Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Herfyri setti eg Jørgeni Niclasen ein einfaldan spurning um, hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á landskassan. Nú sonevnda svarið er komið úr Fíggjarmálaráðnum, standa spurningarnir framvegis ósvaraðir. Hinvegin vísir landsstýrismaðurin til tvær talvur við tølum, sum ikki svara spurningunum. Tað átti at verið so líkatil, ja, stuttligt, hjá Jørgin Niclasen at prógvað tað, sum hann upp í saman hevur ført fram alment: At flatskatturin hevur havt positiva ávirkan á landskassan. Men kanska er orsøkin, at veruleikin um flatskattin er ein heilt annar enn tann, sum landsstýrismaðurin hevur ført fram, bæði í løgtinginum og fyri almenninginum. At landsstýrismaðurin ikki svarar spurningum, sum eg seti honum, er onki minni enn ein vanvirðing av løgtinginum, fólkaræðinum og Føroya fólki. Tí seti eg fram júst somu spurningar enn einaferð, og vóni, at landsstýrismaðurin hesaferð tekur seg um reiggj og virðir tingskipanina við at svara teimum fyrispurningum, sum verða settir umvegis Føroya Løgting. Upprunaligi fyrispurningurin og svar er her: http://www.logting.fo/casewrittenquestion/ listDoc.gebs?caseWrittenQuestion. id=291&menuChanged=55 Endursettir fyrispurningurin er her: http:// www.logting.fo/casewrittenquestion/ listDoc.gebs?caseWrittenQuestion. id=299&menuChanged=55 Jørgen rennur undan veruleikanum Aksel V. Johannesen Tá risin svevur á pengunum! Hanus Samró Lesandi og øgtingslimur fyri fólkaflokkin Hetta er fjórða greinin av seks pørtum. Fari við hesum at viðgera evnið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum Greinarøðin tekur ikki bara støði í politiska ger­ and­is­degnum, men verður har­umframt grundað á ger­ andisdagin, sum undir­ritaði hevur á Setrinum. Saman­ tvinningin av praktiskum og politiskum áhugamálum er ikki so einføld, men skal undirritaði eftir besta føri­ muni halda tingini atskild. Fjórða greinin snýr seg um lestrarumhvørvið. Íløgur í lestrar­ umhvørvinum Tað hevur fyrr verið víst á, at lestrarumstøðurnar í Føroyum ikki eru so góðar. Vit hava ongar luta- ella lestraríbúðir, sum lesandi kunnu leiga fyri sømiligar pengar. Tað tykist tíverri, sum útboðið í Føroyum er darvað av soppum og vánaligum viðurskiftum, so lesandi hava ikki stóra úrvalið, tá leitað verður eftir íbúðum. Sostatt tykist loysnin ofta, at lesandi leiga frá ommum og abbum, frá nærmastu familju, ella halda fram við at búgva hjá foreldrunum. Tað er ikki beinleiðis eggj­ andi, tá ið vinfólkini og javn­aldrarnir, ið lesa uttan­ lands, búgva í íbúðum og kollegium, men hetta er av­ bjóðingin hjá Føroyum og Fróðskaparsetrinum. Vit kapp­ast á jøvnum føti móti lestrar­um­hvørvunum uttan­ lands, og tað er ein av­bjóð­ ing, ið skal takast í fullum álvara. Løgtingið hevur tó ikki játtað pengar til lestra­r­íbúð­ ir. Á ein hátt er tað átaluvert, men av tí at meginparturin av íløgunum verða nýttar uppá Marknagilsdepilin, hevur samgongan raðfest skúlan fram um lestraríbúðir. Alment Tá tað kemur til lestraríbúðir, er tað ikki altíð neyðugt, at pengar verða settir av á fíggj­ arlógini, tí aðrastaðni eru tað grunnar, bankar, pensjóns- og fakfeløg, ið gera stórar íløgur í íbúðarmarknaðinum. Um vit taka politisku hand­faringina fyrst, hevur Húsa­lánsgrunnurin fingið víðkað­ar heimildir, so at hann: “sjálvur ella saman við øðrum byggja, eiga og reka leiguíbúðir. Í hesum førum setir Húsalánsgrunnurin sjálv­u­r pengar í verkætlanina. Við tí seinnu kunngerðini kann Húsalánsgrunnurin veita lán til íbúðarstovnar og íbúðar­feløg, sum byggja ella á annan hátt útvega íbúðar­ hús.” Húsalánsgrunnurin kann sostatt byggja lestraríbúðir, um hann lýkur omanfyri nevndu treytir. Við einari eginogn uppá 603 milliónir krónur (ársroknskapur fyri 2010), hava teir eisini neyðuga kapitalin til at gera íløgur í lestraríbúðum. Privat Í privatu vinnuni finnast tað somuleiðis fíggjarliga sterk feløg, ið kunnu gera íløgur í lestraríbúðum. Føroysku fak- og pensjónsfeløgini kunnu gera íløgur í lestraríbúðum, um tey halda, at tað er neyðugt. Tað er púra vanligt aðrastaðni, men tað tykist, sum tað ikki letur seg gera í Føroyum. Tey skulu sjálvandi gera skilagóðar íløgur, sum tey síðani skulu standa til svars fyri, men tey hava eisini fíggjarligu styrkina til at gera stórar íløgur. Tað prógvaðu fakfeløgini mill­ um annað í summar, tá tey bjóðaðu 35 mió. kr. uppá Tryggingarfelagið Lív. Um síðani verður hugt eftir ársfrágreiðingini hjá Lív fyri 2010, stendur svart uppá hvítt, at Lív stovn­aði partafelagið Luta­íbúðar- virkið: “til endamáls at gera íløgur í lutaíbúðir og aðrar íbúðir.” Tíggju milliónir krónur vóru settar av til partafelagið, “men enn er felagið ikki byrj­ að sítt virksemi.” Hvørjar orsøkirnar eru, skal undirritaði ikki gera seg klókan uppá, men tað er ikki óhugsandi, at altjóða fíggjarkreppan hevur ein leiklut. Um so er, setur tað kjakið um lestraríbúðir í per­ spektiv, tí fíggjarliga sterku grunnarnir, stóru fak- og pensjónsfeløgini eru ávirkaði av fíggjarkreppuni. Tey aftra seg við at gera íløgur. Onkur vil sostatt vera við, at tað er orsøkin til, at lestraríbúðir skulu á fíggj­ar­ lógina, men tað letur seg ikki gera, tí samgongan raðfestir skúlan við Marknagili fram­ um. Ungdómurin Lestraríbúðir skapa ikki av sær sjálvum eitt sprellandi lestrarumhvørvi. Tað mugu tey ungu sjálvi gera. Gamaní, nógvur dentur verður lagdur á, at meginparturin av ung­ dóminum fer uttanlands at lesa, men tað finnast hóast alt ung, ið lesa á Setrinum. Tey hava ikki bestu útlitini, tí Fróðskaparsetrið er spjatt í millum fleiri bygningar, tað er torført at finna bílig­ ar íbúðir, men tey fáa heldur ikki beinleiðis ágóðan av peng­unum, sum verða játt­ aðar til MFS á hvørjum ári. Endamálið við felags­skap­ inum er at røkja áhuga­málini hjá teimum lesandi. MFS Meginfelag Føroyskra Stu­ denta fær 181.000 kr. um árið frá landinum. Pengarnir skulu síðani býtast millum lestrarumhvørvini í Dan­ mark og í Føroyum, og tað er ikki heilt lítið, sum tey fáa fyri pengarnar. Tey skipa fyri fyrilestrum, ráðstevnum, kjak­kvøldum, eins og tey geva viðkomandi lestrarbløð út. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men hvat verða peng­arnir nýttir til? Sambært roknskapinum fyri 2011 verða umleið 130.000 krónur nýttar uppá lønir, húsaleigu og skrivustovuhald í Keypmannhavn, meðan lestrarbløðini kosta 30.000 kr. Í prosentum fara 72% av játtanini til umsiting. Sostatt er tað avmarkað, hvussu nógvir pengar fara til tiltøk! Hevði tað ikki verið skila­betri, um pengarnir vóru markaðir til lestrar­ um­hvørvið í Føroyum? Her verður ikki tosað um, at MFS skal skipa fyri fleiri ráðstevnum ella kjak­kvøld­ um, sum sjálvandi eru við­ komandi, alt til sína tíð, men pengarnir verða nýtt­ir til at birta undir lest­rar­um­ hvørvið í Før­oyum. Alt frá veitslum til ferðir uttanlands. Tiltøkini noyðast ikki at vera ókeypis, tí so nógvar pengar hava tey heldur ikki, men MFS hevur fíggjarligu orkuna til at samansjóða ym­isku deildirnar við gleði og gleimi. Gongur rætta vegin Havi í undanfarnu greinunum víst á, at ongantíð áður hava so nógvir næmingar verið á Setrinum. Ítøkiliga fóru 605 næmingar undir hægri lestur í 07/08, meðan 876 næmingar byrjaðu við skúlabyrjan í 10/11. Í prosentum er hetta ein øking uppá 46%. Hetta er ein støðug fram­ gongd, men um vit veruliga skulu steðga fráflytingini, er tað neyðugt, at lestrar­ um­hvørvið mennist. Hetta er ikki bara uppgávan hjá almenna Føroyum, tí løg­ tingið skal taka sær av yvir­ skipaðu kørmunum, sum t.d. játtanir til almenna- og heilsumál, mentan og út­ búgving v.m. Tískil er tað neyðugt fyri víðari menningina av lestrar­ umstøðunum í Føroy­um, at fíggjarligu risarnir ikki bara sova á pengunum, men seta pengarnar í umferð!