mikudagur 5. september 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
juli
um við hinum, men ofta
vóru báðir á ferðini eftir
høgguslokki, við runddorg
ella í grind, og títt hendi tað
eisini, at dreingirnir sluppu
við.
Ein góð mynd er til
av Steingrími umborð á
Hønuni. Árið er 1983, farið
verður í Árnafjørð eftir
høgguslokki. Við á ferðini
er abbasonurin Ragnar, ið
stúrdi meiri fyri at skula
koyra heimaftur gjøgnum
smala tunnilin, enn hann
gjørdi fyri sjaskuta veðri
num hendan dagin ...
Í 1979 gavst Steingrím
at sigla úti. Eitt tíðarskeið
arbeiddi hann á Snørisvirk
inum, men so fór hann til
skips aftur, og var við Nón
hamri til 1988.
Steingrím var sera fegin
um, at hann, tá ið hann var
farin í land av Nónhamri,
kundi halda fram sum
vaktsmaður á skipunum
hjá Kjølbro. Her fekk hann
sum eyka viðbót ein túr
við Skálabergi til Grimsby
í 1994, har hann fekk vitjað
systur sína Hannulenu og
hennara familju. Við hon
um á hesari ferðini vóru
Jón og abbasonurin Jógvan
Steingrím.
Sum uppilagstur sjó
maður
og
vaktsmaður
hevði Steingrím enn stóran
virkishug, og fór hann at
velta bøin omanfyri húsini.
Hetta var hugaligt at eyg
leiða, og nógv høvdu tað á
orði.
Í 1999 varð Steingrim
raktur av heilabløðing, og
er hann nú partvíst lam
in í høgru síðu – serliga
hondin er meint rakt, og
hann hevur trupult at tosa;
men annars er heilsan enn
rættiliga góð.
Á Ólavsøku 2001 hildu
Steingrím og Nancy gull
brúdleyp á hotelli í Havn,
har synirnir og teirra makar
og børn øll vóru savnaði til
eina sera hugnaliga løtu
við góðum røðum, sangi
og skemtiligum søgum frá
einum ríkum lívi á sjógvi
og landi.
7. juli 2007 skipaðu eftir
komararnir hjá Jógvani
og Magdalenu fyri ættar
veitslu, og vóru Steingrím
og Nancy sjálvsagdir heið
ursgestir hesa løtuna. Stein
grím er tá hin seinasti eftir
av teimum 10 systkjunum.
Lívið er tó ikki altíð so
lætt, og í januar 2010 drukn
aði
næstyngsti
sonurin
Páll.
Steingrím
og
Nancy
hildu diamantbrúdleyp 28.
juli 2011. Dagurin var hildin
í húsinum hjá Steintór og
Jóngerð.
Í ár 8. juli fylti Steingrim
90 ár. Dagurin varð hildin
bæði í Bøgøtu og úti í Grót
inum.
Steingrim býr nú á heim
inum í Bøgøtu. Beinini eru
veik, og tó, at høgra hond
er nakað lamin, og trupult
er at tosa, er hann við í
øllum og hevur áhuga í tí,
sum fyriferst í Klaksvík, í
familjuni og samfelagnum
annars; men best dámar
honum tó, tá ið drekkað
er skonkt í krússið, kara
mellurnar eru komnar í
skálina og talvið er tikið
fram ...
... jú víst er hugnaligt at
koma framvið í Bøgøtu og
síggja, hvussu væl starvs
fólkini har, hóast trongar
umstøður, megna at fjálga
um og gera tað gott hjá
tykkum gomlu.
Góði abbi, eg vil bert við
hesum enn einaferð takka
fyri og ynskja tær hjartaliga
tillukku.
Bergur
Deyður 29/8 2021 bert 42 ára
gamal. Doyði á Ríkissjúkra
húsinum vegna sjúku í styttri
tíð.
Tað var við stórari sorg
at vit fingu boðini um deyða
Hans Jørgen, ein dagur vit
seint fara at gloyma. Nógv
her í Føroyum kenna Hans
Jørgen sum álítandi rúta
vaskaran og gólvvaskaran,
sum við stórari ábyrgdar
kenslu fór væl við sínum við
skiftafólki. Mong av tykkum
kenna hann eisini sum hann,
ið vitjaði fólk við Bíbliuni í
hond, tað sum hann í sínum
lívi hevði størstan eldhuga
fyri.
Boðskapurin um nýggja
heimin var tað, ið fremst av
øllum fylti lívið hjá honum og
Malene elskaða konu hans
ara. Tey vóru bæði sannførd
um at Gud um stutta tíð fer
at broyta viðurskiftini og
skapa tað paradísið, sum vit
øll biðja um í bønini faðir vár.
(Matt. 6:9-10)
Hans Jørgen var føddur
og
uppvaksin
Danmark,
men valdi fyri 13 árum síðani
at flyta til Føroyar saman
við konu síni. Tey valdu Før
oyar, tí tey føldu, at her var
mangt eitt lurtandi oyra, tá
tey talaðu um Bíbliuna og
vónina fyri menniskju.
Hjá mær var Hans Jørgen
ikki bert ein kenningur, men
ein veruliga góður vinur, sum
dugdi væl at lurta, sum eg
kundi fáa eitt uppbyggjandi
prát við, og sum eg kundi
gráta út hjá, um tørvur
var á tí. Líkamikið hvussu
hann enn orðaði seg, havi eg
ongantíð ivast í góðu motiv
ini hjá Hans Jørgen, ið vóru
drivin av kærleika og guds
ótta.
Hans Jørgen og Malene
offraðu seg fyri sínum vinum,
ikki bert í orði, men sanniliga
eisini í gerðum. Tað var ikki
til fánýtis at biðja tey um
eina tænastu. Hans Jørgen
og Malene nýttu fegin sínar
førleikar øðrum til gagns,
bæði andaliga og tímiliga.
Hans Jørgen hevur víst
mær, hvat tað merkir at vera
ein súla í samkomuni, »sum
læ fyri stormi« (Esaias 32:2).
Hans Jørgen varð leiddur
av gudsótta og hevði tí eina
óvikaliga trúgv og eitt álit á
Guds lyfti um eina uppreisn.
Í Matteus evangelium stend
ur, at tann, í heldur út líka
til endan, skal vera frelstur.
Hans Jørgen helt, út og vit
hava álit á, at Jehova vil
minnast hann á evsta degi.
(Jóh. 11:24)
Hans Jørgen var trúfastur
til sín alt ov bráða deyða, men
hann hevur sett síni spor
í okkum, sum eru eftir. Vit
skylda Hans Jørgen at halda
út og vera føst í trúnni.
Til tykkum mongu sum
hava virðismett at fáa vitjan
av Hans Jørgen og Malene,
hevði tað uttan iva glett
hann, um tit tóku væl ímóti
øðrum boðarum av Gud ríki.
Fríggjadagin 7. septemb
er kl 13.00 verður eitt minn
ingarhald hildið í Ríkis
salinum hjá Jehova Vitnum
Yviri við Strond í Tórshavn
har øll eru vælkomin.
Regin Faaborg
Søldarfjørður
Minningarorð
Hans Jørgen B. Kristensen
Toftir
25 ára starvsdagur hjá
Poul Hansen, heilsølu
31. august hevði Elisabeth Müller arbeitt í 25 ár í avgreiðsluni hjá Poul Hansen, heilsølu.
Á myndini Høgni Hansen, stjóri og Elisabeth Müller.