Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Gjølla varð hon eftirkannað longu á flogvøllinum, tá ið hon lendi í norður­koreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang, og fartelefonina mátti hon lata inn á staðnum. Tær eru jú bann­aðar í Norðurkorea. Norðurkorea, sum er eitt avbyrgt land, men sum hálvi føroyingurin, Henrietta Nielsen, sum ein av teimum heilt fáu í heiminum fekk møguleikan at vitja. Ørindi hennara har var ein borðtenniskapping, men hon fekk eisini stundir at hyggja seg um í høvuðsstaðnum og heils­ aði hon eitt nú upp á víðagitnu stand­myndina av fyrrverandi eina­ ræðisharranum, Kim Jong-il. Dúvar upp á borðtennis 18 ára gamla Henrietta Nielsen er fødd og uppvaksin í Fuglafirði. Hon flutti tó úr Fuglafirði til Horsens saman við familju síni tá ið hon var átta ára gomul, og har hevur hon veruliga sett nógv til viks fyri at dúva fult og fast upp á borðtennis. Hon er júst byrjað á studentaskúla, men hetta forðar henni ikki í at venja 22 og ein hálvan tíma um vikuna. Fyri stuttum byrjaði hon at spæla við SISU BTK í Århus, men kom­andi kappingarár fer hon fyri tað mesta at spæla við týska Flensburg TSB í Verbandtsligaen, sum svarar til fjórðbestu deildina har. Hon spælir eisini við føroyska landsliðnum. Tók av møguleikanum Tað var undir HM í Dortmund í fjør, at føroyski landsliðsvenjarin, sviin Jan Berner, fekk eina innbjóðing til Pyongyang International Invitation Tournament, har hann kundi taka nakrar leikarar við sær. Ein teirra var so Henrietta Nielsen, sum undan fráferðini ikki ivaðist leingi í serliga tilboðnum. – Eg fari hagar tí at henda møgu­ leikan fái eg ikki aftur í lívinum. Tað er her, ið nakrir av heimsins bestu borðtennisleikarum spæla, og tað verður stórt at læra av teimum og síggja hvussu teir gera fyri at vera ein partur av heimselituni, segði Henrietta Nielsen undan frá­ ferðini. Hon var eitt sindur bangin fyri at fara til hetta stongda landið, men tað var ikki óttin, sum vigaði nakað í avgerðini hjá henni. – Sjálvandi eri eg eitt sindur bangin eisini, men gleðin at sleppa hagar fyllir meira enn óttin fyri at tað fer at henda mær nakað, segði Henrietta. Drúgv ferð Í gjárkvøldið kom Henrietta so aftur av minnisríku ferðini til Norður­ korea. Ferðin til Norðurkorea var drúgv hjá Henriettu. Hon fór úr Horsens til Keypmannahavnar, við flogfari til Stockholm og umvegis Frankfurt og Beijing lendi hon í norður­koreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang. – Tá ið vit lendu í Pyongyang varn­aðust vit, at flogvøllurin var lítil. Tey flestu av okkum skuldu ígjøgnum trygdarkanningar og við­føris­kanningar. Vit skuldu fylla nøkur skjøl út, sum trygdarfólkini skuldu hava, og síðani skuldu vit eis­ini lata fartelefonirnar inn, av tí at tær eru bannaðar har. Tey løgdu tær eitt trygt stað og síðani fingu Uppliving fyri lívið Henrietta afturkomin úr Norðurkorea: Borðtennis Henrietta Nielsen, sum er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, hevur seinastu hálva aðru vikuna – sum ein av teimum fáu í heiminum – verið á ferð í Norðurkorea. – Fólkini vóru vinarlig, tá ið tey møtti okkum, og tað var sum um vit vóru kend. Tey eru jú ikki von við at síggja evropearar, og serliga børnini vóru púra vill, tá ið tey sóu okkum, greiðir Henrietta frá, sum eisini heilsaði upp á víðagitnu standmyndina av fyrrverandi einaræðisharranum, Kim Jong-il