mikudagur 5. september 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað eydnaðist í gjárkvøldið
Brimli at bjarga teimum 10
fólkunum umborð á pólska
seglbátinum, Rzeszowiak.
Tað ljóðaði beinanvegin,
at ein av manningini lá í óviti,
og í morgun var so staðfest,
at maðurin var deyður.
- Av tí at teir ikki eru so
væl mannaðir umborð á
Brimli, ber ikki til at órógva
teir í tíð og ótíð, meðan bjarg
ingararbeiðið fer fram. So vit
vita ikki so ógvuliga nógv frá
bjargingini. Men sum skilst
gekst bjargingin væl, sigur
Edvard Bjarnason, virkandi
leiðari á MRCC við Sosialin
í morgun.
Bjargingin fór fram við
sonevnda
MOB-bátinum
(Man Over Board), og fyrst
vórðu trý fólk flutt umborð
á Brimil, síðani tvey til bert
eitt var eftir.
- Seinasti persónurin varð
so fingin umborð á Brimil,
og tá tað var hent, vóru teir
báðir skaddu persónarnir
fingnir umborð á tyrluna og
fluttir á flogvøllin og síðani
við sjúkrabili á Landssjúkra
húsið, sigur Edvard Bjarna
son.
Hann sigur, at Brimil varð
verandi á leiðini at hjálpa at
seta seglbátin fastan á Rók,
sum sleipar hann til lands.
Triton var við Føroyar,
men avgjørt var, ikki at
senda hann avstað móti segl
bátinum.
- Einfalda orsøkin er, at
veðrið var so ringt, at um
Triton fór at sigla, hevði
ikki borið til at nýtt tyrluna.
Ringa veðrið hevði gjørt, at
tyrlan hvørki hevði kunna
farið á flog ella lent aftur,
var Triton farin at sigla móti
seglbátinum, sigur Edvard
Bjarnason.
Brimil kom á Havnina
við teimum átta póllending
unum um 8.30-tíðina í morg
un, og tá tók politiið yvir.
Póllendingarnir
vórðu
verandi umborð á Brimli
fram til klokkan 10.30, og
klokkan 11.00 var tíðinda
fundur um bjargingina, men
hetta var eftir evstamark hjá
blaðnum.
Ein póllendi
Hóast bjargingin av teimum 10 fólkunum gekk væl vísti tað seg, at tann eini póllendingurin
umborð á seglbátinum var so illa skaddur, at hann bar ikki boð í bý