mikudagur 5. september 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Vit báðir Kristin tóku lærara
prógv 1967, sostatt eru liðin 45
ár síðani henda dag og 50 ár
síðani, vit fóru undir henda
lestur at gerast lærarar. Ja,
tað er væl av vatni runnið
í á, síðani tá. Vit eru báðir
fuglfirðingar, hann vaks upp
Heimi á Miðju og eg Norðuri
á Bakka.
Slektin
Skyldmenn eru vit eisini
bæði í faðirlegg og móðirlegg.
Tað ger tað ikki verri. Tunt er
tað blóð, sum ikki er tjúkkari
enn vatn.
Mamma
og
Richard
høvdu ættarbond úr Tarti
í Oyndarfirði. Kristin eitur
eftir abba sínum Kristin Joen
Petur Poulsen. Langabbar
okkara (Daniel Poulsen og
Poul Andreas Haraldsen)
vóru systkinabørn. Sostatt
vóru Richard og móðir fer
menningar.
Fransiska, mamma Krist
in, og pápi vóru dupultir
trímenningar. Símun Johan
við Garð, abbi Kristin og
omma mín, Johanna Maria
í Toftum í Fuglafirði, vóru
systkinabørn. Símun Johan
var sonur Elias á Vestur og
Johannu Mariu. Elias á Vestur
og Gamli Poul, langabbi í
Toftum, vóru brøður. Leggj
ast kann afturat, at lang
omma mín, Margretha, kona
Lamba Símun, langabba á
Hellunum, var systir teirra, tí
verða omma og abbi ( Thom
as Johan í Toftum í Fugla
firði), systkinabørn. Pápi mín
og Fransiska verða sostatt
dupultir trímenningar. So
leiðis kann tað eisini sigast.
Ja, eg meini tað, men urtin er
ikki so galin, hóast tað.
Skyldskapur
er
altíð
áhugaverdur. Onkur hevur
sagt, at kennir tú fimm
fólk, so kennir onkur teirra
onkran, sum kennir Pávan.
Ja, tað er slektin, sum melur
í heysinum á okkum, tá ið vit
stunda til ellina. Ja, og før
oyingar eru óførir at greiða
frá slekt og skyldskapi, hóast
pávin ikki førir sína ætt víð
ari, so er hendan myndin ikki
so galin at tríva í.
Símun Johan, abbi Kristin,
var Giftur við Kathrinu, sum
var ættað av Slættanesi.
Hon doyði í barsilssong við
Ketty 1926 og tók systirin,
Elisabeth, húsið upp á seg
Uppi við Garð.
Kristin – Føroya
læraraskúli
Kristin hevur altíð kent
sína skyldu, har sum hann
hevur verið. Hetta hevur
hann í kjøtinum borið, tí eg
havi altíð hoyrt, at tey hjá
Símun Johan við Garð eru
ærukær, og æran er fagrasta
træ í skógini. Hetta er eitt
gott spjaldur at hava við sær
gjøgnum hetta tíðarinnar
hav. Kristin er eisini stak
trúfastur og skilamaður.
Tá ið sjeyti ár eru rokkin,
so er so nógv, sum dragast
kann úr dragukistuni, sum
vekir upp gomul minnir.
Kristin arbeiddi eina tíð
sum “Uttanbudamaður” í
Piddasahandli, áðrenn hann
legði leiðina til Havnar. Hetta
var júst í tí tíðini, tá ið henda
fyritøka var við at fara av
knóranum . Fedrar okkara
høvdu siglt við skipunum
í hesum reiðaríi í mong ár.
Greinskrivarin
arbeiddi
eisini á sama stað eina tíð,
áðrenn leiðin lá til Havnar at
ganga í skúla.
Kristin var eitt sindur
seinri á sjóvarfallinum og
kom eftir heystfrítiðina 1962
á Føroya læraraskúla í sama
flokk, har vit úr Fuglafirði
gingu: Jógvan Ólason, Hans
Olaf Joensen og greinskriv
arin. Sostatt vóru vit 4 úr
somu bygd, sum fingu sess
í Útistovu í sama flokki - í
preppaflokkinum. Um tað
mundið helt læraraskúlin til
í Gamla kommunuskúlanum,
og var hetta eini valahús í
mangar mátar. Skúlin lá mitt
í býnum, har innsúðurin og
útsúðurin eftir Áarvegnum
fór um “Lítlu oyggj”, og dró
um horn og vegg á hesum
gróthúsi í mangar mátar. Í
dag eru tær lygnir og teir
streymjaðarar í hesum vatni
frá hesum døgum í minn
unum sum poetiskar fram
stillingar i mangar mátar.
Martin Holm
Martin Holm var fimleika
lærari og var eitt sindur
speiskur við Kristin, tá ið
hann kom inn um gátt á
Føroya læraraskúla hend
an heystarmorgun í 1962.
Tað hevði okkurt við fim
leikaklæðini at gera, at hann
ikki hevði tey við til tann
fyrsta fimleikatíman, men
eg hugsi, sum frá leið, so
ásannaði Martin Holm og
hinir lærarnir við, at Kristin
hevði so mangt annað inn
anborða í sínum førningi,
har floygd orð í vitan og
kunnleika høvdu gott festi
í føroyskum hugtøkum - í
lestri, skaldskapi og grund
festi í einari bygdarmentan,
sum honum kom til góðar, øll
árini vit gingu á hesum skúla.
Ja, lat meg leggja tað afturat,
at sjálvur Martin Holm, sum
var vorðin stjóri, tá ið vit í
juni 1967 fingu prógvið , helt
fyri, tá ið Kristin fekk prógvið
handað: “ Minnist tú, hvat je
segði við teg hin dagin, tú
komst á skúlan?” Kristin
svaraði: “ Nei!” Kristin var
bestur í flokkinum! Hansara
lítilætna sinni skuldi ikki
rætta
tong
við
Martin
henda dag. Nú var alt upp á
tað besta, og dagurin í gjár
var farin, og nú var at líta
frameftir við einum góðum
úrsliti, sum skuldi vera til
gagns fyri Føroya skúla.
Læraratíðin og
lærarastovan
Kristin hevur verið lærari á
Glyvrum( 1967-70), í Fugla
firði (1971-2006) og ársskeið
í føroyskum á Fróðskapar
setrinum
1970-1971.
Hesi
ár, vit starvaðu saman í
Fuglafjarðar skúla, vóru góð
ár. Serliga løturnar á lær
arastovuni
kundu
verða
stuttligar í lívligum kjaki um
orð, orðafelli og orðatøk og
málsligar villur í føroyskum
máli. Ja, so ikki at gloyma,
politikkin!
Hetta
vóru
skilafólk,
sum her høvdu sítt sæti.
Teir eldru lærarnir- Herluf,
Sigurd, Johan, Arnold, Lou
visa og Hálvdan høvdu eina
natúrliga fatan av t. d. tí
føroyska málinum, sum vit
yngru tóku til okkum. Vit
søgdu einki, men lurtaðu.
Eg haldi persónliga, segði eg
einki týggju tey fyrstu árini
og Kristin uml. tað sama.
Við endan á langborðinum
á lærarastovuni undir klokk
uni á vegginum sótu ofta
Svend
Petersen,
Hálvdan
Mohr og Kristin. Hálvdan las
Time Magazine, Svend, Kristi
liga dagblaðið og Kristin helt
seg meira til føroyskan lesna
t. d. Orðafar, hóast hann eisini
las dagbløðini. Tá ið Svend
segði, at hann hevði lisið í
Kristiliga dagblaðnum um
Margaret Tatcher, ja, so segði
Holvdan, at hann hevði lisið
um sama evni fyri langari tíð
síðani í Time Magazine.
Kristin kundi so koma
við einari viðmerking um
onkra grein í einum av okk
ara dagbløðum um skeivar
bendingar t. d. har kallskyns
orð bundin í fleirtal hvør- og
hvønnfalli, rósaðust aftur og
fram sum tongul í brimi. Nú
broyttist kjakið. Nú kom lív í.
Fleiri lærarar løgdu uppí, og í
flestu førum vóru vit samdir,
men tá ið tað tað snúði seg
um politikk, tá kundu tað
verða krappsjógvað við lang
borðið. Á einum sinni var
greinskrivarin
so
dundr
andi ósamdur við Theodor,
sála, um politikk. Tá segði
Theodor: “Eg havi rópt fræg
ari mann niður enn teg!”
Á næsta fríkorterinum
var stovan sum ein sveiti, og
tað stóð við klettin. Øll tann
politiska sjóvarilskan hevði
lagt seg, og smílubondini
loysnaðu, tá ið kaffidussurin
leitaði sær at varrakanti: “
Rópa nú! ........ nú?”
Sært tú, nú er tað ikki
danskt, sum er ringast fyri
føroyska málið, men tað
anglisaksiska og hetta kjakið
helt á fram upp í gjøgnum
trappurnar í skúlanum, eftir
gongini og inn í stovurnar.
Her hevði eg stóra virðing
fyri skyldmanninum, Krist
ini, sum á skilagóðan hátt
førdi seg fram og greiddi
ofta
torskildar
málsliga
spurningar á ein natúrligan
hátt. Hetta eri eg honum sera
takksamur fyri.
Fjallgonga, sangur
og fótbóltur
Fuglafjørður er ein ediligur
staður, har bygdamentanin
livir sítt trygga lív. Ja, onkur
hevur sagt, at vit ikki ríða
sama dag, vit saðla, men
hóast tað, koma vit altíð
fram.
Tá ið sløtturin er fyri, sæst
Kristin sláa uppi í Fløtu
gerðinum. Hann og Ditliv
Róin plaga at vera teir, sum
trúliga ár um ár standa so
stinnir og loysa strá við
líggja á hesum føgru teigum.
Somuleiðis hava teir á sama
stað havt veltu so langt aftur,
meg kann minnast.
Tað er ein dýrgripur at
verða við í tí dagligu gongd
ini í bygdini, sum hevur við
okkara gomlu mentan at
gera. Eitt er sløtturin, men
at fara á fjall spekir bæði
sál og sinnið. Her hevur
Kristin verið drúgvur bæði
í bóndans garði og hinum
hagapørtunum, har óðals
hendur tóku seg niðanfrá
snimma á morgni bæði í
Skarðhaga, Fjalli, Gjógvará
og Innandals. Hann hevur
verið fjallmaður hjá Fritleif
bónda Norðuri í Haga í mong
ár. Hetta umrøddi hann við
nýtum orðum á kvøldsetuni
um seyð og seyðahald fyri
tveimum árum síðani. Hann
tók hesa ódn eftir faðir sín.
Jú, hetta nørdi um kvøld
setuna, so væl hann dugdi at
siga frá.
Kristin sang við Fugla
fjarðar sangkóri í sjeyti árun
um og var eisini formaður í
sangkórinum í nøkur ár.
Hann var ein góður tenorur,
nærlagdur og álítandi. Spell
hann helt uppat í hesum
rakstri, men hvat, tú nært
ikki alt, tí má ein gera eitt val,
hvat var nú best fyri meg og
mínar seyðir?
Tað er so mangt, sum
kundi verið tikið fram, men
lat meg nema við fótbóltin.
Kristin var howbakkur hjá
ÌF í mong ár. Ja, her sást tú
mannin, so væl hann røkti
sítt pláss. Hetta var ein onnur
fjallgonga, ein onnur ódn, ið
maðurin hevði. Skjótur og
ágrýtin og fekk bóltin væl út
um miðjuna til teir fremstu
leikararnar. Nú liggja fleiri
av teimum, sum fingu bóltin
frá Kristini undir grønu
torvu, men hesi minni koma
nú fram, nú tey sjeyti árini
eru komin at borði.
Endi
Greinskrivarin var onkuntíð
høgri howbakkur, og kann eg
reypa mær av, at hava skotið
mál ímóti Skála. Hetta var
so dárandi, tí skálagentur
hildu, at tað var Kristin, sum
hevði skotið hetta mál. Sum
ein elduvíkskona segði, tá
ið dóttir hennara var vorðin
trúlovað við drongi úr Syðru
gøtu: ”Tað var ikki friður av
gøtumonnum síðani gummi-
skógvarnir vóru uppfunnir!”
Teir komu tíðan á gátt í
Elduvík. Eg veit ikki, hvussu
nógvar skálagentur komu á
gátt hjá Richardi og Fransisku
eftir hetta dárandi spark og
mál, og um tey blivu troytt av
hesi vitjan, men Kristin fekk
sín kærleika gróðurfestan í
Leirvík, har hann og Dinna
blivu væl og vórðu trúlovað
og giftust. Dinna hevur verið
honum ein góður stuðul, og
fingu tey trý børn saman.
Rúnu, Hallu og Fróða .
Ja, Kristin, takk fyri rætt
lesturin, sum tú hevur havt,
tá ið eg havi sent tær okkurt,
sum eg havi skrivað. Tú ert
millum frægu føroyingarnar,
sum duga málið, og lagaligur
hevur tú verið. Stóra tøkk
afturfyri skalt tú hava.
Frits, skyldmaðurin
Kristin Poulsen, Kristin lærarin, 70 ár
týsdagin 11. september