Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 lívið í mær tíðindi Gitna amerikanska songkvinnan, Patsy Cline, hevði fylgt 80 ár í dag. Hon doyði í flogvan­lukku í Virginia á USA í 1963. Hon byrjaði sum countrysangari í 1953, og gjørdist av gitnastu sangarum innan populertónleik. Eftirnavnið fekk hon frá fyrsta manni sínum, Gerald Cline, sum hon var gift við frá 1953 til 1957, tá hon giftist Charles Allen Dick. Av slagarunum hjá Patsy Cline kann nevnast »Crazy« hjá Willie Nelson Í durinum hjá Ólavi og teim­ um sæst, at tað hevur verið stormur náttina fyri. Ymiskt liggur í durinum, tí fjølmiðlar í vikuni mæltu fólki til at taka inn leysar lutir og surra væl, tí í nátt fór at vera stormur. Millum lutirnar hava løðan og hálvgamli frensurin funn­ ið sær eitt skot at hvíla seg, meðan húsfólkið situr í køk­ inum og hyggur at myndum frá í summar, tá yngsti familju­limurin, Ólavur, varð álv­ars­liga skaddur. Hjálmur í knúsi Ólavur minnist ikki, um høvd­ ið tók í, tá hann datt oman­ av vegnum í summar. Men tað sæst týðiliga á súkklu­hjálm­ inum, har mestsum allur nakka­parturin er brotin av, umframt at hann er sprekk­ aður fleiri staðni allan vegin ígjøgnum. Hjálmurin hevur tikið ein dyggan stoyt, ein stoyt, sum skallin hevði tikið, um Ólavur ikki var í hjálmi hendan summardagin í juni. – Eg svímaði ikki, men fekk øgiliga ilt í armarnar. Eis­ini bløddi eg illa í pannuni og bløddi nasablóð, men hevði ikki ilt í høvdinum. Vin­ menninir vóru róligir og bóru seg rætt at. Annar ringdi beinanvegin eftir mammu, meðan hin rann inn til ein lækna, sum búði beint við síðuna av, har eg rendi útav. Hon tók meg inn til sín, legði ís á armarnar og ringdi eftir sjúkrabili beinanvegin. Nú gekk tað skjótt fyri seg. Fyri at binda um heilan fingur, varð Ólavur lagdur á sonevnt ’spineboard’, har hann varð spentur fast­ur, fyri at verja høvur, nakka og mønu á ferðini til lands­ sjúkrahúsið við fullari ferð, har pápin fór við honum. Mamman fór heim at greiða hinum børnunum frá støð­ uni, og fór síðani aftan á sjúkra­bilinum. Húskið, sum býr í Hval­ vík telur umframt 9 ára gamla Ólav Trygvason trý eldri systkin, mammuna Mar­sonnu Eikholm, sum starvast sum námsfrøðingur í barnagarði og pápan, Trygva Kalsoy Joensen. Ongan skaða í høvdið Á landssjúkrahúsinum varð Ólavur skurðviðgjørdur í meiri enn fýra tímar, meðan foreldrini fjálturstungin bíðaðu. Støðan var hendan: • Bæði handlið vóru illa brotin • Vinstri albogi var í knúsi • Eitt 8 cm langt sár tvørtur um pannuna • Ein brotin tonn • So hovin um alt andlitið, at hann ikki fekk hugt Heilin hevði ongan løst fing­ ið. Brot og skursl grógva og lekjast við tíðini, meðan skað­ ar á høvur ofta hava við sær drúgvan ella varandi skaða. Ólavur fekk gips frá báðum hondunum og uppundir herðarnar, og var tí púra óhjálpin tær fimm vikurnar, hann lá við gipsi. Sum frá leið fekk hann tó so smátt spælt okkurt telduspæl. Dottin fyrr á súkklu Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ólavur er dottin á súkklu. Fyrru ferð var hann bert 6 ára gamal. Tá vóru hann og ein vinmaður súkklutúr, og Ólavur súkklaði útav veg­ num. – Ta ferðina var eg ikki í hjálmi, tí eg tímdi ikki heim eftir honum. Eg fekk hol á høvdið og pentur. Síðani tá havi eg altið brúkt hjálm. Brúkið høvdið! Ólavur og vinmenn hansara súkkla næstan hvønn dag, tá tað viðrar. – Tað er stuttligt at súkkla í Hvalvík og Streymnesi, tí her er slætt og ikki nógvir bilar. Vit sleppa skjótt hagar vit vilja, og fara ofta eisini bara ein súkklutúr. Eg brúki altíð hjálm, og tað gera vin­ menninir eisini. Haldi, at vinmenninir eru vorðnir raskari at brúka hjálm aftan á mína vanlukku. Eg eri eisini meiri ansin nú enn áðrenn. Eg rokni ikki við, at eg hevði verið her í dag, um eg ikki brúkti hjálm hendan dagin í summar. Tí vil eg fegin siga við øll børn í Føroyum, at tað er umráðandi at brúka hjálm – hvørja ferð! Takksom og eyðmjúk Marsanna, mamma Ólav, er sannførd um, at Ólavur var ikki hjá teimum í dag, var hann ikki í hjálmi. – Hjálmurin eigur lívið í Ólavi, og hann er komin ómetaliga væl fyri seg. Tað eru bert slakir tríggir mánaðir síðan vanlukkuna, og einasta hann hevur at dragast við er, at kensluevnini í trimum fing­rum ikki eru sum tey eiga enn. Hann venur armar og fingrar í samráði við ergo­ terapeut, fyri at fáa hetta í rættlag. Hann hevur í dag einki mein í høvdinum. – Eg eri fegin um at síggja, hvussu væl hann hevur megnað at koma til sættis við hesi støðuni. Vit eru ómetaliga takk­ som, at hetta endaði so væl. Hann var so ússaligur og óhjálpin, at tað kravdi, at vit vóru um hann alla tíðina. Tí var tað ringt at sleppa honum aftur, tá hann varð frískur. Í dag havi eg eitt sindur av ampa, tá hann súkklar, og eri kanska meir á varðhaldi, men vit mugu trúgva uppá, at hann klárar seg – ið hvussu er veit eg, at hann ongantíð súkklar uttan hjálm. Tá tú keypir hjálm • Fyri at fáa góða vernd, má hjálmurin verja pannu, skalla, vanga og nakka. • Hann má hava rætta stødd, og kunna stillast soleiðis at hann situr væl • Tryggja tær, at hann lýkur almenn trygdarkrøv – merktur við CE 1078 15% brúka súkklu­hjálm Norðurlendska hug­ burðskanningin frá vár­inum 2010 vísir, at 64% av føroyingum ong­antíð brúka súkklu­hjálm, at 21% gera tað viðhvørt, með­an 15% altíð brúka súkkluhjálm. Sam­an­ borið við hini norður­ londini, eru parturin av teimum, sum ongantíð brúka hjálm størstur í Føroyum. Her skal havast í huga, at føroyingar í mun til hini norður­ lond­ini ikki súkkla nógv, men at ábend­ ing­ar eru um, at áhugin fyri at súkkla er vaksandi. Kelda: www.nordicroadsafety. org Hjálmur bíligur lívbjargari Hann forðar tær ikki í at detta av súkkluni ella at tú verður ákoyrd/ ur, men hann verjir høvdið, so skaðin gerst minni álvarsamur. Fólk á súkklu hava stóran vanda í ferðsl­ uni í mun til onnur í ferðsluni. Súkklan gevur onga vernd móti vanlukkum, og vand­in at fáa skaða á høvdið er stórur. Eitt vaks­ið fólk kann bróta skallan og fáa stóran heila­ skaða, fær tað eitt slag móti skallanum við einari ferð á 20 km/t. Verður tú kastað/ur av súkkluni í saman­ stoyti, verður ferðin nógv hægri enn tað. Sjálvt lutfalsliga smá­ir skaðar á høvd kunnu hava við sær var­andi trupulleikar, sum høvuðpínu, ørilsi, trupulleikar at hug­s­ avna seg og ovur­við­ kvæmi fyri ljósi. Kelda: www.tryggtrafikk.no Sárið í pannuni hómast undir fruntinum. Hundin »Flekk« fekk Ólavur frá sjúkrahúsinum eftir skurðviðgerðina