Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Frida Zachariassen hevði 24. sept í ár verðið 100 ár. Í hesum sambandi skipar Nor­ ð­oya Listafelag fyri fram­sýn­ ing við verkum eftir Fridu Zach­ar­i­as­sen í Skúlanum við Ós­ánna 15. og 16. sept. 2012. Talan er um somu úr­vals­ fram­sýning, sum var í summ­ ar á Norðurbryggjuni i Keyp­ mann­a­havn. Frida var virkin lista­ kvinna og tekning hevði hennara stóra áhuga heilt frá ung­um. Hon tók tekni- og mál­i­skeið í Danmark og ensk­ an tekn­i­brævskúla. Frida fór ikki á Kun­st­aka­demi­ið, tí hon helt, at tað mundi verða tor­ ført at liva av listini. Frida Zachariasen gekk á hand­i­ls­skúla í Danmark og fekk skri­v­stov­u­útbúgving har. Men listin fylgdi alla tíð­ ina við. Hon teknaði, mál­aði vatn­litsmyndir og olju­mál­ ningar, sum lýstu ger­and­is­ dagin og umhvørvið í Klaks­ vík og aðrastaðni. Frida var kend og vird list­a­kvinna í síni sam­tíð í øll­um norð­ an­londum. Frida he­v­ ur mynd­prýtt bøk­ur og sjálv skriv­að bøkur t.d. Strev í mál­røkt og Brún og brá. Tá ið framsýningin letur upp verð­ur tón­leikur á skránni, Malan Marnersdóttir held­ur fyr­i­list­ur um listina hjá Fridu, og Karin Jacobsen greið­ir frá, hvussu hon minn­ ist Fridu Zachariassen, sum hon var skyld við og hevði nógv samskifti við. Listaframsýningin við verk­um eftir Fridu Zac­h­ar­i­ as­sen letur upp í Skúlanum við Ósánna leygardagin 15. sept. 2012 kl. 15. og er eisini op­in sunnudagin 16. sept. 2012. Dávur Winther Okkurt er kanska um orðini, at hon­ um, ið nógv hevur, skal verða giv­ið. Í øllum førum er tað onkur, sum held­ur í so nógv um eg­in av­rik. Eitt dømi um tað er frá­koyrdi banka­ stjór­in í Eik Banka, sum mána­dag­ in hevði drig­ið bank­an í rætt­in, tí hann vil hava bankan at gjalda sær yv­ir tríggj­ar mill­i­ón­i­r krón­ur, sum hann held­ur seg eiga til góðar hjá banka­num. Tað má vera markleysur frekleiki og gram­leiki út um alt mark, at ein mað­ur, sum hev­ur sit­ið við evstu á­byrgd av Før­oya Spari­kassa og Eik Banka øll hesi ár­ini, tá tann sið­ bundi og sterki pen­ing­a­stovn­ur­in und­ir á­byrgd­a­leys­ari leiðslu varð rik­in so í óføri, at fleiri mill­i­arda­v­ irði fóru fyri skeytið. Tað er ein veruleiki, at stjórarnir báð­ir hava fing­ið om­an fyri 40 mill­i­ ón­ir krón­ur í løn ár­ini frá 2000-2011. Tá gal­skap­ur­in topp­aði í 2007 fingu teir 6.339.000 í árs­løn til­sam­ans. Marn­er Jac­ob­sen fekk 4.252.000 krón­ur, og Bjarni Olsen 2.087.000 krón­ur um­framt aðr­ar á­góð­ar sum eitt nú frí­an bil og tele­fon. Uttan iva hevur nevnd bankans hild­ið, at banka­stjór­ar­nir hava gjørt eitt gott ar­beiði, men tað end­aði alt­ so ikki væl. Bank­in fór á heys­in av van­stýr­ing og vána­lig­ari leiðslu. Nevnd bank­ans fekk sama tíð­ar­ skeið yv­ir 13 mill­i­ón­ir krón­ur í løn – sum topp­aði í 2009, tá nevnd­in býtti sær góð­ar tvær mill­i­ón­ir í løn. Jú víst skulu fólk í leiðandi størv­ um hava góð­ar løn­ir, tí við góðu løn­ ini fylg­ir eis­ini stór á­byrgd. Men tað er ikki júst á­byrgd, sum hev­ur eyð­kent verk­ið hjá leiðsl­uni í Eik Banka – men tvørt­ur­í­móti størsta á­byrgd­ar­loys­ið, sum vit hava sæð í før­oyska fíggj­ar­heiminum. Tað skríggjar eisini langan veg av in­komp­e­tansu, tá ein banka­ nevnd kann gera slík­ar av­tal­ur, sum nevd­in í Eik Banka gjørdi við stjór­ ar­nar, sum fóru til hús við lyfti um 30 feit­ar mán­að­ar­løn­ir í part – ella til­sam­ans um 12 mill­i­ónir krón­ur. Tað er einki minni enn ein sjálv­ fylgja, at nýggja leiðslan í bank­a­ num burt­ur­vísti stjóru­num utt­an løn. Hvat er tað, sum rætt­vís­ger, at frá­koyrdu stjór­ar­nir skulu hava eitt gylt lógva­tak upp á 12 mill­i­ón­ir fyri at pá­draga øðr­um tap upp á flei­r­i mill­i­ard­ir? Hevði tað av øllum illum ver­ið fyri at savna peng­ar til børn o. o. sum vórðu lokk­að at kon­ver­t­era eitt nú dóps- og kon­firm­a­tións­ peng­ar til part­a­brøv, so hevði tað kanska givið mein­ing. Men halda teir seg hava rætt til peng­ar­nar, so er tað prógv um tað himm­al­róp­andi á­byrgd­ar­loy­s­ið, í ov­astu leiðsluni, sum koyrdi Eik Banka á heysin. Stjórarnir hava fingið yvir 40 mió kr í løn síðani 2000 Manskórið í Eb­e­ nezer fer til Íslands við Norrønu mána­ dag­in 10. septembur og verður aftur á Havn­ini hós­dagin 13. sept­ember kl.15. Vitj­að verður á Ak­ ur­eyri og Eysk­i­firði, har sungið verð­ur í kirkj­u­ num. Kórið er eitt kristiligt mans­kór, sum varð stovnað fyri 7 árum síðani, og leið­ ar­ar eru Eli Smith og Jens Chr. Guttesen. Kórið hev­ur ferð­ast nakað í Før­o­y­um hesi sjey árini, har teir hava bor­ið fram anda­liga boð­ skap­in bæði í vitn­isburði og vøkr­um mansrøddum. Nú gongur leiðin til Ís­ lands á fyrsta sinni. Hetta er eisini fyrsta ferð­in mans­ kórið ger utt­an­lands­ferð. Ferðin er skipað sum eitt al­ment ferðalag, har øll eru væl­komin at melda seg til – hetta merkir tó ikki, at ein skal syngja við í kór­i­num. Á ferðini yvir og á ferð­ini heim kemur kórið at hava sangløtur umborð. Eis­ini verða bíbliutímar um­borð, sum Páll á Lakjuni og Poul Jó­han Djurhuus koma at hava. Farið verður av Havnini mán­a­dag­in 10. septembur kl.14.00. Komið verður á Seyð­is­fjørð­in kl.09.00 týs­ morgunin, og tá verður far­ ið bein­an­vegin til Akur­eyr­ ar við føroyskum bussi ella bussum, alt eftir hvussu nógvir luttatakarar eru. Steðgað verður á Egil­støð­ um. Mikumorgunin verður vitj­að í samkomusalinum Sjó­nar­hæð, har vit fara at syngja saman við mans­ kóri­num­. Síðan verður leiði­n sett móti Seyðisfirði, har steðgur verður gjørdur við Mývatn, og tað verður møg­u­leiki at svimja í heitu keld­unum­. Áðrenn farið verð­ur til Seyðisfjarðar, har Norrøna liggur og bíð­ ar, verður vitjað á Eyski­ firði. Har bjóðar prest­urin manskórinum og ferð­a­ lag­num vælkomnum inn í kirkj­una, har kórið fer at fram­føra. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Manskórið til Íslands Gylt lógvatak í ábyrgdarloysi Framsýning Fridu Zachariassen til heiðurs Tá risin svevur á pengunum Hanus samró kjak á síðu 19 Jørgen rennur und­an veru­leik­a­ Aksel v. Johannesen kjak á síðu 19 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000