Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bjørn Kalsø Landsstýrismaður Nakað av orðaskifti hevur stað­ist av, at nýggjur stjóri er settur í starv á Vinnu­há­ skúl­a­num. Í orðaskiftinum verð­ur spurt, hví lands­stýris­mað­ urin mann hava tikið av­ gerð um at seta Vilhjálm Gregoriussen í starv, heldur enn stjóran á skúlanum sein­ astu 8 árini. Skal í stuttum grundgeva fyri hesum niðanfyri. Landsstýrismaðurin setan­ar­myndugl­eiki Fyri tað fyrsta er umráðandi at gera greitt, at tað er lands­stýris­maðurin og eingin annar, sum er setan­ ar­myndug­leiki. Í § 8 lógini um útbúgving av mann­ing á skip­um er ásett, at lands­ stýris­maðurin set­ur í starv stjóra á Vinnu­há­skúla­num. Tí er tað fult og heilt í tráð við lógina, at lands­stýris­ maðurin hevur sett stjóra í starv. Hesum taki eg eisini fulla ábyrgd av. Setanarpolitikkurin fylgdur Sambært almenna setan­ ar­politikkinum skal setan­ ar­nevnd setast m.a. at gera tilmæli um, hvørjar um­søkj­ arar ­hon heldur vera best skikk­aðar til starvið og at grundgeva fyri hesum. Tað er eisini gjørt í hesum setan­a­r­ máli. Setanarnevndin hev­ur innstillað 3 av 10 um­søkjar­ um, sum hon út frá eini heild­ar­meting heldur vera skikk­aðar til starvið. Setanarnevndin hevur í til­mælinum innstillað í eini rað­fylgju, har fyrrverandi stjór­in út frá nevndarinnar heild­ar­meting er nr. 1. Landsstýrismaðurin hev­ ur síðan sakliga við­gjørt til­mæli, og hevur fylgt ráð­ unum frá setan­ar­nevnd­ini við at seta ein av inn­still­aðu og har­við skikk­aðu um­søkj­ ar­un­um. Tað er ongastaðni í almenna setanar­poli­tikk­ inum ásett, at lands­stýris­ mað­ur skal fylgja tilmæli frá setanarnevnd so neyvt, at hann ikki kann seta ann­ an enn tann, sum er inn­ still­aður, sum nr. 1. Um so var, hevði heldur ikki verið neyðugt at lagt málið fyri lands­stýrismannin, tí so var talan um umsitingarligt mál burtur­av. Avgerð lands­stýris­man­ sins er tí eisini fult í tráð við al­menna setan­ar­poli­tikk­in. Landsstýrismaðurin skyl­ du at grundgeva sakliga fyri sínum avgerðum Á sama hátt sum um­sit­ ing­in hevur skyldu at grund­ geva sakliga fyri sínum til­mæli, so hevur lands­ stýris­maðurin eisini skyldu til sakliga at grundgeva fyri sín­um avgerðum. Niðanfyri skal eg tí geva almenninginum inn­ lit í, hví eg havi tikið av­ gerð um at seta Vilhjálm Gregoriussen í stjórastarvið á Vinnuháskúlanum heldur enn fyrrverandi stjóran. Lýsingin Tá lýst varð eftir stjóra, varð dentur lagdur á, at komandi stjórin skuldi hava viðkomandi hægri út­búgv­ ing, og at m.a. viðkomandi starvs- og leiðsluroyndir eisini skuldu til fyri at verða sett­ur í starv. Víst varð eisini á í lýs­ing­ ini, at ætlanin er at uppstiga partar av mari­timu út­búgv­ ing­unum á bachelor­stig. Tað hevði tí sera stóran týdn­ing fyri meg, tá avgerðin skuldi takast, at nýggi stjórin hevði bæði viðkomandi og hægri útbúgving, sam­stund­ is, sum hann eisini hevði neyðugar starvs- og leiðslu­ royndi­r. Grundgeving fyri starvssetanini Vilhjálmur Gregoriussen, sum tekur við stjóra­starvi­ num á Vinnuháskúlanum 1. september, hevur Master útbúgving í leiðslu frá Århus Universiteti, hev­ur har¬afturat HD út­búgv­ing í organisatión, er bache­lor í datalogi, hevur sera góð skipsførara- og stýri­mans­ prógv, hevur skeið í leiðslu og onnur viðkomandi skeið. Umframt royndir á sjónum, sum hava týdn­ing, hevur hann eisini fjøl­broytt­ ar leiðslu- og fyrisit­ing­ar­ligar royndir innan ymisk fyri starvið sera viðkomandi ar­ beiðsøki. Hann hevur síðani 2008 verið stjóri/leiðari á Skipa­eftirlitinum/Sjó­vinnu­ s­týrinum, verið økis­stjóri á TAKS, undir­vís­ing­ar­leið­ari í Søfarts­styrelsen, og hann hevur 10 ára royndir sum undir­vísingarleiðari í Menta­ mála­ráðnum fyri mari­timu skúlarnar. Fyrrverandi stjórin hevur prógv, sum skipsførari og stýrimaður, og hevur við­ kom­andi starvs og leiðslu­ roynd­ir, men hann hevur ikki endaligt prógv í nakrari hægri útbúgving. Tí gjørdist hann ov stutt­ ur, tá avgerðin varð tikin. Við øðrum orðum legði eg í heildar­metingini størri dent á út­búgv­ingarliga støðið enn seta­nar­bólkurin. Vinnuháskúlin er týðandi útbúgvingarstovnur og Menta­málaráðið er út­ búgv­ing­ar­málaráð. Ætlan­ in er sum sagt eisini at upp­stiga partar av mari­ timu útbúgvingunum á bachelor­stig. Tað hevur tí stór­an týdning, at stjórin á skúlanum hevur eina út­ búgv­ing, ið liggur á einum nóg høgum støði í mun til hægstu útbúgvar á skúla­ num. Eingin kann stjórna ein­ um fólkaskúla við 10. floks prógvi, heldur eingin kann stjór­na einum miðnámsskúla við miðnámsskúlaprógvi. Tí bar heldur ikki til hjá mær at seta annan enn tann av skikkaðu umsøkjarunum, sum eg út frá eini heidar­ meting metti hava nógv tað mest viðkomandi og sam­stundis hægsta út­búgv­ ingar­støðið, saman við sera fjøl­broyttum og viðkomandi starvs­royndum. Alt annað hevði verið burturvið. Og tað ivist eg heldur ikki í, at fólk flest skilja, sjálvt um onkrir av miðlunum royna at mála eina skeiva og fløkta mynd av hesum sera einkla máli. Umsitingin samd Kann leggja afturat, at umsitingin íroknað fyrr­ver­ andi aðalstjóra og setan­ar­ nevnd vóru samd í, at Vil­ hjál­m­ur Gregoriussen hevði bæði bestu og sam­stundis eisi­ni mest við­komandi “papp­ír­ini” í mun til lýs­ing­ ina eft­ir stjóra. Skjalfast, at grund­gev­ing­ ar landsstýrismansins bæði eru lógligar og sakligar Bæði innanhýsis løg­ frøði­liga ráðgevingin í Menta­mála­ráðnum, sum aðal­stjórin sjálvur vísti mær á, og uttanhýsis løg­ frøði­lig ráðgeving, sum eg sjálv­ur valdi at spyrja, hava í notatum uttan mína uppí­ bland­ing skrivliga váttað, at av­gerðin um at seta Vilhjálm Gregor­ius­sen í stjórastarvið, bæði er lóglig og sakliga grund­að. Tað er tí skjalfast, at grund­gevingar lands­stýris­ mansins bæði eru lógligar og sakligar. At onkur er, sum ikki er samdur í, at avgerðin er røtt, er annað mál, sum eg virði, og sum er fult í tráð við fólka­ræð­ið og okkara demo­ krat­isku skipan annars. Onnur viðkomandi viður­ skifti, sum hava verið fram­ mi í orðaskiftinum, eitt nú um gegni hjá lands­stýris­ manninum og spurn­ingu­rin um, hvørt tað hevði verið rættari at latið setan­ar­til­ gongdina gingið umaftur, eru eisini viðgjørd og lýst neyvt í máli­num. Tí er at sláa kalt vatn í blóð­ið, hava álit á og góðtaka, at landsstýrismaðurin hevur tikið eina lógliga og sakliga av­gerð, sum hann hevur full­ an rætt og skyldu til at taka og sum hann eisini ein­sa­ mall­ur tekur fulla ábyrgd av. Stjórasetanin á Vinnuháskúlanum bæði lóglig og saklig Kjak Tað hevði tí sera stóran týdn­ing fyri meg, tá avgerðin skuldi takast, at nýggi stjórin hevði bæði viðkomandi og hægri útbúgving, sam­stund­is, sum hann eisini hevði neyðugar starvs- og leiðslu­royndi­r