mikudagur 5. september 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Fótbóltslandsliðið fer fríggjakvøldið
undir nýggja undankapping, tá ið
Týskland verður mótstøðuliðið á
AWD Arena í Hannover. Hervið fer
føroyska landsliðið undir sættu HM
undankappingina, síðani altjóða
limaskapurin varð veruleiki. Málið
við hesi undankappingini er at
vinna pláss í endaspælinum, sum
verður í Brasilia um tvey ár.
Fríggjakvøldið verður talan um
rættuliga Dávid ímóti Goliat søgu,
og hóast tað fyri tíggju árum síðani
var um reppið, at tað eydnaðist at
vinna eitt stig heimaftur við eftir
vitjan í Týsklandi, so munnu sann
líkindini vera millum lítil og eingi
fyri, at tað fríggjakvøldið skal eydn
ast at vinna úrtøku.
Á pappírinum eru mótstøðuliðini
altíð ivaleyst stinn, tá ið føroyoingar
royna seg í altjóða kappingum, men
sannlíkið man vera størri fyri, at tað
skal eydnast at vinna úrtøku, tá ið
Svøríki og Írland vitja her í Føroyum
um ein mánað, og tá ið Eysturríki og
ikki minst Kasakhstan fara at vitja
næsta ár.
Seks lið eru í bólkinum, og harvið
er talan um tíggju dystir.
Støðug útskifting
Lars Olsen skal fríggjakvøldið
fyri fyrsta ferð hava ábyrgdina av
liðnum í undankappingardysti.
Frammanundan hava hann og før
oyska liðið bara eina ferð áður roynt
seg í felag. Tað var í Íslandi í síðsta
mánað, tá ið úrslitið var 2-0 tap.
Sum rímuligt er, so eru spælar
arnir, sum venjarin hevur boðsent,
í flestu førum teir somu, sum áður
hava verið á liðnum. Tað vitnar
dystartali hjá spælarunum um.
Tað er eisini heilt nátúrligt, at
nýggir spælarar eru í ferðalagnum.
Hesa ferð eru tríggir við í ferðini,
sum ikki eru skrásettir at hava
spælt á a-landsliðnum. Tað eru
málverjin Kristian Joensen úr NSÍ,
liðfelagi hansara málsókni Klæmint
A. Olsen og Kaj Leo í Bartalsstovu,
evnaríki framrættaði maðurin úr
Víkingi. Felags fyri teir allar er, at
teir hava fleiri royndir á U-21 lands
liðnum.
Merkisvert fyri úttøkuna hjá
Lars Olsen er, at hann hevur ikki
boðsent Atla Gregersen, sum heldur
ikki var við í Íslandi. Ta ferðina
grundgav venjarin við, at Víkinga
miðverjin var leikbannaður. Sein
astu vikurnar hevur hann spælt
fleiri dystir, men venjarin hevur
altso ikki sent boð eftir stýrimann
inum í verjuni hjá Brian Kerr.
Ikki minni merkisvert er tað,
at venjarin púra hevur valt at
síggja burtur frá Atla Danielsen í
B36. Boð vóru ikki eftir honum til
Íslandsdystin, og heldur ikki hesa
ferð er Atli Danielsen í ferðalagnum.
Tað hevur verið soltið hjá B36 í
landskappingini, og kanska hevur
tað eisini sæst aftur í avrikunum
hjá Atla. Í altjóða avbjóðingunum í
summar var hann sera stinnur, og
tað er ilt at fáa eyga á, nær hann
hevur spælt seg av landsliðnum.
Atli Danielsen er skrásettur at
hava umboðað Føroyar 41 ferðir,
og við sínum úthaldni, skjótleika,
góða bóltførleika hevur hann verið
hollur, um hann so hevur verið á
vongverjanum, miðvøllinum ella í
miðverjuni.
Metið
Fyri fimm árum síðani mynstraði
Óli Johannesen av landsliðnum.
Hann var tá 35 ára gamal, og hann
hevði spælt 83 landsdystir. Tað var
met tá, og tað er framvegis met.
Higartil hevur tað verið toført at
sæð, hvør skuldi hótta metið hjá Óla,
men nú er tað ikki heilt óhugsandi,
at tveir spælarar kunnu fara at
kjálkast upp ímóti metinum hjá
Óla, tá ið henda undankappingin
verður av.
Talan er um málverjan Jákup
Mikkelsen og miðvallaran Fróða
Benjaminsen. Teir eru báðir við í
ferðalagnum til Týsklands. Tað er
neyvan nakar ivi um, at Fróði verður
á miðvøllinum fríggjakvøldið, og
tað ber væl til at ímynda sær, at
venjarin velur Jákup Mikkelsen
at standa í málinum, nú Gunnar
Nielsen ikki er í dystarvenjing.
Jákup Mikkelsen hevur um
boðað Føroyar 73 ferðir, og Fróði
Benjaminsen hevur spælt 70 lands
dystir. Jákup Mikkelsen er 42 ára
gamal og ivaleyst heimsins elsti
landsliðsmálverji nakrantíð. Tað
er ikki útilokað, men tað er kanska
ikki so sannlíkt, at hann verður við
í øllum dystunum í hesi undan
kappingini. Um hann verður tað,
so røkkur hann næsta heyst upp á
síðuna av framúr metinum hjá Óla
Johannesen.
Fróði
Benjaminsen
er
34
ára gamal – hann verður 35 14.
desember – og hann er framvegis
ein brandur á HB miðvøllinum.
Hann tykist vera væl fyri, og tí er
ikki óhugsandi, at hann fer at hava
rokkið 80 landsdystum, tá ið henda
HM undankappingin er av. Tað er
sjálvsagt eisini treytað av møgulig
um leikbannum, og at skaðar ikki
fara at darva.
joannes@sosialurin.fo
A-landsliðið upptakt
Metið ikki so langt burtur
Fótbóltur Tveir
av spælarunum,
sum eru í Týsklandi
við landsliðnum,
kunnu í nýggju HM
undankappingini
lyfta seg heilt tætt
at dystarmetinum
hjá Óla Johannesen
Fróði Benjaminsen tykist framvegis vera væl fyri, og tí er ikki óhugsandi,
at hann fer at hava rokkið 80 landsdystum
Savnsmynd