mikudagur 5. september 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Størst
millum
tey elstu
Stórur munur er á, hvussu arbeiðsloysið er í ymisku
aldursbólkunum. Størsta arbeiðsloysið er millum tey
elstu og minst millum tey í miðjum árum. Hetta er
umleið sama mynstrið sum í juli í fjør. Lutfalsliga
er størsta minkingin í arbeiðsloysinum millum
tey 25-34 ára gomlu, og minst minkar tað
millum tey 45–54 ára gomlu.
Árstíðarjavnaðað talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.454 í juli, ið er
39 færri enn í juni mánaða. Tað svarar til, at arbeiðsloysið er minkað
úr 5,6 til 5,4%. Fyri einum ári síðan var talið av fulltíðararbeiðsleysum
1.812, svarandi til 6,4%. Tað vísur uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
5,4 %