mikudagur 5. september 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Lars Bender
23 ár
10/1 (Bayer Leverkusen)
Miðvallarin slapp at royna seg í EM
endaspælinum og skoraði millum
annað í móti Danmark. Avloysti
sum høgri bakkur.
Toni Kroos
22 ár
31/2 (Bayern Munchen)
Spældi seg fastan á týska
landsliðið í EM undankappingini.
Er saman við Thomas Müller tvær
av bjartastu stjørnunum á Bayern
Munchen miðvøllinum.
Mario Götze
20 ár
16/2 (Borussia Dortmund)
Er eitt talent, sum Borussia
Dortmund hevur ment frá tí hann
var átta ára gamal. Er teknist
sterkur miðvallari, sum vegna
skaða fekk væl minni spæltíð
enn væntað í EM endaspælinum í
summar.
Marco Reus
23 ár
9/2 (Borussia Dortmund)
Hevur júst skift til Borussia
Dortmund, har hann byrjaði a
spæla fótbólt. Kann spæla bæði
á vonginum og í álopinum. Tað
gjørdi hann móti Argentina herfyri.
Julian Draxler
18 ár
1/0 (Schalke 04)
Ein ungur miðvallari, sum bara
hevur tann eina dystin fyri
Týskland, tá hann kom inn móti
Sveis. Hevur spælt við Schalke
síðani hann var heilt ungur.
Miroslav Klose
34 ár
122/64 (Lazio)
Er einasti leikarin, ið gongur
aftur á týska landsliðnum frá
Hannover í 2002. Hann skoraði
bæði í Hannover og á Tórsvølli
móti Føroyum. Er einasti áleyparin
í hópinum. Er serliga sterkur í
luftspælinum.
A-landsliðið upptakt
Sami Khedira
25 ár
33/2 (Real Madrid)
Fekk møguleikan í staðin fyri ein
skaddan Michael Ballack til HM
endaspælið í 2010. Síðani varð
hann seldur til Real Madrid og er
í dag ein lyklaleikari á verjukenda
miðvøllinum hjá Týsklandi
Ilkay Gündogan
21 ár
3/0 (Borussia Dortmund)
Foreldrini eru úr Turkalandi, men
hann segði nei til at umboða
Turkalandi. Verður mettur sum
ein framtíðarleikari hjá týska
landsliðnum.
Mesut Özil
23 ár
39/9 (Real Madrid)
Fekk eins og Sami Khedira sítt
gjøgnumbrot í HM endaspælinum
í 2010, og var síðani seldur til
Real Madrid. Hann hevur turkiskar
røtur og er ein framrættaður
miðvallari við framúr bóltførleika
og avleveringum. Ein lyklaleikari
á bæði týska landsliðnum og Real
Madrid.
André Schürrle
21 ár
17/7 (Bayer Leverkusen)
Enn eitt stórtalent í týskum
fótbólti. Hevur sera góðan
bóltførleika og dámar væl at bjóða
bakkunum av. Hann er vongur og
kann spæla í álopinum. Chelsea
hevur víst honum stóran áhuga í
summar.
Lukas Podolski
27 ár
101/44 (Arsenal)
Tølini siga alt. Næstan eitt mál
fyri hvørjar tveir dystir í yvir eitt
hundrað dystir fyri eitt so stórt
fótbóltsland. Og so er hann bara
27 ár omaná tað heila. Vongur,
sum eisini kann spæla í álopinum
og hevur júst skift til Arsenal.
Thomas Müller
22 ár
33/10 (Bayern Munchen)
Er longu ein royndur leikari
fyri bæði Bayern Munchen
og Týskland. Kann spæla á
øllum teimum framrættaðu
miðvallarplássunum. Hevur gott
eyga fyri spælinum og spælir sum
ein royndur leikari hóast sín unga
aldur.
áleypari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari
miðvallari