Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 4 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin tíðindi Carola Maria Häggkvist, beturkend sum Carola, fyllir 46 ár í dag. Hon er svensk songkvinna, sum hevur klárað seg væl í Melodi Grand Prix, serliga við sangunum Främling og Fångad av en stormvind – tí seinna vann hon Eurovision Song Contest við í 1991. Hon býr í Stokkhólmi og hevur fyrr verið gift við norska prædikumanninum Runar Søgaard. – Hjálmurin eigur Í fagrasta summarveðri fyrr í ár súkklaðu Ólavur Trygvason og tveir vinmenn hansara úr Streymnesi til Hvalvíkar. Teir høvdu verið og spælt, og ætlaðu sær heim til Ólav. Teir gleddust um, at bara ein vika var, til summarferian byrjaði. Teir nærkast einum vegamóti, og seta ferðina niður fyri at venda til høgru. Brádliga kemur standarin fyri, og Ólavur fer singlandi útav vegnum og niður í eina grýtuta grøv. Soleiðis virkar hjálmurin Hjálmur dempar stoytin, so at slagið móti høvdinum ikki verður so hart. Eisini javnar hann megina í stoytinum yvir eina størri flatu, so at allur løsturin ikki bert rakar høvdið í eitt punkt. Brúkar tú hjálm, minkar tú um vandan fyri løsti á høvdi við 60-80%. Kelda: www.tryggtrafikk.no