mikudagur 5. september 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Komandi Miðvika verður um óeydnisárið 1949 hjá
Kjølbroskonnartini Lillie, tá teir vóru út fyri trimum óhappum,
og í tí seinasta mistu tveir menn.
Fredag Petersen, kokkur, Martin
Johannesen og Óla Jákup Jacobsen
- allir úr Fuglafirði.
Seinasta bønarhaldið
fyri Martin
Sum siður var, tá ið farast skuldi
av stað, varð farið til tey nærmastu
at siga farvæl. Mær er fortalt, at
Fredag var inni hjá Alexanduri -
Alexandur av Eiði - og segði farvæl,
og hildu teir bøn saman, áðrenn
teir skiltust.
Faðir mín, Tummas Jóhan hevði
altíð bønarhald við okkum, tá ið
vit fóru avstað. Soleiðis var eisini,
tá ið Martin fór út á sína seinastu
ferð. Hann las úr sálmi Dávids nr.
71 ørindi 1 til 8. Hjá tær, Harri, søki
eg skjól, lat meg ongantíð verða
til skammar o.s.fr. Ofta vóru av
bygdarmenn, ið við vóru, við til
hetta bønarhald heimi í Toftum hjá
foreldrum mínum.
Fyrrapartin fór Martin oman í
Støð. Faðir fylgdi honum. Hetta var
føðingardagurin hjá pápa 7. okt.
“Norðlýsið” hevur óivað ligið fyri
teymi, tí varð róð um borð.
Áleiðis við
Frelsunarherinum
Veðrið var gott, og eingin ond
rørdist. Ein motorbátur sleipaði
“Norðlýsið” suður úr Borðoyanesi.
Hetta var neyðugt, tí hetta var
áðrenn skip fingu motor. Við motor
bátinum vóru tríggjar kvinnur
úr Frelsunnarherinum, ið búðu í
Fuglafirði. Báturin skuldi leggja inn
á Havnina við teimum, tá ið sleipið
var liðugt.
Meðan “Norðlýsið” varð togað
út av Fuglafirði, sang manningin
saman við tær tríggjar kvinnurnar
sangin: “De kommer fra øst og
vest”.
Tað var sera stilt henda dag, so
ljómurin frá hesum sálmi hoyrdist
væl í bygdini. Tá ið komið varð út
fyri Leirvík, blástu tær í horn, og
hoyrdist hetta til lands. Onkur eldri
leirvíkingur hevði hetta á munni
síðani.
Í nov. ella des. 1922 helt Vilhelm
Nielsen prestur, ( 1873-1931), minn
ingarguðstænastu í Fuglafjarðar
kirkju um teir, ið fórust við “Norð
lýsinum”. Teksturin, hann nýtti, var
úr sálmi Dávids nummar 50 ørindi
15: “Heit so á meg á neyðardegi, eg
skal bjarga tær, og tú skalt lova
mær!”
Frelsunarherurin í Fuglafirði
Tær tríggjar kvinnurnar, ið fóru til
Havnar við motorbátinum, búðu í
húsinum hjá Katrinu Sofíu, jarðar
móðrini, har tær í kjallaranum
høvdu
eina
lítla
kaffistovu.
Tann elsta, Mina, var dani. Tann
næsta var íslendsk og æt Svava
Gísladóttir. Tann yngsta var ein
ung donsk genta.
Á niðara veggi á sethúsinum
stóð skrivað:
Frelsens Hær
Salvation Army
Gæste- og Sømandshjem
Sailors Home
Frelsunarherinum var í Fuglafirði
til 1926.
Um summarið 1927 var eg við
"Guide Me" á Eysturlandinum og
vóru vit inni á Seyðisfirði. Eitt
kvøldið vóru nakrir av manningini á
møti hjá Frelsunarherinum. Millum
aðrar, eg kann minnast, sum vóru
við, vóru Poul Reines, bróðir, og
Chr. Jensen av Hellunum. Boðið
var til kaffi eftir møti. Hetta vóru
tær somu kvinnurnar, sum høvdu
verið í Fuglafirði og búð í húsinum
hjá Katrinu Sofíu. Tann elsta av
teimum, Mina var deyð. Svava og
tann yngsta av teimum greiddu
frá ferðini til Havnar á sinni, tá ið
“Norðlýsið” varð sleipað suður úr
Borðoyanesi. Lagt varð afturat, at
tá ið leyst var, sigldi motorbáturin
fram við Norðlýsinum, og sagt
varð farvæl. Sóust tey ikki aftur
her, so skuldu tey síggjast aftur í
Himmiríki.” Hetta var frásøgnin
hjá Theodor.
Advarsel til Fiskerne
Tað er klárt, at hetta hevur verið
hart
hjá
teimum
eftirsitandi.
Kanska hava tey havt eina kenslu
av, at trygdin ikki var í lagi, tí 21.
februar 1923 er hesin stubbin á for
síðuni í Dimmalætting:
Paa Grund af Slup Nordlysets
Forlis med hele Besætningen føler jeg
trang til til at erindre alle Fiskerne
om at undersøge Skibet nøje pg
paase, at alt er i saa god Stand,
som Loven byder, før de mønstrer
paa, særlig Redningsmidlerne, saa
det ikke sker oftere, som det nu gik
med nævnte Skib, hvor der, som det
siges, ingen Redningsmidler var om
Bord.
Ved at læse disse Linjer i Bladet
haaber jeg, at Overmyndighederne
ikke vil undlade at irettesætte saa
danne Forsømmelser saa strengt, at
det skal være en god Lærepenge for
Eftertiden.
Fuglefjord, den 30. Januar 1923.
S.P. Petersen
Skomager
Greinskrivarin var pápi Fredag.
Hann man hava hildið, at trygdin
ikki var í lagi, og hesum hevði hann
uttan rætt í.
FF-blaðið, málgagnið hjá Føroya
Fiskimannafelag, tók eisini henda
spurning upp í blaðnum 9. no
vember 1922.
Her verður hildið, at tað er
syrgiligt at slíkt skal henda, tá ið
allur flotin var sloppin úr tí sanna
vandanum, nevniliga sjálvan tann
vandafulla fiskiskapin undir Ís
landi.
Sagt verður eisini, at hetta er
ikki fyrstu ferð, at skip eru farin
á niðursigling á heysti. Eitt annað
dømi var Puritan í 1920. Blaðið helt,
at tað var ikki forsvarligt at senda
skipini full av fiski á vetri á hesar
leiðir, har skipararnir ikki vóru
meinkunnigur
Um hesa vanlukkuna kundi bert
gitast, men tað var FF-blaðnum
kunnugt, at vitaskipið uttanfyri
Spurn fyri kortum var flutt 6 sjómíl
til havs. Men visti skiparin ikki
hetta, og hann ikki hevði dagført
sjókort umborð, kundi tað vera
orsøkin til ólukkuna.
Blaðið endar við at spyrja:
Hvussu leingi vil tað vara, til
vit innsíggja, at niðursiglingin við
sluppunum um heystini í royndum
er okkara landi til meira tap enn
vinning, tá alt verður tikið við i
rokningina?
Fredag og hansara: Ovast: Elsa Maria, mamma Amalju. Miðraðið v.f.: Maria, Amalja, kona Fredag, Thomasia
Fremst: Hanna, Tummas, Sedea, Fredag, Alfred og Ingvard.
Astrid, Kajse og Fredag vóru ikki fødd, tá ið myndin varð tikin
Andreas í Tarti í Oyndarfirði mintist seinasta vitnisburðin hjá Fredag.
Her sæst hann saman við komuni Malfryd á sínum 100 ára føðingardegi
Óli Krossteig var skipari
lagnutúrin hjá Norðlýsinum
Martin Johannesen var ein teirra,
sum fórst við Norðlýsinum
Theodor Johannesen, beiggi
Martin, mintist væl til hesa
hesa døpru hending