Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Ein avgerandi partur av stríðnum ímóti arbeiðs­loysi og fráflyting er út­búgv­ing­ ar­tilboð til bæði ung og til­ kom­in. Tað heldur Búskaparráðið, sum í nýggjari frágreiðing mæl­ir til at skapa enn fleiri útbúgvingarpláss í sam­ felag­num og at styrkja før­ leika­menningina av teimum ófak­lærdu. - Eitt amboð at fyribyrgja høg­um og varandi ar­beiðs­ loysi eru íløgur í út­búgv­ ing­ar­verkið sum heild, sig­ur Búskaparráðið í heyst­ fr­á­greiðingini, sum varð løgd fram mánadagin. Búskaparráðið mælir mill­um annað til, at fleiri næm­ingar verða tiknir inn á miðnámsskúlarnar, at fleiri íløgur verða gjørdar í miðallangar og longri út­ búgv­ingar í Føroyum, at fleiri almenn lærlingapláss verða stovnað, og at fólk, sum eru farin upp um fólka­skúla­ aldur, kunnu taka fyri­reik­ andi útbúgvingar til miðnám og aðrar útbúgvingar. Flyta av landinum Arbeiðsloysið í vest­ur­ heiminum er vaksið ógvus­ liga, síðani fíggjarkreppan byrjaði í 2007. Nógvastaðni hev­ur arbeiðsloysið ikki ver­ ið hægri síðani kreppu­ár­ini í 1930’unum. Føroyar eru eisini rakt­ ar av búskaparligu aftur­ gongd­ini, og við ársskiftið var arbeiðsloysið eitt skifti úti við 8 prosent, ið er tað hægsta, sum er skrásett í Før­oy­um síðani kreppuna í 1990’unum. Arbeiðsloysi er síða­ni tá líðandi minkað, og í juli mánaði varð arbeiðsloysi gjørt upp til 5,2 prosent - tað svarar til, at eini 1.400 fólk eru arbeiðsleys her á landi. Hetta er framvegis høgt í før­ oysk­um høpi seinastu árini. - Fyri samfelagið er sera óhepp­ið, at øll arbeiðsmegin ikki er í arbeiði. Arbeiðsmegi, sum ikki er í arbeiði, er eitt tilfeingi, sum ikki verð­ur nýtt í virðisøkingini. Arbeiðs­ loysi og tað at partur av ar­ beiðs­megini ikki verður nýtt­ur til fulnar er ein ørsøk til lága búskaparvøksturin í Føroyum og aðrastaðni í vestur­heiminum, sigur Bú­ skap­ar­ráðið. Ein onnur avleiðing av høg­um arbeiðsloysi í Før­oy­ um er, at fólk í størri mun flyta av landinum. - Tá ið nógv arbeiðsloysi er í Føroyum, sæst vanliga, at fráflytingin veksur. Fólk flyta til grannalondini at leita eftir arbeiði ella at út­ búg­va seg, sigur Bú­skapar­ ráð­ið, sum heldur, at hetta er ein orsøk til, at veruliga høgt arbeiðsloysi vanliga ikki verður skrásett í Føroyum, og at arbeiðsloysið er minkað seina­stu tíðina. Óvist við teimum ungu Í nógvum europeiskum lond­ um eru tey ungu serliga hart rakt av arbeiðsloysinum. Upp­gerð hjá altjóða felags­ skapi­num OECD vísur, at ar­ beiðs­loysið millum tey, sum eru 15-24 ára gomul, er sera høgt nógvstaðni. Í Danmark var ung­dóms­ arbeiðs­loysið í fjør 14,2 pro­ sent, í Noregi 8,6, í Íslandi 14,6, í Svøríki 22,9 og í Finlandi 18,9. Miðalarbeiðsloysið fyri tey ungu í Europa var í fjør 20 prosent. Tí ljóðar tað ikki eins ræð­andi, tá ið mett verður, at ungdómsarbeiðsloysið í Før­oy­um er millum 5 og 6 pro­sent, men Búskaparráðið sáar iva um hesi tøl. Bú­ skapar­ráðið heldur, at veru­ liga arbeiðsloysið mill­um ung í Føroyum kann verða hægri, enn almennu skrá­set­ ing­ar­nar benda á. - Til dømis taka fleiri ung út­búgv­ingar, hóast tey helst høvdu viljað verið í arbeiði. Í øðr­um lagi kunnu ung vera farin úr skrá­setingunum hjá A­r­beiðs­loysis­skipanini, orsakað av at tey hava verið í skipanini ta tíð, sum tey hava rætt til. Í triðja lagi er hugsandi, at ung ikki eru skrásett hjá Ar­beiðs­loysis­ skipan­ini orsakað av, at tey hava ikki havt arbeiði tíð­ ina, sum krevst fyri at verða skrásettur í skipanini, vísur Búskaparráðið á. Búskaparráðið mælir til, at skrá­set­ingar hjá ALS, Al­mannastovuni, Menta­ mála­ráð­num, TAKS, Lands­ fólka­yvi­r­liti­num og Mann­ tals­kann­ing­ini verða sam­an­koyrd, so at greiða fæst á veru­liga ung­dóms­ar­beiðs­ loysi­num í Før­oyum, og røttu til­tøk­ini har­við kun­nu verða sett í verk. Styrka útbúgv­ ingarstovnar Búskaparráðið mælir til, at útbúgvingartilboðini til tey ungu verða raðfest enn hægri. Ráðið heldur, at tað al­menna skal skapa fleiri pláss á miðnámsskúlunum og á teimum miðallongu og longu útbúgvingunum. - Flestu játtaninar til mið­ náms- og tekniskar skúlar eru hækkaðar nakað í 2012. Mælt verður til, at hendan gong­d­in heldur fram, soleiðis at fleiri næmingar kunnu tak­ast inn skúlaárið 2013-14. Fleiri skúlar hava munandi fleiri umsóknir, enn teir kunnu taka næmingar inn, sig­ur Búskaparráðnum. Tøl frá Mentamálaráðnum vísa, at av umleið 1400 um­ søkjarum, sum søktu um upptølu á miðnámi varíð 2012, vóru omanfyri 100 skikk­aðir umsøkjarar, sum ikki vórðu upptiknir á skúla, tí ov fá pláss vóru út­búgv­ing­unum. - Tað er sera umráðandi, at ung, sum ikki finna sær eitt arbeiði, fáa møguleikan at taka miðnámsútbúgving ella aðra útbúgving, sigur Bú­skapar­ráðið. Ráðið mælir eisini til, meira peningur verð­ur játt­ að­ur til hægri út­búgv­ing­ar­ stovn­ar, soleiðis at teir fáa tikið fleiri næmingar inn – eitt nú at Fróðskaparsetrið verður styrkt. Hjálpa ófaklærdum Tøl frá Arbeiðs­loysis­skipan­ ini vísa, at umleið helm­ ing­urin av teimum, sum eru arbeiðsleys, hava ikki aðra útbúgving enn fólka­ skúla­útbúgvingina. Úti við 60 prosent av teim­um arbeiðsleysu, sum eru yvir 40 ár, hava bert fólka­skúla­ út­búgv­ing. Ábendingar eru um, at arbeiðs­loysið millum tey ófak­lærdu í stóran mun stav­ar frá­ byg­nað­ar­ligum broy­t­ingum. Færri ófak­lærd ar­b­eiðs­pláss eru tøk í bú­ skapi­num nú, tí ávísar vinn­ ur eru minkaðar sein­astu ár­ini. - Tørvurin at byrja skip­ an við førleikamenning til fólk, sum hava lítla ella onga formliga útbúgving, er eyðsýndur, sigur Bú­ skapar­ráðið og vísur á, at Arbeiðsloysiskipanin ger ymisk átøk fyri tey ófak­ lærdu, og at hesi átøk eiga at halda fram og verða styrkt. Millum annað skulu ófaklærd kunna taka fyri­ reik­andi út­búg­v­ingar til mið­nám og aðrar útbúgv­ ing­ar. Arbeiðs­loysis­skipan­ in hevur í samstarvi við Menta­málaráðið og kvøld­ skúl­ar gjørt eina roynd við 10. floksfrálæru um dagin, og hetta lukkaðist so væl, at hildið verður fram við hesum í heyst í Havn og í Runavík. - Førleikar eru til staðar í landinum – til dømis á kvøld- og miðnámsskúlum – at bjóða tílíkar útbúgvingar og víðariútbúgvingar. Tað nýtist tí ikki at gerast serstakliga kostnaðarmikið at fara undir tílíka skipan í Føroyum, sigur Búskaparráðið. Starvsvenjingar kunnu eisini hjálpa arbeiðsleysum at koma víðari og finna nýggj arbeiði, og ALS hevur gjørt nógv við starvsvenjingar seinastu tíðina. Lærlingapláss Privatar fyritøkur og almenn partafeløg taka javnan inn lærlingar, men sum er eru sera fá lærupláss í al­menn­um stovn­um og ráðum. Sambært skráseting hjá Gjalds­ stovuni eru umleið 10 læru­ pláss í almenna geira­num – tá eru heil- og hálv­al­menn partafeløg, Strand­f­ araskip Landsins og elli­ sheim ikki tald við. - Ein háttur at minka ar­beiðs­loysi – serliga mill­ um ung – er tí at stovna fleiri almenn læru­pláss. Um­hugs­að eigur eisini at verða at eggja privata vinnu­lívi­num at stovna fleiri nýggj lærupláss, sig­ur Búskaparráðið, sum nevn­ir møguleik­an at stuðla privat­ um fyri­tøkum og læru­ meistar­um fíggjarliga, um tey taka inn lærlingar. - Stuðulin kann veitast sum beinleiðis fíggjarligur stuð­ul, ella við at tað almenna rindar størri part av lærlingalønunum ella av løn­unum í skúlatíðini. Tílikar skip­an­ir kunnu verða settar í verk eftir lutfalsligari stuttari tíð og áttu ikki at kravt nógv fyrireikingararbeiði. Tiltakið er sjálvsagt treytað av, at neyðug fígging verður tøk, sig­ur Búskaparráðið. Tilráðingarnar hjá Bú­ skapar­ráð­num leggja stór­an dent á, at íløgur í út­búgv­ing­ arv­erkið sum heild ikki bert kunnu minka um arbeiðs­ loysi, men eisini eru ein háttur at fyribyrgja frá­flyt­ ing úr Føroyum. ARBEIÐSLOYSI Stórt arbeiðsloysi kostar samfelagnum dýrt og hevur við sær fráflyting. Búskaparráðið heldur, at fleiri útbúgvingartilboð til bæði yngri og eldri kunnu fyribyrgja bæði arbeiðsloysi og fráflyting Vit skulu útbúgva okkum frá arbeiðsloysi