Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Hvar er virðingin? Bjarki Mohr Eli Brimsvík Formaður Havnar Handverkarafelag Hevur tú dirvi, hevur tú eisini máttin. Líta vit aftur í søguna, er hegni og før­leiki hjá Føroya Løg­manni tvinn­ að saman við egin­leika­num at savna og finna nýggj­ar farleiðir, tvørtur um polit­ iskar, átrúnarligar- og altjóða av­bjóð­ingar. Uttan undantak hava før­ oysk­ir løgmenn síðani krígs­ ár­ini brúkt sín førleika at fin­na javnvág millum tað, ið er gagnligt fyri samfelagið, og tað, ið er møguligt at fáa meirluta fyri á Føroya Løg­ tingi. Hesin eginleiki hevur tænt Føroyum, fram til nú. 
 Leiðsluábyrgd Løgmans er vorðin meira fjølbroytt. Skal tú savna vinstra ella høgra, velja samband ella loys­ing, og samstundis kyrja áskoð­an­ir millum átrúna og verðs­liga hugsan. Sum leið­ ari, er tað ongin heppin støða at standa í. 
 Seinastu nógvu árini, eru før­oyskir løgmenn (umframt ein kvinna, Marita Petersen) hálað­ir ígjøgnum almennu kvørn­ina. Ein sjálvtikin rætt­ur hjá 4. statsmaktini. Fjølmiðlunum. Rætturin hjá fjøl­miðlu­ num er ikki lógar­fest­ur. Teirra rættur er upp­arbeidd­ ur søgu­liga fyri at verja tann min­ni menta ímóti valds­ ligari misnýtslu. 
 Hvar gongur markið. Nær er talan um sakligan tíð­ inda­flutning, og at fara allan vegin heim undir »dýnuna« hjá løgmanni. Ella øðrum fólka­valdum persónum. Kann eg loyva mær at (for) fylgja einum almennum per­ sóni. Uttan fyrilit fyri per­ sóni­num sjálvum, konuni, ella børnunum. Er tað nøk­ ur sjálvfylgja - fyrst at velja fólka­valdu at umboða okk­ um - fyri síðani at látursgera tey alment. Við hesum rætti fylgir eisini ábyrgd. Ábyrgdin at skyna millum rætt og órætt, millum boðberan og boð­ skap­in, ikki minst millum per­só­nin og avvarðandi. Frems­ta skylda er at bera sakligan tíðindaflutning. Seinastu árini hava - uttan undantak - allir flokk­ar á Føroya Løgtingi havt møguleikan, at gjørt sína ávirkan galdandi. Tað er Fólkaræði. Sterkt og støðufast. Flokkarnir hava sett síni fingramerki á poli­ tikk­in, tað verið seg bæði sum minni- og meirluti, á Før­oya Løgtingi. Fingramerkini á Framtíð Før­oya, eru sett »med på­ hold­en pen«. Er tað tí, at tey fólkavaldu eru farin at troytt­ast av gongdini, ella tí at fólkið er sovnað? Fátt er betri. Á Ólavsøku 2012, gav Føroya Løgmadur – Kaj Leo Holm Johannesen - til kenn­ ar, at vit mugu und­ir al­tjóða nýskipanir og fram­hald­andi sálvbjargni. 
 Hugsjónin fer ikki ímóti nøkrum flokki á Føroya Løg­ tingi. Hon er í tráð við allar flokspolitiskar stevnu­skráir, eisini teirri sam­bands­flokk­ ur­in stendur fyri. Tað er bara ein spurningur um, hvør hevur tulkingarrættin.
Tað ið sameinir okkum, heldur enn spjaðir okkum. Hvussu vit sum tjóð skipa okkum innan- hýs­is, samstundis sum vit finna stev, at samstarva við onn­ur lond. Myndin ger upp við vana­ hugsan. Tað er hugaligt at stað­festa, at flestu floks­for­ menn hava givið sína jaligu áskoð­an til kennar. Higartil hevur løg­frøð­in verið okkara snáv­ing­ar­stein­ ur. Undanfarnir løgmenn hava eisini droymt litríkar mynd­ir fyri Føroyar. Tað er tí­verri endað út við, at løg­ frøð­in hevur vunnið á hug­ sjón­ini. 
 Hava vit, sum fólk, miss­ kilt okkurt. Er tað skipanin, ið myndar fólk­ið, ella er tað fólkið, ið mynd­ar skipanina?
Føroya Løg­mað­ur vil fólkaræði tvørt­ur um politisk- og al­ tjóða løgfrøðilig mørk. Skulu vit ikki geva honum, og fólkavaldu, henda møgu­ leik­an. Tað er okkum øllum loyvt, at taka ímóti einari væl­meint­ari avbjóðing. Tað ferð onki av okkum - hvørki politiskt ella átrún­ að­ar­liga - skyna vit munin á tí, ið kann røkkast nú, og tí ið krevur drúgt ar­ beiði.
Gjørd gerð fær onga vend. Løgmaður letur upp fyri nýskipanum. Uttan mun til, innan - ella uttanhýsis - træt­anir. Tað er raðið.
 Fremstu leiðarar okkara mugu tí finna høvi – ella ein­ hvønn setning – at gerast samd­ir um. Ongin teirra dug­ ir longur at siga, hví ella hvat, vit eru ósamd um. 
 Her er arbeiði fyri allar flokk­ar á Føroya Løgtingi. Nú upprann so loksins løtan, har tilboðini upp á Markna­ gils­depilin vórðu latin upp. Onkur er kanska skelk­ aður av, at 155 milliónir resta í fyri at gjøgnumføra verk­æt­lanina, men eg rokni við, at heilt nógv ikki trúðu uppá, at verkætlanin kundi gjøg­num­førðast fyri ta upp­ hædd, sumð var upplýst í verks­lags­lógini, nevniliga 391 milliónir uttan innbúgv og aðra útgerð. Komandi tíðin kemur at vísa, um møguleiki er at spara, so samlaði kost­nað­ur­ in kann fáast munandi niður uttan at skerja ætlanina nevni­vert. 475 milliónir fyri Markna­ gil kann tykjast at verða nógv­ur peningur, men er tað nú so øgiligt, tá í hugs­að verður um aðrar gjøg­num­ førd­ar verkætlanir. Vit skula minn­ast til, at her er talan um tríggjar skúlar í einum Hettar er eisini ein íløga í okkara ungdóm, sum ætlandi skal bera landi víðari framá. Tað hjálpir lítið at grenja um, at okkara ungdómur rýmur av landinum, um vit ikki hava ráð til at hava nøktandi út­búgv­ingarumstøður at bjóða teimum. Hvussu nógv kost­aði miðnámsskúlin í Hovi? Og hvussu nógv kost­ aðu ábøturnar, sum máttu ger­ast grundað á fusk­ arbeiði? Ellisheimið í Vági? (sum var ein polittiskur rossa­handil) Hvussu nógv kostaði tekn­iski skúli í Klaksvík við um- og útbyggingum og játtanum, sum eingin visti, hvat skuldi brúkast til. Skal ikki undra, um onk­ur norðoyapolitikari eisini kem­ ur við uppskoti um at flyta mari­timu út­búgv­ing­ar­nar og byggja nýggjan Vinnu­há­ skúla í Klaksvík. Studentaskúlin og HF skeiði á Kamsdali, fiski­ vinnu­skúlin í Vestmanna, og aðrar verkætlanir við? Veit ikki, hvussu nógvir næm­ing­ ar samanlagt eru á hesum skúlum, men neyv­an er tað líka nógv, sum Markna­gils­ æt­lan­in skal rúma. Har tosa vit um umleið 1.300 næm­ ing­ar árliga, so hettar krevur góð­ar umstøður. Eisini er vert at nevna, at tað almenna ikki hevur bygt nak­að av týdningi í Tórs­ havn­ar kommunu síða­ni 1983, tá ið Føroya handils­kúli var bygdur. Eitt annað, sum upptekur meg rættuliga nógv, er tann stóri munurin á innkomnu til­boð­unum. Eitt sum er í eyga fall­ andi er, at her er serliga ein útlendsk fyritøka sum skar­ ar framúr. 138,8 mió???? Næsta útl fyritøka, 158 mió Føroysku fyritøkurnar ávika­ vist 171/185 mió. Hvussu ber tað til? Kann tað hugsast, at tað ikki eru føroyskar lønir, teir kalku­lerða við??? Ella hevur man tryggjað sær, at so er?? Eg veit bara eitt, útlendsk feløg hava fyrr gjørt almenn arbeiðir í Føroyum, utt­an at okkara, ella onnur fag­fe­løg, eg havi tosað við, hava átt nakran lim á arbeiðs­plássi­ num. Hettar eiga myndugleikar okk­ara at kanna fult út, tí um tað er rætt, sum eg sigi, ja so er tað einki minni enn kapp­ingaravlagandi ímóti okkara heimligu fyritøkum, sum yvirhalda føroyskar sátt­málar, og átti tað at havt al­menn­an áhuga. Vit hava í øllum førum grundaðan mis­tanka um, at so er. Tó skal sigast, at tær allar flestu út­lendsku fyritøkurnar hava yvirhildið føroyskar sátt­mál­ar. Tað eigur eisini at verða nevnt, at arbeiði av at gera skúlan í størstan mun eigur at kasta pening (skatt/og annað) av sær til tað føroyska samfelagið, og tað ger tað ikki/ella í minni mun, um útlendingar koma at byggja. P.S. Er tað bert prísurin, sum er avgerandi, kunna vit tað sama fáa kinesarar heim at gera arbeiðið. Tað hevði verið upp­aft­ur bíligari. 475 milliónir fyri Marknagil, og hvat so?