Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Um almenningurin skal hava innlit í arbeiðsskjølini hjá lands­stýrinum í sam­ bandi við full­veld­is­sam­ráð­ ing­ar­nar í 2000, so skal innlit eis­ini gevast í øll onnur ar­ beiðs­skjøl. Tað sigur Anfinn Kalls­ berg, fyrrverandi løgmaður. Løgmansskrivstovan hev­ur nokt­að fleiri um­bøn­ um um al­ment innlit í ar­ beiðs­skjøl so sum fund­ar­ frá­greið­ing­ar hjá føroysku send­i­nevndini í sambandi við full­veld­is­sam­ráð­ing­ar­nar í 2000 við teirri grundgeving, at Høgni Hoydal, fyrrverandi lands­stýr­is­maður, og Anfinn Kalls­berg, fyrrverandi løg­ mað­ur, skulu geva loyvi til tess. Høgni Hoydal vil fegin, at øll skøl­ini verða løgd fram, men tað vil An­finn Kallsberg ikki. Løgmansskrivstovan nokt­aði mánadagin Sosi­ali­ num innlit í málið. Í svar­i­num vísir Sjúrður Ras­mus­sen, ráðgevi á Løg­mans­skriv­stov­ uni, til sam­røðu, hann hevur havt við ­An­finn Kallsberg um málið í 18. september í 2009, tá hann noktaði fyri, at inn­lit skuldi gevast í málið: »Eg hevði í áðni eina sam­ røðu í Sjóbúðini við Anfinn Kallsberg, fyrr­ver­andi løgmann, um hansara um­ mæli av umsóknini frá Beintu Løwe Jacobsen um meirinnlit í tær fundarfrásagnir, ið finn­ast av fundum millum før­oyska landsstýrið og donsku stjórnina um før­ oyskt fullveldi í 1999 - 2000. Fyrr­ver­andi løgmaður mælti frá at geva meirinnlit. Hann vísti í hesum sambandi á – at tal­an er um innanhýsis, ein­síð­ugar frágreiðingar, sum lýsa før­oysku uppfatanina av tí sum fram er farið, – at full­veld­isg­ongdin er ikki lið­ug, men á­hald­andi, og at um so er, at frá­greið­ ing­ar­nar verða latnar út nú, kann tað skaða fram­tíð­ar sam­ráð­ing­um, – at í­tøki­lig­ar sam­ráð­ing­ar nú, sbr. yvirtøkulógini § 2 stk. 2, kunnu verða skaddar verða fundarfrásdagnirnar latn­ar almenninginum.« Talan er um arbeiðsskjøl Sosialurin hevur spurt An­ finn Kallsberg, um hann heldur fast við hesa støðu, sum hann gjørdi greiða í sambandi við eina inn­lits­ um­bøn fyri trimum árum síð­ani. – Ja, tað geri eg, sigur An­ finn Kallsberg. Men tað er ikki tí, at talan er um júst hatta málið. Men talan er um eitt prin­sipp, sum eg haldi fast í. Verður innlit givið í hasi inn­an­hýs­is­skjølini, hvar gong­ur so mark­ið? So skal al­ment innlit gevast í øll a­r­ beiðsskjøl í øllum mál­um, og so fær landsstýrið ikki ar­beitt, sigur Anfinn Kall­s­ berg. Fyrrverandi løgmaður vís­ir á, at hann hevði sagt tað sama, um onkur til dømis hevði biðið um alment innlit í ar­beiðs­skjøl í sambandi við markn­a­samráðingarnar við Bret­land. – Tá hevði eg sagt akkurát tað sama. Slíkt innlit kann brúk­ast og misbrúkast upp á so nógvar mátar. Men einki fordekt er í hesum skjøl­ um. Fjølmiðlarnir vóru við alla tíðina, teir sótu utt­an fyri dyrnar, meðan vit sam­ ráddust og vóru á hvørjum tíð­ind­a­fundi, bæði teimum, sum lands­stýrið og stjórnin høvdu sam­an og hvør sær, sig­ ur An­finn Kallsberg, sum tví­ held­ur um, at fjølmiðlarnar ikki eiga at fáa innlit í inn­an­ hýsis arbeiðsskjøl – hvørki í sambandi við full­veld­is­sam­ ráð­in­g­ar ella nakrar aðrar sam­ráð­ingar. Skilir væl løgmann Spurdur um grundgevingin, »at full­veld­is­sam­ráð­ing­arnar ikki eru enda­ðar« kann brúk­ ast – er løg­mað­ur av­gjørd­ur: – Nei, tær sam­ráð­ing­ar­nar eru be­stemt ikki end­að­ar. Tú hoyrdi sjálv­ur løg­mann á ólav­søku. Hann hev­ur rent seg í trupulleikar á utt­an­rík­ is­pol­itiska økinum og sær nú, at broytingar mugu gerast, sigur Anfinn Kalls­berg, sum væl skilir, at løg­maður ynskir broytingar í rík­is­fel­ags­skap­ i­num, so sum hann vísti til í ólav­søk­u­røð­uni. – Vit hava stórar trup­ul­ lei­k­ar við uttanríkispolitisku heimi­ld­unum. Hetta er ein spenn­itroyggja, vit eru í, so er má fáast ein loysn, sigur An­finn Kallsberg. Hann vísir á, at ein frí­ hand­ils­avtala við Russland er forhandlað upp á pláss. – Teir søgdu tá, at tað bíð­ aði bara eftir teirra WTO lima­skapi­. Nú teir eru limir, eru vit púra lost, tí vit ikki fáa henda limaskap. Kaj Leo Johannesen renn­ ur seg í somu trupulleikar all­astaðni. Tí mugu vit fáa víð­ari uttanríkispolitiskar heim­il­d­ir – í øllum førum, har hetta ber til, sigur Anfinn Kalls­berg, fyrrverandi lø­g­ mað­ur. Innanhýsisskjøl eru ikki almenn INNLIT Skulu innanhýsisskjølini hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldissamráðingarnar almannakunngerast, so skulu øll innanhýsisskjøl almannakunngerast, og tað ber ikki til, sigur Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, og Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, á tiðindafundi á Christiansborg eftir ein av sam­ráð­ing­ ar­fund­u­num um fullveldi í 2000. Anfinn Kalls­berg vil ikki geva loyvi til, at alment innlit verður latið í innanhýsisskjøl hjá landsstýrinum í hesum máli Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg við »føroysku trappuna« á Christiansborg í sambandi við samráðingar um fullveldi í 2000. Teir hava ikki somu hugsan um at lata almenninginum innlit í skjøl frá samráðingunum