Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Er tað nakað sum eg sakni í okkara kommunu, er at vit vísa ans fyri okkara djórum og her hugsi eg um at vit gera eina skipaða djórapark, har fólk kunnu koma og nýta tíðina saman við øllum møguligum djórum. Tað eru sjálvandi nógvir møguleikar og mátar at gera eina tílika djórapark uppá. Men, vit hava harðliga brúk fyri einari djórpark í okkara kommunu. Vit kenna øll tað privatu “djóraparkina” hjá Petur Nolsø í Havn, sum verður sera væl vitja av børnum, barnagørðum og familj­ um. Hetta er sera kær­ komið hjá okk­um øllum og tað eru vit Petur Nol­ sø, sera takk­som fyri. Tórshavnar komm­ una hevur eftir minum tykki skildu til, at seta eitt øki av til eina djóra­ park, sum vit kenna alla aðrastaðni í verðini, har vit øll og serliga djóra­ vinur kunnu nýta gott av. Fyri tíðina arbeiðir Tórs­havnar kommuna við at skipað øki við Hoy­dals­á til frílendi til borgaran. Umsitingin ar­beiðir við einari skip­ anar­ætlan fyri lendini fram við Hoydalsá, so­ leiðis at tey vera borg­ar­ unum í býnum til bestu náttúru- og frí­tíðar­ upplivingar, við íðk­anar­ møguleikum, rørslu­ fremjandi tilboðum osv. Her kunnu kundi eg væl hugsa mær, at vit eisini fingu eina djóra­ park til gavn fyri okkum øll. Men, vit skulu ikki gloyma at vit hava fleiri onnur økir, sum eru væl egnaði til eina skipaða tílíka djórapark. Øki við Hoydalsá er 300.000 m2, so her ber væl til at fáa skipað hetta øki sum eisini at innihalda eina djórapark, sum verður til gleði fyri okkum øll. Sjálvandi er tørvur á at gera ítøkiligar kann­ ingar og at nágreinliga hvat inni­haldið skal verða fyri eina tílíka frí­ tíðarpark við Hoydalsá, sum eg haldi eisini skal innihalda eina djórapark. Hetta er so eitt uppskot, sum eg ætli mær at arbeiða víðari við. Men, sjálvandi eru onnur økir eisini sera áhugaverd. Djórapark í Tórshavnar kommunu Levi Mørk Býráðslimur Landið spælir hasard við kommununum Jógvan Arge Tórshavn býráðslimur fyri Tjóðveldi Tað er barnalærdómur í komm­unupolitikki, at so at siga hvørt ár samtykkir løg­ tingið lógir og reglur, sum ávirka kommununum uttan at taka atlit til fylgjurnar fyri tær. Í dag síggja vit hetta betur enn nakrantíð. Tá fíggjarlógin verður sam­tykt til jólar, verða í síðstu løtu samtyktar broyt­ ing­ar í skattareglum, ið gera, at tær longu samtyktu fíggj­ ar­ætlanirnar hjá komm­un­ un­um fara av lagi, tí komm­ un­urnar skula bløða av sín­um kassa fyri løgtingsins gávu­mildni. Taka vit fíggjarlógina í fjør, so samtykti sam­gong­ an at taka inntøk­ur­nar av skatt­inum frá pensjóns­út­ gjaldi frá kommununum og í fram­tíðini lata tær renna fult og heilt niður í egnan kassa, landskassan. Hetta fær álvarsamar fylgjur fyri inntøkusíðuna og harvið rásarúmið hjá komm­ ununum í alla framtíð. Demokratiskt undirskot Kommunumálini, sum verða viðgjørd á løgtingi, eru í høv­ uðsheitum yvirskipað mál, ið vanliga ikki fáa breiða við­gerð í kommununum. Mínar royndir eru, at komm­ unurnar mest halda seg til tey málsøki og tær avgerðir, sum eru heimilað í kommunu­ full­trúini, ið ásetur, hvat ein kommuna skal og kann. Ein av grundunum er, at arbeiðið hjá teimum fólka­ valdu í einum kommunustýri er ikki takserað sum annað enn frítíðarítriv, og sostatt er avmarkað, hvussu nógv hesi fólk eftir arbeiðstíð kunnu gera burtur úr tungum mál­ um millum eina rúgvu av øðr­um. Av hesum stendst eitt fólka­ræðisligt undirskot í all­ ari viðgerð av teimum stóru kommunumálunum, eisini bar­daganum um at leggja kommunur saman og leggja fleiri málsøki á kommun­ur­ nar at umsita og gjalda. Kommunulógin, sum løg­ tingið hevur gjørt, eigur sín part í hesum demokratiska halli, og kommunurnar eiga sjálvar sín part. Tær eru jú gingnar saman í komm­unu­ feløg at umboða seg í felags málum mótvegis landsins myndugleikum og øðrum. Tær stóru kommunurnar eru uppi í Kommunusamskipan Føroya, KSF. Har hava bara borgar­ stjór­ar og kommunustjórar at­gongd, og vit onnur deyði­ liga ána stórt sæð ikki, hvat tey gera. Men tað er har nógvar óviðgjørdar polit­isk­ ar meiningar úr kommun­un­ um verða lagdar saman og sendar landsstýri og løg­tingi í hoyringssvarum og slík­um sum kommunalar niður­ støður. Her ruggar, sum skilst, ikki rætt av fleiri grundum. Tað kom eisini sólarklárt til sjóndar í vár, tá vegleiðandi fólka­atkvøða var um at leggja kommunur saman sum fortreyt fyri at leggja máls­økir sum eldraøkið og skúlan út á kommunurnar. Stórur meiriluti av tí trið­ inginum av veljarunum, sum var á vali, segði kortanei til at leggja saman, tí alt ov stór óvissa var um, hvat lands­ stýrið og løgtingið kundu finna uppá. At heilir tveir triðingar av veljarafjøldini sótu heima, var helst tann dygg­asti framm­aná, sum hugs­ast kann hjá teimum, sum við høv­ur undir armi arbeiða fyri tí sonevnda kommunu­ re­form­inum. Tá eldrabylgjan brýtur Kortini uppliva vit, at lands­ stýriskonan í almanna­mál­um arbeiðir yvir háls og herðar fyri at leggja eldraøkið út, tí at tað skal tæna fólkinum best í allar mátar. Samstundis sigur lands­ stýrismaðurin í skúlamálum, at soleiðis, sum kommunala kortið sær út – eisini við samarbeiðseindum – verður tað alt ov dýrt at leggja skúlan út. Also tvær tungur í sama landsstýri um tvey øki, har trupulleikarnir eru líkir. Almannamálaráðið hev­ ur fleiri bólkar sitandi at leggja leistin fyri framtíðar eldraøkinum. Bert ein spurn­ ingur kemur ikki á borðið. Tað er spurningurin um fígg­ing­ina. Hann verður ikki nort­in. Fyri mær at vísa seg vilja landsstýri og løgting sleppa av við eldraøkið alt, sum tað er, sum skjótast, tí tað er ein tikkandi bumba undir landskassanum. Teimum er høgligari er at skumpa eldraøkið yvir á sjey kommunalar samarbeiðs­ eindir. So kunna tær standa í briminum, tá bylgjan brýtur. Lítið riddarlig atferð av landsins politisku elitu. Koyra seg í positión Onkur fíggjarlig uppgerð skal til, um eldraøkið verður lagt á kommunurnar. Okkurt tal skal ásetast fyri pengarnar, sum landið vónandi skal rinda kommununum í endur­ gjaldi bæði upp á stutt sikt og upp á longri sikt. Nú ljóðar longu at vera ein tendensur til, at land­ið skarvar av verandi rakst­rar­ útreiðslum, sum tað eigur fult og heilt, til tess at hava tær so lágar sum gjørligt, tá upp­gjørt verður. Á henda hátt sleppur landið upp á tann eina dag bí­ligari enn tað eigur, og mót­satt verður skyldan, sum komm­urnar fáa niður yvir seg, nógv dýrari enn hon átti at verið. Ein ótti í hesi ætlaðu gongd er, at umstøðurnar hjá teimum eldru verða ymiskar frá kommunu til kommunu, alt eftir, hvat tær hvør í sínum lagi fara at raðfesta ella fara at formáa sær. Hetta er ein grundaður ótti, tá tú sært, hvussu al­ trátt landsstýrið er eftir at kasta eldraøkið av sín­um herðum heldur enn taka tarvin við horninum og sjálvt sum ábyrgdari standa sum garantur fyri mann­sømi­ ligum korum í Føroyum í ell­ ini. Eg meinti, at tað var júst tað, vit hava landið til. Hasard við teimum gomlu Bæði í eldramálum og skúla­ málum er í dag talan um meir og minni fløktar um­sit­ ingareindir. Á skúlaøkinum ráða kommunurnar fyri hús­ unum, men ikki fyri innihaldi og frálæru. Á eldraøkinum ræður land­ið fyri øllum, men hevur lokkað kommunurnar at gjalda í dýrum dómum fyri bygn­ingar, sum ikki eru teirra formliga ábyrgd, men ein ábyrgd, sum bæði løgting og lands­stýri hava forsømt dyggiliga í áravís. Hvat vil eg so siga við hes­ um? Jú, eg vil fyrst og fremst siga tað, at úr mínum komm­ unupolitiska sjónarhorni verð­ur spælt hasard við bæði kommunum og eldraøki, og útlit kunnu vera til, at tað verður ikki gamansleikur at ger­ast gamal og veikur í Før­ oy­um. Í sama viðfangi verða kommunurnar fíggarliga bundnar á hendur og føtur. Fram­stigini verða tí fá og smá. Og vælferðarsamfelagið, vit rópa uppá, verður bert eitt eiti, taka tey, sum ráða fyri borgum nú, sær ikki aðrar og betri partar fyri. Sendið viðmerkingar til www.sosialurin.fo