mánadagur 3. september 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Bøssabrúdleyp: hvat til mein
vitis er tað nú fyri nakað?
Ein og hvør, sum spyr seg
sjálvan,
hvussu
hjúnalag
fyri samkynd endaði sum tað
stóra kjakevnið í Evropa, og
nú eisini Føroyum, kann ikki
annað enn konkludera, at
hetta er tað mest evnaveika
og hamkenda kravið í nýggj
ari tíð.
Har er ongin massarørsla
fyri bøssabrúdleypum, ongir
gøtubardagar ella ógvuslig
misnøgd millum samkynd og
tess bláoygdu stuðlar. Og tað
kann eiheldur koma óvart
á nakran, tí søguliga hava
samkynd als ikki havt hug at
spleysast.
Einki í kjakinum um
bøssabrúdleyp heldur. Einki.
Eitt nú verður rætturin
hjá samkyndum at giftast
samanborin við stríðið ímóti
kvinnukúgan og kravið hjá
myrkum amerikumonnum
um
borgararættindi
mitt
í síðstu øld. Men hetta er
eins høpisleyst sum at negla
súltutoy til gólvið. Hasi, ið
krevja bøssabrúdleyp, hava
ikki marsjerað í mánaðir og
ár ella verið konfronterað av
vatnkanónum ella bítskum
hundum, framt boykott ella
vágað fongsulsrevsing.
At tað hevur verið so
lætt at fáa bøssabrúdleypið
á breddan, og frá at hava
verið ein spurningur fyri ein
evarska lítlan minniluta til
nú at vera mentanarbardagi
numero uno, er ikki bara ill
boðandi, men opinberandi.
Tí surrealistiska kravið at
loyva samkyndum at giftast
handlar á ongan hátt um
frælsi ella javnrættindi, um
kærleika ella lukku, men
um at skaffa elituni eina
nýggja
moralska
missjón
at definera seg sjálva; eitt
amboð, har tey “tolerantu”
og rætthugsandi kunnu flas
ha sín moralska yvirluta fyri
teim fámæltu, teim heila
vaskaðu og óheimsborgara
ligu, kirkjufólki.
“Bøssabrúdleypið” er ein
maskinbyrsa, brúkt av LGBT
og øðrum supermodernistum
at demonstrera, at tey eru og
vita betri—tað merkir, eru
minni heilavaskað og meiri
umsorganarfull—enn
ein
miðal bíbliubýttur bygda
maður.
Sjálvvaldir bøssaforsprák
arir lýsa bøssabrúdleyp sum
ein logisk fylgja av seksti ára
stríðnum fyri javnrætt, men
gloyma, at flestallir týðandi
aktivistar sóu hjúnaskap og
familju sum eitt vandamál,
og bóðu um viðurkenning
fyri rættin at liva uttanfyri
hesar institutiónir.
Sum sagt, einki hongur
saman. Politiskt, fólksliga og
søguliga er bøssabrúdleypið
so illa rótfest, at tað hevði
givið meiri meining, um allir
løgtingslimir í morgin fóru
at práta um týdningin av, at
allar kvinnur í Kvívík skulu
búgva í igloum—okkurt við
at teirra javnaðarprestur vil
vísa sín solidaritet við ís
bjarnirnar á Norðpólinum.
Grundin til, at bøssabrúd
leypið følist sum um, at tað
kom burtur úr ongum, og
er nú allasteðs, er tí at hetta
er eitt fullvegis topp-niður,
elitert fyribrigdi. Rakstrar
mátturin aftanfyri broyting
ina er tí ikki nøkur verulig
svongd millum samkynd at
blíva gift, og ikki nakar fólks
ligur lystur fyri at kollvelta
hjúnaskapin. Bøssabrúdleyp
er ikki eitt veruligt evni, men
ein kulturellur signalberi,
eitt kosmopolitiskt blink
ljós, akkurát sum tá ið tú ert
í svartari blusu við ljósareyð
ari silkisloyfu á bringuni fyri
at vísa øðrum, at tú hugsar
um bróstkrabba.
Eins og við fordómafulla
og kriminelt simplistiska
spælifilminum
Priscilla,
Queen of the Desert, er boð
skapurin hjá LGBT-fólku
num: vit eru nútíðarslig og
fábulaktig, meðan tit, har
afturímóti, eru óupplýst og
ófantalig.
Altso, við at kunngera
tín treytaleysa stuðul til
bøssabrúdleyp, sleppur tú
at vera partur av klubbinum
og bíbliubuka og provokera
seinmentu fjøldina inntil
hon vísir seg frá síni apsalutt
ringastu síðu... fyri síðani at
sóla tær í tínum sansaleyst
vælupplýsta útsýni saman
við hinum í elituni.
Kortini, at síggja til, eru
tað bert dómadagsprofetar
og súrslignir menn sum eg,
ið fáa totalt útbrot av bøssa
brúdleypinum. Øll onnur
yppa øksl, meðan úrvalsligi
borgaraskapurin heldur tað
vera eitt must. Men tað haldi
eg ikki.
Og tað er ikki av átrún
aðarligum
ávum
(eg
eri
ikki serliga praktiserandi),
og bestemt ikki frá einum
anti-bøssa sjónarmiði (gubbi
elstu dóttrina er samkynd
ur, og so stuðli eg “rættin”
hjá samkyndum at ættleiða),
at eg eri ímóti bøssabrúd
leypinum. Men av klassiskt
liberalum ávum, at eg haldi,
at bøssabrúdleypið er eitt
óvanliga vánaligt hugskot
fyri øll.
Tað er ringt fyri tey, ið
longu eru gift, tí hetta er
ein liður í eini miskunnar
leysari atsókn at opna tvær
umráðandi
institutiónir,
hjúnaband og familja, fyri
statssneyting og býrokrat
iskari sosialstýring av sam
felagnum.
Politikarir lata seg freista
av hugskotinum um bøssa
brúdleyp, tí tað útstillar teir
sum “modernaðir”. Hartil
eru nakrir politikarir, teir
mest vinstravendu, ið stuðla
broytingini í hjúnalógini,
tí tað gevur teimum eina
statsgaranteraða rutu inn í
familjuna. Hetta er ikki bara
ein “lítil broyting”, hvat LGBT
arrogant vísir á.
Í øldir, líka síðani róm
verjatíðina, var familjan í
stórum brotum grundað á
hjúnabandið, og var betragt
að sum ein suveren eind,
fræls fyri endaleysari pilk
ing úr erva. Frá glúpska
fedraveldinum, ið eyðkendi
rómarafamiljuna, til idealis
eraðu kjarnufamiljuna í tjúg
undu øld hevur institutiónin
“hjúnalag” verið nakað eks
tremt privat. Tað vardi fólkið
frá statsligari uppíblanding,
Ein hvíldarstaður, eitt helle.
Tey ráðandi hava altíð
følt eina innantrongd at
blanda seg uppí familjuna og
hjúnalívið. Men tey kláraðu
tað aldri. Kravið um bøssa
brúdleyp fer tó at broyta
hetta. Til dømis, orð sum
“maður” og “kona”, framúr
populer og rósverdug orð,
verða ikki longur at finna
í formligum skjølum, tí tey
verða avlosyt av “partnari”
ella “felagi”.
Slík topp-niður umskriv
ing av hugtøkum er sjálvandi
meiri enn bert eitt málsligt
trikk, tí hon sigur nakað um
myndugleikans ynski at um
væla sjálvt innihaldið. At
aldargamlir samleikar sum
maður og kona, mamma
og pápi, ið hava djúptøkna
meining fyri túsundtals før
oyingar, bara soleiðis kunnu
skolast burtur tí LGBT-arir
vilja flagga sín eksistens,
vitnar um hvussu lætt tað
verður hjá statinum at óróg
va okkara friðskjól.
Eg meini, um tú ikki long
ur ert “mamma”, men ístaðin
“foreldur 1”, hvat eksakt fer
tá at forða fulltrúum, sum jú
skaffaðu tær hatta heitið at
byrja við, í at bestemma, at tú
ikki gert eitt nóg gott arbeiði,
og at foreldur 2, 3 ella 4 burdi
fingið møguleikan?
Nøkur spyrja ivaleyst: og
hvat so, um kampanjan fyri
bøssabrúdleyp er eitt sindur
forkølað og snobbut? Er
tað ikki vert tað, um vit av
hesum fáa meiri javnstøðu?
Men sjálvt í sjálvum sær
er tað eitt etsandi hugskot,
og tað av fleiri grundum.
Millum annað, at samkynt
hjúnalag er ein tankaleys
og hamrandi ótolerant gerð,
ein mentanarlig devaluering
av siðvandum hjúnaskapi,
ið nøkur tíverri hava dekan
lætt við at dissa í eini handa
vending. So, nei!, tað er ikki
vert tað.
Niðriundir
kjakinum
um bøssabrúdleyp er ein
relativistiskur mótvilji at
skilja ímillum ymisk sløg av
skyldskapi. Bøssakærleiki er,
innanst inni, eitt samband
millum tvey fólk. Siðvant
hjúnalag er ikki. Tað er ein
institutión, eitt ótal av fólki
fara inn í av nøkrum heilt
serligum orsøkum. Tað er eitt
samband millum ein mann
og eina konu, sum sera ofta,
men ikki altíð, er til fyri at
“føra ættina víðari”, og sum
bindur handa mannin og
hasa konuna til eina ørgryn
nu av øðrum pørum, til eitt
samfelag.
Ókey, tú heldur kanska, at
hjúnalagið sum institutión
skal niðurskrivast og lækka
í tign, ella viskast. Óført.
Men so argumentera fyri tí,
opið og erligt. Tí ongin nýtur
gott
av
opportunistiska
gabbinum, har tú vilt hava
okkurt... tí hini hava tað.
Fakta er, at hjúnalagið
ikki bert snýr seg um samlív
ella samlag, tað snýr seg
ikki eingong um at hava eitt
intenst samband. Søguliga
hevur hjúnalagið snúð seg
um nógv meiri enn tað; um
at skapa eina eind við egnum
reglum, viðurkend av stati
num sum eitt serskilt sam
veldi. Jú, nøkur pør enda í
hjúnalagnum av heilt øðrum
grundum,
vegna
status,
praktiskum grundum, fyri at
spæla idiot ella fyri at halda
eitt ordans ball.
Men tað er ikki motivið hjá
tí einstaka, ið er til umrøðu,
men substansurin í eini feitari
institutión. At klamsa saman
eitthvørt menniskjasamband,
so at alt frá bøssakærleika til
eitt kristið par, ið hevur hug
at fara í song fimm ferðir
fyri at fáa fimm børn, verður
homogeniserað til hugtakið
“hjúnaband”, tænir ongum.
Tað tænir ikki samkyndum
pørum, hvørs “hjúnaband” fer
at hava lítla søguliga dýpd og
ongan nútíðar relevans. Og
tað tænir eiheldur teimum, ið
longu eru gift, tá ið nógv teirra
halda, at bøssabrúdleypið er
átrúnaðarliga ótolerant og
undirgravar teirra samleika.
Nýligi LGBT-taktikkurin,
har samkynd við vantandi
sjálvsáliti,
og
politiskt
tóm listafólk, partú skulu
leita til djór so at próg
va sín eksistens, er nokk
so umboðandi fyri bøssa
mentanina 2012. Seriøst...
leita eftir “prógvum” fyri
homoseksualiteti í djóraverð
ini. (Bøssaaktivistar hevda
jú, grundað á b-vísindi, at
hvør vera, líka frá vespum
til vatnhestar, vísir homo
seksuella atferð, og tí er tað
“natúrligt”.)
Henda ørliga leitan eftir
eini útvortis legitimatión
fyri bøssakærleika sigur ikki
heilt onki: mannminkandi
fara nøkur samkynd ígjøg
num pseudo-vísind fyri at
naturalisera sín kærleika
fyri síðani at normalisera
hann
via
bøssabrúdleyp.
Via statsaksept. Bæði tvey
avdúka ein grundleggjandi
mangul uppá sjálvsvirðing
og misálit til bøssarørsluna,
sum fyrr bara geylaði: “We’re
here, we’re queer, get used to
it.”
Sig tí “nei” til bøssabrúd
leypið! Gev politiska klassa
num og frelstum elitubøss
um, sum upp í saman tosa
um toleransu, fingurin. Eg
spyrji bara: “Toleransu fyri
hvønn?”
So lýsi eg tykkum nú felaga 1 og felaga 2 at vera bæði fyri Guði og monnum:
Hví bøssabrúdleyp er ringt, ringt, ringt!
Boðskapurin hjá LGBT-elituni er einfaldur: vit eru nútíðarslig og fábulaktig,
meðan tit, harafturímóti, eru óupplýst og ófantalig