mánadagur 3. september 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Misálit: Leivur inn og Bjørn út
Jógvan Poulsen
Formaður í Havnar Framburðsfelag
Dagfinnur Danbjørg
Leivur Harryson má inn
aftur í Mentamálaráðið, og
Bjørn Kalsø má frá, um nakað
dism av rættarkenslu skal
vera eftir í samfelagnum.
Bjørn hevur, eftir ongari
tíð, traðkað tveir dugnaligar
embætismenn í flórin, bara
tí hann finnur tað fyri gott.
Fyrst
Hans
Jóhannes
á
Brúgv og síðan Leiv Harry
son. Eisini hevur hann sett
eina heila setanarnevnd til
viks.
Er tað ikki pláss fyri
professionellum
embætis
fólki í føroysku umsitingini?
Hægsta
aðalmál
hjá
landstýri og embætisfólki
er at fyrisita eftir galdandi
lógum, reglum og siðvenju.
Eisini skulu
embætisfólk
tryggja, at avgerðir verða
tiknar á góðum grundarlagi,
m.a. við setanarnevndum til
týðandi størv. Bjørn ynskir
at taka ógrundaðar avgerðir
og skelda seg fram til úrslit.
Tíðin er farin frá hesum
arbeiðshátti, tí í dag hava vit
eitt embætisverk, sum altíð
skal tryggja, at støðið verður
hildið. Bjørn var ógegnigur at
taka avgerð, fyrst og fremst
tí hann er óvinur við Hans
Jóhannes á Brúgv.
Tá landsstýrismaðurin fer
út um mark og tekur ógrund
aðar avgerðir ímóti givnum
tilmælum, er tað ein skylda
hjá aðalstjóranum at rópa
varskó og ikki bert ein rættur.
Tað skulu góðar grund
gevingar til fyri ikki at fylg
ja eini innstilling frá eini
setanarnevnd, og um lands
stýrismaðurin ivast í ein
hvørjum, eigur hann at lata
setanarnevndina taka støðu
til ivamálini og spyrja, um
hetta broytir innstillingina.
Í Leivi Harryson, aðal
stjóra og fyrrverandi lands
grannskoðara, hava vit ein
embætismann,
sum
torir
at tala Róm ímóti og seta
neyðugu spurningarnar eisi
ni til hægstu myndugleikar.
Torir at seta røttu
spurningarnar
Leivur torir at seta røttu og
uppklárandi spurningarnar.
Bara fyri at taka eitt dømi av
mongum, so tordi Leivur at
seta spurning við, hví Richard
Mikkelsen, fyrrverandi dansk
ur
tjóðbankastjóri,
hevði
sitið við øll fundarborðini,
tá føroyingar blivu snýttir
til at taka alla ábyrgdina
av
bankaskrædlinum
í
90-árunum. Hesin spurning
urin og eitt notat frá Leivi í
1993 vóru startskotið til ta
nógv umrøddu bankakann
ingina, sum endaði við, at før
oyingar sluppu undan at rinda
umleið 2,5 milliard krónur fyri
tann svikaliga bankahandilin.
Sum embætismaður og
tænari landsins hevur Leivur
eina nógv størri tyngd enn
nakað annað embætisfólk,
ið eg kann koma í tankar
um. Møguliga er tað vektina
í orðunum hjá Leivi, sum
Bjørn ræðist.
Koma fleiri
ógrundaðar avgerðir?
Spurningurin er, um Bjørn
bara banar vegin fyri øðrum
ógrundaðum avgerðum.
Ætlar
Bjørn
at
flyta
Vinnuháskúlan til Klaksvík
ar við einum pennastroki?
Skuldu nøkur høvd bara
rulla áðrenn, sum liður í fyri
reikingunum?
Møguliga ynskir Bjørn
ikki ein aðalstjóra, sum er
so mikið væl fyri fakliga,
at hann dittar sær at seta
spurning við ógrundaðar av
gerðir.
Hevnd fyri svágin
Tað er ein sannroynd, at Hans
Jóhannes á Brúgv segði svág
Bjørns Kalsø úr starvi fyri
eini tíð síðan. Spurningurin
er tí, um grundgevingarnar
fyri uppsøgnini av Hans Jo
hannus á Brúgv eru samrøð
ur heima við døgurðaborðið
millum Bjørn og svágin.
Hetta má kallast leyst og
subjektivt grundarlag, og
setir eisini spurning við, um
landstýrismaðurin er ógegn
igur í avgerðini.
Tá
so
Leivur
krevur
objektivt grundarlag, rull
ar
hansara
høvd
eisini.
Setanarnevndin er m.a. til
fyri at sleppa landstýris
manninum undan gegnis
trupulleikanum, men Bjørn
setti sjálvur nevndina og
gegnisverjuna til viks.
Misálit á Bjørn
uppá sítt pláss
Eftir mínum tykki er grund
arlag fyri einum misáliti á
Bjørn Kalsø. Um missálit á
Bjørn Kalsø verður reist í
Tinginum, so mæli eg ting
limum Fólkafloksins til at
atkvøða fyri. Bjørn má frá í
stundini, soleiðis at skaðin
kann bøtast mótvegis Leivi
og Hans Jóhannes.
Onnur embætisfólk
eiga eisini at tala at
At løgmaður kann snarast
og dreyast, vita vit øll, men
at landsins hægsta embætis
kvinnan,
Marjun
Hanus
ardóttir, ikki torir at taka
støðu í hesum málinum, er
álvarsamt.
Tað er eisini ørkymlandi
at hoyra Marjuna staðfesta
í útvarpinum, at um avgerð
in at taka starvið frá Leivi
er skeiv, so verður bert eitt
endurgjald goldið, og so er
sakin úti av verðini. Tað er
margháttligt, at landsumsit
ingin heldur vil gjalda seg frá
skeivum avgerðum, enn at
viðgera málið og taka rættar
avgerðir.
Vónandi verða Leivur og
Hans Jóhannes settir aftur
í størvini, og vónandi lærir
Bjørn Kalsø síni skúlating.
Hornasteinurin
í
klepto
kratiskum
stýriformi
er
nepotisma
við
vina-
og
kenningapolitikki, har land
sins ognir og størv verða til
lutað eftir nepotismufram
ferðarhátti í tann mun, tað
á nakran hátt kann lata seg
gera.
Vit hava sæð og síggja tað
innan fiskivinnuna, og vit
hava eisini sæð og síggja tað
innan stjóra og aðalstjóra
setanir.
Men hesin politikkurin er
nógv meira útbreiddur enn
mong geva sær fær um.
Flestu fólk vakna fyrst,
tá tey sjálvi ella ein av teirra
egnu
verður
útsett
fyri
órættvísum avgerðum or
saka av førdum vina- og
kenningapolitikki.
Hesin ódámligi og órætt
vísi politikkur eigur sjálv
andi at verða steðgaður sum
skjótast.
Eitt vælvirkandi demo
krati við neyðugum eftirliti
er vegurin burtur úr óreiði
ligum avgerðum - óansæð
um tær koma frá høgru ella
frá vinstru.
Lat okkum tessvegna taka
lógvatak saman og seta kós
móti einum veruligum demo
kratii og annars ikki steðga á,
fyrr enn vit eru komin á mál.
Hetta vildi ikki bert gagna
okkum, men eisini eftir
komarum okkara í stóran
mun.
Kleptokratiið við innbygdari nepo
tismu má víkja fyri demokratinum
Tað skulu góðar grundgevingar til
fyri ikki at fylgja eini innstilling frá
eini setanarnevnd