mikudagur 5. september 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2012 - Nr. 103
KANN GERA ALLAN MUNIN
Tórshavn er einasti høvudstadur í Norðanlondum við minkandi fólkatali. Ein orsøk
til tað er, at her er vorðið ov dýrt at búgva. Serliga stórt er trýstið á barnafamiljurnar
og tey, sum nýliga hava sett búgv. Tað hevur tí avgerandi týdning, at vit gera tað
rúmsháttari hjá barnafamiljum í kommununi.
Framsókn fer tí eftir kommuvalið at arbeiða fyri einum munandi øktum barna-
frádrátti ella — um vit fáa allan okkara vilja — einum beinleiðis kommunalum barna-
kekki til all børn og ung upp til 18 ára aldur í Tórshavnar Kommunu. Kekkurin skal
“fylgja barninum", t.v.s at tey ella tann, sum hevur barnið hjá sær, fær kekkin.
VIT MUGU FÁA FAMILJURNAR AT STØBDAST
Hóast skattalættin fyri håinntøkurnar var neyðugur, so vísir Landsbankin á — eins
og vit í Framsókn hava gjørt - at lættin hjá landsstyrissamgonguni enn ikki sæst
aftur í nýtsluni. Skattalættin røkkur heilt einfalt ikki nóg breitt. TÍ mugu vit alt fyri
eitt taka stig til at fáa familjurnar í at stødast í hevuðsstaðnum. Ein hækkaður,
kommunalur barnafrádráttur, goldin út umvegis ein barnakekk, kann gera allan
munin.
LIBERALUR
TJODSKAPARFLOKKUR
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
FLEIRI JALIG ÅRIN
Framsókn fer at arbeiða fyri at hækka "barnafrådråttin” úr 5.500 krónum upp í
11.500 krónur árliga. Hetta fer at hava fleiri jalig árin. Í fyrstu atløgu gevur kekkurin
barnafamiljunum munandi størri fíggjarliga rúmd. Í aðrum lagi fer hann beinan-
vegin at økja um nýtsluna og seta størri ferð á býarsamfelagið. Í triðja lagi kann
hann útvega nýggj arbeiðspláss og soleiðis fleiri skattakrónur til kommununa.
Barnakekkurin fer at kosta Tórshavnar Kommunu umleið 28,8 milliónir krónur
afturat um árið. Hetta er ein rett raðfesting, sum uttan iva kann venda gongdini í
ommununi - bæði so og so.
500 KR MEIRA UM MÁNAÐIN TIL HVORT BARNIÐ
Fyri familjurnar fer barnakekkurin at virka soleiðis, at tær frá kommununi fara at
fáa 958 krónur í staðin fyri 458 krónur um mánaðin fyri hvert barnið. Hækkanin í
tøkum peningi er sostatt 500 krónur um mánaðin fyri hvert barni.
Framsókn fer at bjóða seg fram til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu við
ftøkiligum loysnum til, hvussu vit skapa trivnað í kommununi.
Framsókn og valevni floksins í Tórshavnar Kommunu.
VITJA OKKUM Á FRAMSOKN.FO OG FACEBOOK.COM/FRAMSOKNFO
Sosialurin
FESTI