypa ein ella tveir leikarar.
Leingi varð tosað um Clint
Dempsey og Daniel Sturridge.
Clint Dempsey segði enntá nei at
skifta til Aston Villa, tí hann vildi
til Liverpool. Men Liverpool vildi
ikki bóða tær áleið 60 milliónir
krónurnar, sum Fulham vildi hava
fyri amerikumannin. Tað gjørdi
Tottenham hinvegin og tí er Clint
Dempsey Tottenham leikara.
Tað var stór ónøgd at hóma
millum Liverpool viðhaldsfólk, tá
tað gjørdist greitt, at ongin leikari
kom inn.
Van Persie hattrick
Stóra søgan á vøllinum um viku
skiftið var uttan iva Robin van
Persie, sum skoraði hattrick. Tvær
ferðir kom Southampton á odda,
men báðu ferðir svaraði Robin
van Persie aftur. Hann var enntá
so frekur, at hann royndi at spæla
smartur, tá hann kundi javna til 2-2
við brotssparki, men málmaðurin
bjargaði lobbarinum.
Tað endaði við, at Robin van
Persie kundi stúta einn hornaspark
frá Nani í mál í yvirtíðini. Staðfest
ast má bara, at fyrrverandi Arsenal
liðskiparin hevur skilt hugtakið
»Fergie time«.
Manchester City vann aftur við
3-1 sigri á QPR.
Chelsea liggur framvegis fremst
við fullum stigatalið, sum tað ein
asta felagið í Premier League.
trondur@sosialurin.fo