Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Markleys Út­ búgv­ing, har ung fólk, ið ætla sær at fara undir hægri lesna, kunnu fáa íblástur, veg­leiðing og góð ráð um út­búgvingarmøguleikar. Hetta er 10. árið, at føroyskir ung­dómar kunnu leita sær kunn­ing um útbúgvingar í Før­oyum og úti í heimi. – Tey ungu tykjast ógvu­ liga áhugað og vilja fegin vita meir um útbúgv­ingar­møgu­ leikarnir í øðrum londum enn bara Føroyum og Danmark, sigur Holger Arnbjerg, sum heldur seg merkja, at undan­ farnu tiltøkini við Markleys Út­búgving, hava eina ávirk­ an. – Alsamt fleiri fara út í heim at nema sær útbúgving. Tað er eisini ein fyrimunur fyri okkum, sum skipa fyri tiltakinum, tí vit fáa fleiri og fleiri føroysk lesandi, sum kunnu vera við á tiltakinum og greiða øðrum ungum frá, hvussu tað er at lesa í einum øðrum landi, sigur Holger Arn­bjerg. Kunning er umráðandi Endamálið við tiltakinum Mark­leys Útbúgving er kunna tey ungu um útbúgv­ ingar­møguleikar og at gera tað lættari at fara burtur í onnur lond at lesa. Fyri nógv ung kann tað vera trupult sjálvi at skula finna fram til teir neyðugu upplýsingarnar um útbúgvingarstovnar, bú­ staðar­viðurskifti, stuðuls­ møgu­leikar og so framvegis, og tí eru fleiri ymisk fólk við á tiltakinum hósdagin. – Vit leggja dent á, at tey ungu skulu verða kunnað upp á ymiskar mátar. Eitt nú hava vit fólk frá vinnulívinum, ið greiða frá, ung, sum í løt­uni eru lesandi í onkrum fjar­ skotnum londum, fortelja hvussu tað er, umframt fleiri onnur, sum fara at vegleiða og kunna tey ungu, greiðir Holger Arnbjerg frá. Hann heldur tað vera av alstórum týdningi, at fáa fleiri ung út í heim at fáa sær útbúgving. – Tað hevur verið eitt ynski frá politiskari síðu av, at gera tað fíggjarliga og prakt­iskt lættari at fara til onnur lond at lesa. Við at fara út í heim hava tey ungu ikki somu lærarar, sama um­ hvørvið, somu bøkur og so framvegis. Umframt at læra eitt annað mál, fáa hesi ungu ein annan hugsanarhátt og nýggjan íblástur, sum í ein­ ast enda gagnar føroyska sam­felagnum. Ein avbjóðing at lesa uttanlands Holger Arnbjerg heldur, at tað er stóru tørvur á kunning um útbúgvingarmøguleikarnar hjá teimum ungu. Sjálvt um til ber at finna nógvar upp­ lýs­ingar á internetinum, kann tað lættliga gerast møtu­mikið. – Trupulleikin við internet­ inum er tann, at tað kann vera trupult at tryggja sær, at teir upplýsingarnir, mann finnur um útbúgvingarstovnar, bú­ staðar­viðurskifti og stuðul og annað, eru rætt­ir. Á eini messu sum Mark­leys Út­ búgving er alt tað óseri­ øsa soldað frá, skilt á tann hátt at her eru út­búgv­ ingar­møguleikarnir meira av­markaðir enn á inter­ net­in­um, og tey ungu fáa veg­leiðing frá fleiri ymiskum fólk­um, sum fegin vilja svara spurn­ingum, greiðir Holger Arn­bjerg frá. Hann dylir ikki, at tað fyri tey flestu er avbjóðandi at fara undir útbúgving úti í heimi, men als ikki nakað, ið skal fáa nakran til at setast aftur. – Nógv ung hava ferðast ymsastaðni og upplivað nógv, men tað er nakað heilt serligt at fara púra einsamallur til eitt ókent stað, har tú kanska ikki dugir málið og ong­an kennir, sigur Holger og heldur fram: – Tað er tó mín fatan, at teim­um ungu í dag dámar væl slíka avbjóðingar, og tey tora væl at royna okkurt nýtt og forkunnugt, tí tey eru væl upplýst, og fleiri av teimum kenna eisini aðrar føroyingar, sum lesa uttanlands, sigur Holger Arnbjerg. Sambært hon­um skulu vit als ikki bera ótta fyri, at tey ungu, sum fáa sær útbúgving uttanlands, kvetta alt samband við Før­ oyar, tí so er ikki. – Út frá mínum upp­liv­ ing­um, so eru vilja útvið 80 prosent av teimum, sum eru undir útbúgving uttanlands, koma aftur til Føroya. Kanska tey ikki koma beinanvegin eftir lokna útbúgving, men fyrr ella seinni velja tey at koma heimaftur. Tey, sum verða verandi uttanlands, kvetta als ikki sambandið við Føroyar. Við nútímans tøkni ber til at arbeiða fyri før­oyskar fyritøkur, hóast mann ikki býr í Føroyum, og tað er nakað, sum gerst al­samt meira vanligt, sigur Holg­er Arnbjerg. Føroysk ung tora at taka fetið út í heim – Tað ræður um at tora at taka neyðuga fetið og fara til onnur lond at fáa sær útbúgving, og tað gera fleiri og fleiri føroyingar. Soleiðis sigur Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni, sum hósdagin skipar fyri stórum kunningardegi um útbúgvingar. Markleys Útbúgving verður í Norðurlandahúsinum 6. September 2012 kl. 08.30 – 22.00 Holger Arnbjerg