mikudagur 5. september 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 5. september 2012 · Nr. 103
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
vit tær aftur tá ið vit skuldu heim
aftur, greiðir Henrietta frá.
Eftir drúgva túrin mátti hon og
hini í ferðalagnum venja seg við
nógva tíðarmunin, men eftir hetta
kundi ferðin so av álvara byrja.
– Teir fyrstu dagarnar skuldu vit
venja okkum við tíðarmunin, men
eftir tað fóru vit á nógvar útferðir
og sluppu at síggja øll tey kendu
støðini, sigur hon.
Tað er sera strangt í Norður
korea, men ímillum teir fáu útlend
ingarnar, sum sleppa hagar, kennist
ikki nógv til hetta.
– Reglurnar eru at kalla tær
somu sum í øðrum londum, men
har verður tú betur eftiransaður.
Vit sluppu á útferðir sum vit vildu,
men summi støð sluppu vit ikki at
taka myndir. Tað var so alt í lagi við
tí, sigur Henrietta.
Møtti landsliðnum
Tá ið ferðalagið, sum taldi føroyska
landsliðsvenjaran, dóttir hansara,
Henriettu, ein úr Ný Sælandi og
nakrir kinesarar, komu til norður
koreanska, skuldu tey til eitt há
tíðarhald, sum skuldi seta kapp
ingina í gongd.
– Vit byrjaðu við einum hátíðar
haldi, har eg kom at standa undir
einum skelti, sum stóð Danmark
á. Síðani gingu vit inn í høllina,
har fleiri túsund fólk bíðaðu, sigur
Henrietta, og leggur afturat, at tað
alla tíðina vóru túsundtals fólk til
kappingina.
Og tað er ikki uttan orsøk.
Norðurkoreanska landsliðið, sum
vann bronsu í OL, var nevniliga eis
ini við í kappingini.
– Vit spældu ímóti Norðurkorea
1, sum er liðið frá OL, og Korea 2.
Tær vóru sera sterkar og vit høvdu
ongan møguleika, men vit høvdu
tað tó stuttligt. Vit spældu eisini
ímóti Kina 1 og 2, og har var heldur
einki at gera. Tað vóru jú teir bestu
unglingarnir í Kina, sum vit spældu
ímóti, vísir Henrietta á.
Gevur nógv
Tað, at spæla ímóti stinnari mót
støðu, kastar nógv av sær, men eis
ini bara at vera til staðar og granska
hvussu heimselitan ger.
– Ítróttarliga var hetta ein upp
living. Eg havi ongantíð áður sæð
so sterkt kvinnuborðtennis, og havi
eg nú sæð hvat tað er, sum tær eru
bestar til – hví tær eru so góðar. Nú
veit eg betur hvat eg skal arbeiða
við fyri at eg skal gerast betri enn
eg eri nú. Eg havi ein málsetning,
sum eg vil røkka, og tað vænti eg at
sjónbandaupptøkur mínar frá túr
inum koma at minna meg á, sigur
Henrietta, sum tók bæði livandi og
stillmyndir á ferðini – har hon fekk
loyvi til tess.
Øðrvísi mentan
Norðurkorea gongur egnar leiðir á
nógvum økjum og politiskt er landið
ein hóttan fyri umheimin. Fólkið
er kúgað, hermegin er ovurstór,
kjarnorkuframleiðsla fær heimin
at óttast og soleiðis kundi ein hildið
á við at lýst Norðurkorea. Ferðina
hagar fer Henrietta tó ongantíð at
gloyma.
– Eg havi sæð ótrúliga nógv av
aðrari mentan og fingið hilling av
hvussu tey liva. Tað var fantastiskt
at uppliva tað, sum tú annars ein
ans hoyrir um hetta avbyrgda land
ið. Tað er ikki so ógvusligt, sum fólk
halda. Fólkini vóru vinarlig, tá ið tey
møtti okkum, og tað var sum um vit
vóru kend fólk. Tey eru jú ikki von
við at síggja evropearar, og serliga
børnini vóru púra vill, tá ið tey sóu
okkum, greiðir Henrietta Nielsen at
enda frá.
Eftir eina drúgva heimaferð,
sum vardi í hálvt annað døgn, er
hon nú aftur í Horsens.
albinus@sosialurin.fo
Eg fari hagar tí at henda
møguleikan fái eg ikki
aftur í lívinum. Tað er her,
ið nakrir av heimsins bestu
borðtennisleikarum spæla