mikudagur 5. september 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tá ið stjórarnir í Eik Banka,
Marne Jacobsen og Bjarni
Olsen, vóru loystir úr starvi,
gjørdi nevnd bankans frá
faringaravtalur við menn
inar, og báðir góðtóku hesar
avtalur.
Men annar av stjórunum,
Bjarni Olsen heldur ikki, at
Eik Banki Føroya 30. juni
í fjør hevði heimild til at
burturvísa hann. Eik Banki
Føroya var ikki hansara ar
beiðsgevari, sum hann hevði
gjørt fráfaringaravtaluna við.
Hann var stjóri í Eik Banka.
Tí hevur hann stevnt Eik
Banka Føroya.
Í fyrsta umfari snýr málið
seg bara um hendan spurn
ingin.
Rættarfundur var mána
dagin.
Har førdi sakførarin hjá
Eik Banka Føroya fram, at
hann yvirtók allar skyldur
og øll rættindi, tá ið gamli Eik
Banki fór undir Fíggjarligt
Støðufesti, og Eik Banki
síðan varð stovnaður.
Hann helt ikki, at Bjarni
Olsen kundi vera óvitandi
um hetta, tí frá tí at Eik
Banki Føroya varð stovnaður,
rindaði hesin stjórunum løn.
Dómur um henda partin
av málinum fellur ikki fyrr
enn 15. oktober.
Góð avtala
Tað var annars ikki so
galin avtala, sum stjórarnir
gjørdu við Eik Banka. Í
Bjarna Olsen´sa føri skuldi
hann hava 125.000 krónur
um mánaðin í løn í upp
sagnartíðini, sum var tólv
mánaðir, og harnæst somu
mánaðarløn í fráfaringarløn
í 18 mánaðir.
Umframt
hetta
fekk
hann aðrar ágóðar. Hann
hevði fría telefon og frían
bil, og bankin rindaði bæði
brennievni til bilin og verk
staðarrokningar.
Men stjórarnir fingu ikki
alt, sum stóð í fráfaringar
avtalunum, tí 30. juni í fjør
vórðu teir burturvísing fyri
grovliga at hava misrøkt síni
stjórastørv.
Tá vóru fýra mánaðarlønir
eftir í uppsagnartíðini og tær
18 mánaðarlønirnar sum frá
faringarløn.
Eftirlønin var 18 prosent.
Peningakravið hjá Bjarna
Olsen eru sostatt 22 mán
aðarlønir og eftirløn. Tað
gevur góðar tríggjar milliónir
krónur.
Bjarni Olsen vil eisini
reinsast fyri ákæruna um
grovt av hava misrøkt sítt
stjórastarv. Tað málið verður
viðgjørt í einum øðrum um
fari.
Vil hava meira frá
Eik Banka Føroya
Bjarni Olsen, sum var stjóri í gamla Eik Banka, vil hava alla
uppsagnarløn og fráfaringarløn sína, og Føroya rættur er farin at
viðgera málið. Við eftirløn er kravið yvir tríggjar milliónir krónur
Randi Jacobsen
Tá ið læknalesandi eru
liðug at lesa á universi
teti í Danmark, skulu tey
út í turnus, út á sjúkra
hús at arbeiða í eitt ár.
Tað skal til fyri at fáa at
koma víðari.
Tey søkja pláss og
luttaka í lutakassi um
plássini.
Men tey, sum fara í
onnur lond at lesa til
lækna, sleppa ikki við í
hetta lutakastið. Í fræg
asta føri sleppa tey at
standa niðast á listanum
og kunnu fáa pláss, sum
leypa av.
Úti við 20 føroyingar
lesa til lækna í Pollandi,
og føroyska heilsuverkið
hevur roynt at funnið
eina loysn fyri føroysku
læknalesandi í Pollandi,
so hesi kunnu fáa henda
praktiska partin av út
búgvingini, og Tummas
í Garði, varastjóri á
Landssjúkrahúsinum
væntar,
at
føroyska
sjúkrahúsverkið fer at
kunna bjóða teimum
pláss í framtíðini. Hetta
arbeiðið skulu lækna
lesandi hava fyri at
kunna fyri at kunna
fá útbúgvingina góð-
kenda.
Málið bleiv átrokandi
í ár, tí tann fyrsti føroy
ingurin var í summar
liðugur við teoretisku
útbúgvingina á universi
tetinum í Pollandi, men
áðrenn tað eydnaðist
at finna honum pláss
á sjúkrahúsi í danska
ríkinum, valdi viðkom
andi av øðrum orsøkum
at flyta í eitt annað
land.
Øðrvísi útbúgving
Polska
læknaútbúgv
ingin er nógv øðrvisi
enn
danska/føroyska.
Meðan tey enn eru á
universiteti skulu tey
út í praktikk, og fleiri av
føroysku læknlaesandi í
Polandi hava verið heima
í summar og arbeitt á
sjúkrahúsunum.
Út
búgvingarnevndin hev
ur lagt arbeiði til rættis,
alt eftir, hvussu langt
tey eru komin í útbúgv
ingini.
Tummas í Garði sigur,
at føroyska heilsuverk
inum dámar væl, at før
oyingar fara í onnur lond
at fáa sær útbúgving. Tað
gevur altjóða sambond,
og læknarnir fáa sær
so nógvar ymiskar ser
greinir.
– Vit hava bara gott
at bera polsku útbúgv
ingini, og tey eru fakliga
væl fyri, sigur Tummas í
Garði.
Umleið 60 føroyingar
lesa til lækna í Danmark,
og bæði føroyingar og
danir koma til Føroya í
turnus. Tí er ikki trot á
læknum beint nú.
– Men vit gera alt, vit
kunnu, fyri at fá tey úr
Pollandi at koma henda
vegin, sigur Tummas í
Garði.
Vilja lofta
lækna
lesandi úr
Pollandi
Sjúkrahúsverkið roynir av
øllum alvi at taka ímóti
føroyingum, sum lesa til
lækna í Pollandi, so tey
fáa sítt basisár her