mikudagur 5. september 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið upptakt
Vindurin hevur darvað
Fótbóltur Lars Olsen mátti avlýsa fyrru venjingina í gjár vegna vind, meðan venjingin seinna
partin saman við dystinum í Íslandi geva nakrar ábendingar um hvør byrjar inn móti Týsklandi
Tróndur Arge – Tórsvøllur
– Tú fært einki um liðið at vita, sigur
Lars Olsen við einum smíli, tá hann
setur seg niður at práta við Sosialin
í gjárakvøldi. Landsliðið hevur havt
eina taktiska venjing framman
undan á Tórsvølli. Venjingin gav
nakrar ábendingar um hvussu Lars
Olsen hevur í sinni at stilla upp í
Hannover fríggjakvøldið.
Lars Olsen vil tó einki siga um
liðið nú. Hinvegin greiður hann
frá hvussu vindurin hevur darvað
fyrireikinginum eitt sindur, men
at hann annars er væl nøgdur við
venjingarstøðuna hjá okkara leik
arum.
Hvør skal standa í mál?
Størsta og torførasta uppgávan
verður helst at velja ein málmann.
Jákup Mikkelsen, Gunnar Nielsen
og Kristian Joensen eru allir góðir
málmenn, men teir hava allir nakrar
vansar.
Jákup Mikkelsen er blivin 42 ára
gamal og hevur verið eitt sindur
skaddur í seinastuni. Hann er
heldur ikki á einum eins høgum
stigi, sum tá hann var upp á tað
allar besta.
Gunnar Nielsen hevur verið
skaddur í hálvtannað ár og spældi
fyri fyrstu ferð ein dyst aftur í
Íslandi. Tí er spurningurin um
hann er klárur at byrja inni til eina
so stóra uppgávu.
Minst sannlíkt er, at Kristian
Joensen byrjar inni. Evnini eru
góð og tað hevur hann prógvað í
heimligu kappingini og ikki minst
á U21 landsliðnum. Hann hevur
ikki spælt ein landsdyst enn og tað
er óhugsandi, at Lars Olsen tveitur
ein so óroyndan málmann fyri leyv
urnar í Hannover.
Fyrrverandi danska málmans
kempan, Mogens Krogh, er mál
mansvenjari hjá føroyska landslið
num. Hann sigur, at tað er deiligt
at arbeiða við trimum so góðum
málmonnum, men ásannar eisini,
at tað verður torført og avbjóðandi
at skula velja ein framum hinar.
Verjan tann sama
Jónas Tór Næs hevur verið veður
fastur og er ikki komin til landið
fyrr enn í dag. Men tað er líkt til,
at hann situr tryggur á høgra
bakk plássinum. Á vinstra bakki
verður tað uttan iva Pól Jóhannus
Justinussen. Til venjingina sá út til,
at tað aftur hesa ferð verða Rógvi
Baldvinsson og Odmar Færø, sum
verða í miðverjuni.
Tað hevur verið tosað eitt sind
ur um hví hvørki Jóhan Troest
Davidsen og Atli Gregersen eru við
í hópinum.
Hvørki Rógvi Baldvinsson ella
Odmar Færø hava nógvar royndir,
men teir stóðu seg væl í venjingar
dystinum móti Íslandi. Tað metur
Lars Olsen verða nokk til afturval.
Súni ella ikki?
Súni Olsen er tøkur aftur, men tað
er óvist um frísparkssnillingurin
verður á vøllinum frá byrjan. Hugsa
vit aftur til stóra dystin móti Italia
á Tórsvølli, so er ongin ivi um at
Súni Olsen skal byrja inni. Men
hann hevur verið illa plágaður av
skaðum í seinastuni og fekk reytt
kort móti HB.
Til venjingina kundi tað sæð sum,
at tað verða Fróði Benjaminsen og
Hallur Hansson mitt á miðvøllinum,
meðan Christian Lamhauge Holst
liggur frammanfyri teir. Á síðunum
verða tað símun Samuelsen í
vinstru og Daniel Udsen í høgru.
Fremsti maður til venjing var
Jóan Símun Edmundsson, sum júst
er leigaður út til danska Federicia.
Tað skal sjálvandi ikki leggjast
alt ov nógv í eina uppstilling til
venjing, men hon minti so nógv
um uppstillingina í Íslandi, at tað er
ilt at ímynda sær at talan ikki var
um áleið tað liðið, sum byrjar inni
í Hannover.
Kaj Leo avloysir Boga Løkin
Kaj Leo í Bartalstovu avloysir Boga
Løkin, sum hevur givið avboð vegna
skaða. Miðvallarin úr ÍF meiddi
sær knæðið so mikið álvarsliga í
dystinum móti TB um vikuskiftið,
at hann ikki verður tøkur til HM-
undankappingardystin móti Týsk
landi komandi fríggjakvøld.
– Eg havi valt Kaj Leo í Bartals
tovu, tí hann er ein góður bóltspæl
ari og kann nøkur ting við einum
bólti, sum vit ikki síggja til dagligt
her í Føroyum, sigur Lars Olsen.
Hetta er fyrstu ferð, at bóltsnill
ingurin úr Víkingi er úttikin til
A-landsliðið.
Auf Wiedersehen
Føroyska ferðalagið fer avstað
úr vágunum í dag klokkan 15.15
og flýgur beinleiðis til Hannover.
Dysturin sjálvur verður fríggja
kvøldið klokkan 19.45 føroyska tíð.
trondur@sosialurin.fo
Myndir: fsf.fo