Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Til jóla kom út bókina “Havið tók teir” við frásøgnum um nakrar av teimum vanlukkum, sum hendar eru fiskimonnum við føroyskum skipum. Tað eru tó nógvar vanlukkur, sum ikki pláss kundi fáast fyri í hesi bókini. Serliga eru tað nógvar bátavanlukkur, sum skrivað kundi verið um. Men tað eru eisini fleiri skips­ van­lukkur afturat, sum eiga sína søgu, og sum eisini eru ein partur av hesi lagnusøguni hjá føroyingum. Ein av hesum vanlukkum var “Norðlýsið”, sum fórst fyri 90 árum síðani í oktober 1922. Lagnutúrurin Tað var Sámal P. Petersen í Fugla­ firði, sum átti skipið. “Norðlýsið” fór til Grimsby við eini fiskalast og mynstraði 6. oktober 1922. Hildið var, at teir vóru farnir á eina grynnu eystan fyri vitan við Spurnhead við innsiglingina til Grimsby náttina til 18. oktober. Eftir tíðini man hetta hava verið á veg heim aftur. Í bretska blaðnum The Fish­ ing News varð greitt frá, at bjarg­ ingar­bátur skuldi fara teimum til hjálpar. Men tað var ódnarveður, og tá so flóðin kom, blivu ald­ur­ nar sum hús. Manningin var farin upp í mastrina, og teir á bjarg­ ingarbátinum sóu menninar og hoyrdi teirra neyðarróp. Teir kundi bara hjálparleysir hyggja at. Men knappliga brotnaði masturin, og menninir hvurvu. Einasta, sum kom aftur, var um­ framt vrakgóðs nakrar skips­kistur, sum róku á land. Ein av teimum kom til Leirvíkar til Johannu, einkj­ uni eftir Óla Andreas Hansen. Hvør ið átti hana sást av, at í kistuni var ein kvittan fyri ull. Síðsti vitnisburður hjá Fredag Andreas í Tarti í Oyndarfirði, greiddi í 2006 FF-blaðnum frá: “Eg minnist í 1922, áðrenn "Norð­ lýsið" fór av Fuglafirði, nú hevur Fredag Petersen møti við handilin hjá gamla Sámal Petur. Eg minnist so væl, at eg stóð og lurtaði 15 ára gamal omanfyri trappuna norðan fyri forrætningina. Ljósið var ein flagurmús, ein lykt, sum varð nýtt tá í tíðini. Eg meini, at eg fekk eitt lítið hefti við nøkrum sangum, og eg behelt tað. Men eg kann tó ikki minnast, hvørjir sangir, ið vórðu sungnir. Spurningurin er, um hetta hefti kann hava verið týðingar hjá Victor Danielsen. Hann gav fyrsta heftið við føroyskum sangum út í 1920, og tað næsta í 1922. Hetta hevur verið fyrsta møti, eg havi ver­ ið á. Fredag, hann kom ikki aftur.” Fredag var 39 ára gamal. Kona hansara, Amalja, gekk við tí 10- unda barninum, so umstøðurnar vóru ikki góðar. Trygging hevur ikki verið tað stóra tá í tíðini. Inn­ tøkan var fiskaarbeiði. Fleiri av børnunum fóru til onnur at vera. Soleiðis var sosiala skipanin tá. Øll komu tey væl undan. Tey blivu øll gift og fingu upp til 12 børn sjálvi. Tá er skjótt at blíva ein stór ætt. Amalja doyði í 1958. Fredag var annars kendur sum sera íðin prædikumaður, sum nýttu hvørt høvi til at vitna um sína trúgv. Hann hevði verið innlagdur á sanatoriinum í Hoydølum. Hann var sjúkur í rygginum og mátti liggja nógv niðri. Fredag vildi fegin kunnað seg um tað, sum stóð í Bíbliuni, men hann hevði ikki lært at lesa. Tískil útvegaði hann sær eina stavingarbók, og Elisabeth, kallað Betta, dóttir Elias í Rættará, sum eisini var innløgd, lærdi hann at lesa. Betta var seinna kona Dánjal Paula Egholm, og tey hava júst verið umrødd í seinasta parti í røðini “Hendur ið Sleptu”. Hóast Fredag kom seg av tuberkl­unum var hann framvegis brekaður og máttu brúka bandagu fyri ryggin. Theodor misti beiggjan beiggjan Theodor Johannesen í Fuglafirði skrivaði eina frásøgn í 1982 um hesa vanlukku, sum sonur hansara Frits hevur loyvt okkum at brúka sum keldu. Theodor (1908-1986) var bróður Martin, ið fórst við “Norðlýsinum” einans 20 ára gamal. Sostatt var hann 14 ára gamal, tá ið hetta hendi. Tað setti seg sjálvandi í minni hans­ara. Hetta var ikki einasti sorg­ar­leikur, ið Tummas Johan og Johanna Maria, foreldur Theodor og Martin, upplivdu. Tey mistu tvey børn eftir einari nátt - Fridu og Jógvan, ið doyðu av meslingum 30. januar 1929, 19 og 24 ára gomul. Theodor greiddi millum annað soleiðis frá: “Tað var tíðliga um heystið 1922, at farið varð at skipa fiskin úr "Only Sister" yvir í "Norðlýsið". Tummas Sigvald Thomsen í Norðragøtu átti “Only Sister”, og hann var skipari sjálvur. Fiskurin varð fiskaður á Eysturlandinum og skuldi seljast í Grimsby. Martin, bróður, og Óla Jákup á Geilagarði, báðir 20-ára gamlir, høvdu verið við "Vágbingi" (TG 332), ið Julius í Smillum førdi tað summarið. Teir vóru vinmenn og hildu nógv saman. Teir vórðu bidnir at koma við “Norðlýsið” henda túrin. Meg minnist, at Óla Jákup kom norðan úr Gerði við einum leypi av eplum, ið hann hevði tikið upp. Komin heim áraka hús okkara, fór Martin niðan til hansara. Prátið fall á at fara við "Norðlýsinum". Tá helt annar fyri: "Fert tú við "Norð­ lýsinum", fari eg eisini." Sum sagt, so gjørt. Triði maðurin hiðani úr bygdini, sum fór við, var Fredag Petersen 39 ára gamal sonur Gamla skósa - Sámal Petersen, ið var ættaður úr Funningi og Kristiannu, sum var ættað úr Garðshorni í Oyndarfirði. Fredag var giftur við Amalju, sum var ættað úr Leirvík. Hann hevði verið við "Ruth" hetta summ­ arið sum kokkur. Sjálvur Gamli Sámal Petur, reið­ arin, fór norður til Fredag at biðja hann við sum kokk við “Norð­ lýsinum”. Fredag skuldi vera tulkur. Hann hevði siglt nógv við eingilsk­ um trolara, og tí lá tað raðið fyri hjá honum at tosa enskt. Hann hevði siglt í fleiri ár út frá Grimsby við trolara, sum fleiri fuglfirðingar tá á døgum gjørdu. Fredag gav ikki svar beinanvegin, men mátti samráðast við konuna um hetta. Svarið frá konuni var: "Tað mást tú best vita sjálvur!" Hvussu var og ikki, Fredag fór við, og allir mynstraðu 6. okt. 1922, og teir fóru avstað dagin eftir. Seinasta møti Sama kvøldið helt Kristian M. Otte­ sen, trúboðari, møti í Gamla skúla. Hann kom til bygdina summ­arið 1922 og var her til 1926. Eg kann minnast, at Óli, skiparin á Norð­ lýsinum, stóð uppi við pultin og talaði. Hann brúkti tekst úr einum av Dávids sálmum. Til endans helt hann fyri, at nú skuldi hann og skipsfelagir hansara út á eina ferð, ella reisu, sum hann ikki hevði roynt áður. Fyri mær ljóðaði hesin túrur so møtimikil, at hetta fór at vera teirra lagnuferð. Feigdin dregur, og fátt man feigum forða. Møtið varð so endað, og tá ið komið var útum, helt Fredag eina stutta røðu um frelsuna í Jesusi. Øll lýddu á hann. Hetta kvøldið var sera vakurt veður. (Tað man vera hetta Andreas í Tarti mintist). Fredag var tann fyrsti í Fuglafirði, ið hoyrdi til Brøðrasamkomuna. Dagurin hin 7. oktober rann upp við besta veðri. Martin kom inn á kamarið hjá Kristjani og mær, stóð upp við durastavin og greiddi frá einum dreymi, hann hevði havt um náttina. Hann kom gangandi heimi á Sandi, hann var lágur í ættini, og lá eitt ótal av sprekum fram við sjóvarmálanum. Hann helt hetta vera ein undarligan dreym. Tað kom at vísa seg, at Martin hevur verið sanndroymdur. Teir, ið fórust vóru: Óli Krossteig, skipari, Óli Andreas Hansen og Sámal Mart­ in Samuelsen við Keldu - allir úr Leirvík, Tummas Sigvald Thomsen við Gil, bestimaður, Norðra­gøtu og Millum tær mongu vanlukkurnar, sum hava rakt Føroyar og føroysk heim, er tann við Norðlýsinum. Í oktober eru 90 ár síðani hetta hendi Havið tók teir: 90 ár síðan Norðlýsið fórst Norðlýsið FD 352