Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Fólk við útbúgving hava fleiri møguleikar enn tey ófak­ lærdu at fáa arbeiði, og sam­ stund­is minkar talið á ófak­ lærd­um arbeiðsplássum. Tí eru útbúgving og umskúling ein gongd leið burtur úr ar­ beiðs­loysinum. Tað staðfestir stjórin á Ar­beiðsloysisskipanini, eftir at Búskaparráðið í nýggju frá­greiðing sínari kemur við fleiri tilmælum um fleiri út­ búgv­ing­armøguleikar fyri at tálma arbeiðsloysinum og frá­flyt­ingini. - Vit hava so at siga eingi fólk við hægri útbúgving í okkara skipan, og generelt vís­ur tað seg, at fólk, sum hava onkra útbúgving, hava lættari við at finna arbeiði aft­ur, eftir at tey eru blivin ar­beiðsleys. Tey hava heilt ein­falt fleiri møguleikar enn tey ófaklærdu, sigur Ernst Jacob­sen, stjóri á ALS. Góðar royndir ALS hevur í samstarvi við onnur brúkt nógva orku til at skapa útbúgvingartilboð til tey arbeiðsleysu fyri at økja um teirra møguleikar at fáa arbeiði aftur. - Vit hava sett umskúling og lívslanga læring í mið­ depil­in, og vit hava nógvar góð­ar søgur um, hvussu hesi átøk hava givið arbeiðs­leys­ um nýggjar møguleikar og nýggj arbeiði, sigur Ernst Jacob­sen. - Útbúgving er ein gongd leið burtur úr ar­ beiðs­loysinum, og tað er starvs­venj­ing eisini. Bæði roynd­ir og gransking vísa, at førleikamenning er av­ ger­andi í stríðnum ímóti ar­ beiðs­loysi, sigur hann. ALS hevur millum ann­að gjørt royndir við Skóta­deplinum á Sela­ trað, har arbeiðsleys fin­gu starvsroyndir og tóku skeið. Tað sama er við Vakstr­ar­ húsi­num í Sanda­vági. Og starvs­venjing og skúla- og skeiðs­tilboð hava eisini bøtt um støðuna hjá nógvum arbeiðs­leysum. - Vit kundu hugsað okk­ um at átikið okkum onkrar upp­gávur í samfelagnum, sum ongantíð verða gjørd­ar og sum ikki eru bein­leiðis í kapp­ing við arbeiðs­mark­ nað­in annars. Tað kundi giv­ ið fólki arbeiðsroyndir, sum høvdu hjálpt teimum víðari, sigur Ernst Jacobsen. Á middegi í gjár var talið á teimum, sum fáa arbeiðs­ loysis­stuðul frá ALS, 1242, men stjórin á ALS vil hava tal­ið longur niður. - Arbeiðsloysið er minkað í hesum árinum, men tað eru framvegis ov nógv ar­ beiðs­leys. Vit vilja hava tal­ ið niður á eini 7-800. Tað hevði eisini skapt javnvág í ALS-skipanina, sigur Ernst Jacob­sen. Eyðun Klakstein Ongantíð áður hevur Arbeiðs­loysisskipanin (ALS) goldið so nógvar pengar til arbeiðs­leys, sum skipanin gjør­d­i i fjør. Í 2007 og 2008 var út­ gjald­ið hjá Arbeiðs­loysis­ skipan­ini (ALS) søguliga lágt, og hesi árini fóru und­ ir 50 milliónir krónur úr ALS-kassanum um árið, men so kom fíggjarkreppan sum eitt ódnarveður yvir vestur­heimin. Her heima vóru stórir húsagangir, og arbeiðs­loysið vaks munandi eftir stuttari tíð. Í 2009 rindaði ALS 157 millión­ir krónur í arbeiðs­ loysis­stuðli, árið eftir vaks útgjaldið upp í 260 millión­ir krónur, og í fjør setti útgjaldið met við 308 millión­um krónum. Minni hall Stóri vøksturin í út­gjaldi­ num hevði við sær, at ALS í fjør hevði hall á 190 milliónir krónur, og hetta fekk stýrið í ALS at taka stig til at vaksa um inntøkurnar og minka um útreiðslurnar hjá skipanini fyri at tryggja egin­ognina. Við ársbyrjan varð inn­ gjaldið til ALS hækkað við 0,25 prosentum, og tað gevur einar 30 milliónir krónur meira í kassan. Útgjaldið hjá ALS varð sam­stundis lækkað, so at útgjald­ið er farið úr 80 pro­ sent­um og niður í 75 prosent av a-inntøkuni, sum ALS- útgjaldið verður roknað eftir. Eisini varð ásett, at í mesta 17.500 krónur kunnu gjald­ast út um mánaðin - hetta mark varð annars 20.000 krónur. Hendan lækk­ing ger, at útgjaldið hjá ALS minkar við góðum 30 millió­n­um krónum. Við hesum broytingum, men sama arbeiðsloysi sum í fjør hevði hallið hjá ALS verið millum 130 og 140 milliónir krónur í ár. Men tað hevur hjálpt skipanini mun­a­ndi, at arbeiðsloysið er mink­að í ár, og at talið á ar­beiðs­leysum er minkað við fleiri hundrað fólkum. ALS roknar við, at hallið í ár verður undir 100 milliónir krón­ur. Við ársbyrjan var egin­ ogn­in hjá ALS 412 milliónir krónur, men í løtuni er hon umleið 350 milliónir krónur. - Vit hava sett umskúling og lívslanga læring í miðdepilin, og vit hava nógvar góðar søgur um, hvussu hesi átøk hava givið arbeiðsleysum nýggjar møguleikar og nýggj arbeiði, sigur Ernst Jacobsen, stjóri á ALS Lærdómur gevur fleiri møguleikar ALS Tey ófaklærdu størvini í samfelagnum minka í tali, og tí má arbeiðsstyrkin í størri mun umskúlast og útbúgvast, sigur stjórin á Arbeiðsloysisskipanini Metstórt útgjald úr ALS ALS Í fjør var útgjaldið hjá Arbeiðsloysisskipanini góðar 308 milliónir krónur, og hetta er størsta útgjald úr skipanin nakrantíð. Avleiðingin var, at inngjaldið var hækkað og útgjaldið lækkað