mikudagur 5. september 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Abbi mín, Steingrím Ras
mus-sen varð føddur 8. juli
í 1922. Hann er yngstur av 10
systkjum. Elstur er hin 21 ára
gamli Johan, og næstyngst
er systurin Kaja, sum er er 6
ár. – Hini systkini eru Sámal,
Hannelena, Gitta, Betta, Poul
Juel, Frida og Frimod. Barna
ríka familjan býr í Grót
inum, har foreldrini Jógvan
og Magdalena bygdu um
aldarskiftið.
Jógvan, kom úr Grótinum
á Skipanesi og fylgdi navnið
við honum haðani til trøðina
og húsini í Klaksvík. Mamm
an, Magdalena, var úr Upp
sølum og er akkurát vorðin
45 ár, tá ið hon eigur Stein
grím.
Klaksvíkin er ein býur í
rívandi menning eftir at frí
handilin byrjaði ein góðan
mansaldur frammanundan.
Fólk flyta til í støðugum
streymi,
tí
skipini
eru
nógv, virksemið er stórt
og fleiri eru fyritøkurnar
kring vágna. Brúk er fyri
virkisfúsum fólki. Eitt so
vorðið fólk er Jógvan í
Grótinum.
Jógvan hevur smiðju í
norðurendanum av húsinum,
eigur í sluppunganum Óla
Jarnheysi. Hann, er virkin
maður í samfelagnum og við
í mognum nýbroti í Klaks
vík, m.a. er hann høvuðs
maður at fáa bygt svimjihyl
arnar úti í Grøv, og í 50 ára
minningarritinum hjá Klaks
viigs Idrætsforening stendur
stubbi um krokk-felag, ið
varð stovnað í 1904 ...
... tað er tó hvørki Jógv
an ella KÍ, sum er høvuðs
persónurin her. Men heldur
Steingrím, sonurin, ið fylti
90 ár í summar ...
Meðan Steingrím veks
ur
upp,
verður
nýggjur
barnaskúli tikin í nýtslu, el
verk verður bygt, og sjálvt
í svartastu heimskreppu,
tá ið heimskreppan herjar í
30’unum verða havnaviður
skiftini betraði í heimbýnum.
Steingrím fer í læru á bed
ingini, har bróðurin Johan
er smiðjumeistari. Johan er
í 1936 millum stigtakararnar
at stovna tekniskan skúla í
Klaksvík.
Undir krígnum fer Stein
grim sínar fyrstu túrar til
skips. Fyrsti kjansurin hjá
honum er sum fýrbøtari
umborð á Skálabergi. Eftir
kríggið fer hann til Keyp
mannahavnar og lærir har
til maskinist.
Steingrím búsettist sum
hinir brøðurnir eisini í Klaks
vík eftir lokna útbúgving.
Hin næstelsti, Sámal, var
útbúgvin stýrimaður, meðan
hinir vóru smiðir og maskin
meistarar.
Elsta
systurin
Gitte
flutti
til
Sørvágs.
Hannelena til Grimsby. Betta,
sum var magistari í enskum,
búði størstapartin av lívinum
í Havnini. Frida varð tíðliga
einkja – hon var skrivstovu
lærd og listakvinna og búði í
Klaksvík. Kaja gjørdist skúla
lærari og búði og arbeiddi í
heimbýnum.
Fegnast eru vit tó øll um,
at Steingrím eitt skifti sigldi
við Ternuni, tí har umborð
var tað, at tann unga Nancy,
sum vaks upp í Havnini, men
hevði ættarbond til Suð
uroyar, varnaðist flotta, uni
formsklædda
maskinistin.
Tey gjørdust sum vera man
góð, og flutti unga parið í 1951
inn í barndómsheim hansara
í
Grótinum.
Mamman,
Magdalena var deyð í 1948,
og einkjumaðurin Jógvan
var nærum 80 ára gamal, so
gott hevur verið hjá honum
at fáa eitt ungt par í húsið at
taka sær av honum og kúnni,
hann hevði standandi í kjall
aranum. Steingrím og Nancy
fingu fimm synir Jón (1951),
Alix (1952), Álvur (1954), Páll
(1956) og Steintór (1960).
Hin gamli Jógvan doyði
sama dag, sum hin ungi Jón
fylti seks ár, og stutt eftir
hetta verður kúgvin tikin
av. Unga ættarliðið hevur jú
sínar prioriteringar, og ein
kjallarakúgv er ikki teirra
millum.
Gott er at búgva í Grótin
um, og tí byggja fleiri av
systkjunum hjá Steingrími í
grannalagnum, so børnini hjá
Poul Juel, Kaju, Steingrími
og Frimod, ið vóru rættiliga
javngomul vuksu meir og
minni upp saman og sóust
javnan.
Hinvegin kundi vera langt
ímillum viðhvørt, at børn
ini sóu pápa sín, um hann
var sjómaður, tí tá vóru
teir mangan leingi burtur.
Steingrím, sum hevði valt at
sigla úti í verðini, var einki
undantak í so máta, og kom
tað fyri, at hann var burturi
2 ár út í eitt. Gott var hjá
honum at vita sær, at meðan
hann sigldi úti í verðini,
tók Nancy sær av húsi og
dreingjum.
Í 1954 byrjaði langfarar
tíðarskeiðið hjá Steingrími,
tá
ið
hann
fyrstu
ferð
mynstraði hjá Mærsk, og
tann 3. december 1956 fer
hann við Nelly Mærsk sína
fyrstu ferð suður um mið
kringin – ekvator – og kemur
sjálvur sjókongurin Neptun
tá umborð at doypa klaks
víkingin ...
Mitt í 60’unum søkti
hann tó heimligi leiðirnar og
sigldi við Jóannis Paturson,
umframt at hann royndi
ymiskt annað. Eitt skifti
var hann við hvalabátinum
Sumba, men so fór hann
aftur í langfararsigling.
Langfararsigling
var
øðrvísi og spennandi – hann
var burturi longri, og hann
fekk vitjað støð, sum enn
munnu tykjast okkum serlig
og forkunnug, sama hvussu
globaliseraði vit eru vorðin;
Singapore, HongKong, Japan,
Suez- og Panamá-veitirnar
osfr ...
Á ferðunum heim kom
hann eisini at flúgva nakrar
ferðir kring knøttin, so júst
hvussu
langt
Steingrím
hevur ferðast í lívinum, er
ikki so lætt at rokna út, tó at
eingin ivi er um, at hann væl
hevði klárað bæði til mánan
og heimaftur, varð ferðin
gjørd í einum ...
Fyrstu árini Steingrím var
langfararmaður, bar tó ikki
til at flúgva seinasta teinin
heim á klettarnar, so ístaðin
kom hann til Klaksvíkar
við Tjaldrinum, og stóðu tá
Nancy og dreingirnir fyri
honum á keiini.
Nakrar av longu ferðunum
var Nancy við Steingrími,
og tað kom fyri, at onkur
av dreingjunum var við.
Í 1953 var Jón við umborð
á Oyrnafjalli. Í 1968 var
Álvur við teimum á ferð við
Laust Mærsk, og í 1972 slapp
Steintór við teimum við Sofie
Mærsk.
Stutta skiftið Steingrím
var við hvalabátinum Sumba,
hevði hann Jón og Alix hjá
sær, og sjálvt um báðir vóru
ringir í sjóverki, fingu teir
annað at hugsa um, tá ið
borið var við hval; hendan
túrin kom Sumba heim við
einum stórum finnhvali.
Steingrím og Páll vóru
saman við Nónhamri.
Steingrim og bróðurin
Frimod keyptu ein lítlan
maskinbát
saman.
Nógv
vóru teir tó burturi, so hesin
neyðars
bátur
slapp
at
standa somikið leingi í neyst
inum, at sagt varð, at hann
ræddist sjógv, og tí varð hann
kallaður Hønan.
Heilt ring mundi Hønan
tó ikki roynast teimum, tí
mangir vóru túrarnir hon
gjørdi, stundum við øðrum
beiggjanum umborð, stund
Steingrim í Grótinum – 90 ár 8.
Nøvn