mikudagur 5. september 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
A-landsliðið upptakt
Her eru týsku
stjørnurnar
Benedikt Höwedes
24 ár
9/1 (Schalke 04)
Er verjuleikari og kann spæla bæði
í miðverjuni og á høgra bakki.
Hevur spælt í Schalke síðani 2001
og er í dag liðskipari í felagnum.
Mats Hummels
23 ár
20/1 (Borussia Dortmund)
Kláraði ikki at býta seg fasta á
Bayern Munchen liðið og skifti tí
til Borussia Dortmund. Spælir í
miðverjuni og er saman við Neven
Subotic ein av høvðusorsøkunum
til Dortmund meistaraheitini
seinastu tvey árini.
Holger Badstuber
26 ár
26/1 (Bayern Munchen)
Besti vinstrabeinti miðverjin í
týskum fótbólti, sambært Louis
van Gaal, fyrrverandi venjari
hjá Bayern Munchen. Hevur nú
vunnið sær fast pláss á týska
landsliðnum.
Philipp Lahm
28 ár
91/5 (Bayern Munchen)
Bersøgni liðskiparin á týska
landsliðnum er ein av royndu
leikarunum á liðnum. Er ein
framrættaður vinstri bakkur, sum
brúkar høgra bein. Hevur eisini
skotið okkurt týdningarmikil mál.
Per Mertesacker
27 ár
81/1 (Arsenal)
Tann næstan tveir metrar høgi
verjuleikarin hevði eina torføra
byrjan í Arsenal, men er nú komin
fyri seg. Er uppvaksin í Hannover
96. Er sterkur í luftspælinum,
meðan skjótleikin er veikleikin.
Jerome Boateng
24 ár
26/0 (Bayern Munchen)
Var eitt stutt bil liðfelagið hjá
Gunnari Nielsen í Manchester City.
Kann spæla bæði í miðverjuni og á
bakkinum.
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Fótbóltur Fríggjakvøldið skal
føroyska landsliðið á vøllin í
Hannover, at takast við týsku
heimsstjørnurnar. Her er ein
vegleiðing tilt ýska hópin
Manuel Neuer
26 ár
31/0 (Bayern Munchen)
Er fyrstimálmaður á týska liðnum.
Skifti á sumri 2011 til Bayern
Munchen frá Schalke. Manchester
United vóru leingi eftir honum. Er
millum heimsins bestu málverjar.
Ron-Robert Zieler
23 ár
2/0 (Hannover 96)
Spælir við Hannover, sum leggur
leikvøll til dystin fríggjakvøldið.
Hann hevur eina fortíð í enska
Manchester United frá 2005 til
2008, men hann spældi ongan
dyst.
Marc-André ter Stegen
20 ár
2/0 (Borussia Monchengladbach)
Er stjørnuskotið hjá Borussia
Monchengladbach og verður
samanlíknaður við Oliver Kahn.
Teir eru báðir eirindaleysir tá teir
koma út til innlegg og ein móti
einum.
Marcel Schmelzer
24 ár
7/0 (Borussia Dortmund)
Vinstri bakkur, sum skiftið til
týska meistaraliðið á ungum aldri
í 2005. Marcel Schmelzer hevur
fast pláss á Dortumnd liðnum og
arbeiðir upp á at vinna seg fastan
á týska liðið eisini.
Málverji
Málverji
Málverji
verjuleikari
verjuleikari
verjuleikari
verjuleikari
verjuleikari
verjuleikari
verjuleikari