mikudagur 5. september 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avgerð
mín var røtt
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður hevur ongar ætlanir um at broyta avgerðina um setan av stjóra
á Vinnuháskúlanum. Hann hevur fingið nógvar ákoyringar seinastu vikurnar, men hann tekur
hann sær tær ikki nær, tí hann er sannførdur um, at avgerðin var fullkomiliga røtt
Randi Jacobsen
Líka síðan Bjørn Kalsø, lands
stýrismaður 30 juli tók avgerðina
um at seta Vilhjálm Gregoriussen
í starv sum nýggjan stjóra á
Vinnuháskúlanum, hevur telefon
hansara ringt tíðliga og seint, og
sms-ini hava verið nógv.
- Tey allar flestu hava stuðlað
mær i avgerðini. Summi hava
funnist at, men tað hevur ikki
gjørt mær nakað. Eg havi alla tíð
ina hvílt fullkomiliga í mær sjálv
um, tí eg eri sannførdur um, at eg
tók rætta avgerð.
10 umsøkjarar vóru til starvið,
og setanarnevndin innistillaði
tríggjar teirra.
Bjørn Kalsø var ikki samdur í
innstillingini, tí hann sá nakrar
veikleikar í tilmælinum. Eitt nú
helt hann ikki, at innstillingin var
nú væl grundað í útbúgvingunum
hjá umsøkjarunum, og tí setti
hann setanarnevndini nakrar
spurningar.
Bæði setanarnevnd og aðal
stjórin vóru samd við honum í, at
Vilhjálmur Gregoriussen var nógv
tann best útbúni umsøkjarin í
mun til orðingarnar í lýsingini
eftir stjóra. Og løgfrøðiliga ráð
gevingin í Mentamálaráðnum og
nú fyrrverandi aðalstjórin søgdu,
at avgerðin bæði var lóglig og sak
liga grundað.
Bjørn
Kalsø
hevur
fingið
ákoyringar fyri ikki hava sett
tann umsøkjaran, sum setanar
nevndin innstillaði sum nummar
eitt í starvið.
Kundi ikki gerast øðrvísi
- Men tað kundi eg ikki gera, tí
hin var so nógv betri útbúgving
og hevði so nógvar royndir. Tað
hevði ikki borið til at valt nakran
annan umsøkjara, sigur Bjørn
Kalsø.
Áðrenn hann tók avgerðina,
tryggjaði hann sær tó at hava
heimild til ikki at seta nummar eitt
innstillaða í starvið. Umframt at
ráðføra seg við innanhýsis løgfrøð
ina í ráðnum, spurdi hann seg eisini
til ráðs hjá uttanhýsis løgfrøðingi.
- Tað hevði eisini verið løgið,
um eg hevði skyldu til at fylt inn
stillingini hjá setanarnevndini,
tí so kundi setanarnevndin tað
sama verið setanarmyndugleiki,
men
setanarmyndugleikin
er
landsstýrismaðurin, sigur Bjørn
Kalsø.
Hann hevur verið lagdur undir
at tikið avgerðina í hevnisøku,
tí undanfarni stjórin á Vinnu
háskúlanum segði svágin hjá
Bjørn Kalsø úr starvi fyri nøkr
um árum síðan. Tá vórðu tríggir
lærarar uppsagdir vegna vant
andi útbúgving.
- Vónandi trýr eingin upp á
slíkt. Tað eru eisini komin inn
dulnevnt skriv til Mentamála
ráðið í hesum málinum, men eg
havi ikki lisið tey. Eg spurdi um
sitingina um nakað so grovt var
í brævinum, at eg skuldi beina
tey víðari. Tað var tað ikki, og so
er ikki meira at siga um tað, sigur
Bjørn Kalsø.
Stjórin á Vinnuháskúlanum
var áramálssettur, og sum ára
málssettur fekk hann eyka løn.
Tí hevði hann einki krav um at
verða settur aftur. Áður bar til
at lýsa størv leys og viðmerkja,
at skikkaður umsøkjari var til
starvið. Tann tíðin er farin og
skulu allir umsøkjarar viðfarast
eins í mun til teirra kvalifikasjón
ir, sum skulu svara best til orðing
arnar í lýsingini.
Bikarið fleyt yvir
Mong fólk vóru bilsin, tá ið tað
frættist, at Leivur Harryson hevði
sagt seg úr starvi sum aðalstjóri
í Mentamálaráðnum, og tað kom
fram, at samstarvstrupulleikar
vóru millum landsstýrismannin
og aðalstjóran.
Sambært Bjørn Kalsø komu
samstarvstrupulleikarnir ikki í
orsakað av av málinum um stjóra
setanina á Vinnuháskúlanum.
Men hesi málini hava stungið seg
upp í miðlunum samstundis, og
tað var hetta, ið fekk bikarið at
flóta yvir.
Henda eina morgunin spurdi
hann í Mentamálaráðnum eftir
innanhýsis løgfrøðini. Aðalstjórin
svaraði, at allar vóru í summarfrí
uttanlands. Skuldi hann hava
fatur á løgfrøðingi, mátti hann
finna hann sjálvur.
- Eg eri ikki ein maður, sum
rópi hart, men eg hevjaði kanska
røddina eitt sindur, tá ið eg segði,
at aðalstjórin átti tað uppgávuna,
og at hann hevði at finna ein
løgfrøðing sama fyrrapart, sigur
Bjørn Kalsø.
Hann er fegin um, at hann
vendi sær til løgmansskrivstovu
na um at fáa nýggjan aðalstjóra,
tá ið sambandið teirra millum ikki
riggaði.
- Kunnu landsstýrismaðurin
og aðalstjórin ikki samstarva, so
steðgar alt upp.
Bjørn Kalsø sigur, at hann ikki
kundi liva við teimum ósannind
um, sum aðalstjórin bar fram, at
hann var gingin uttan um hann
og ikki hevði fylgt vanligum
mannagongdum, tí hann hevur
fylgt
øllum
fyrisitingarligum
reglum uttan at fara uttanum
aðalstjóran og hann hevur heldur
ongan trýst í ráðnum.
- Hasi málini stressaðu meg
ikki so nógv, men tey komu at
fylla nógv í mínum arbeiði, og tey
høvdu í nakrar dagar við sær, at
nóg góðar stundir ikki vóru til
aðrar neyðugar uppgávur.
Bjørn Kalsø er fegin um nýggja
aðalstjóran, hann hevur fingið,
Poul Geert Hansen, sum hann
væntar sær gott samstarv við. Og
í ráðnum eru dugnalig starvsfólk.
Hann sigur, at frá hansara síðu
eru málini um stjórasetan og um
aðalstjóran avgreidd. Nú vil hann
sleppa víðari, tí tað standa fleiri
spennandi og nýggjar avbjóðing
ar fyri framman.
í meldrinum
- Tað hevði eisini verið løgið, um eg hevði skyldu til
at fylt innstillingini hjá setanarnevndini, tí so kundi
setanarnevndin tað sama verið setanarmyndugleiki