fríggjadagur 7. september 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í summar varð ein lítil hund
ur í Vestmanna álopin og
bitin av einum stórum hundi
av
slagnum
rottweilari.
Hundurin varð so illa bitin,
at hann doyði stutt eftir.
Hóast eigarin, sum hevði
tveir slíkar hundar, eftir
tilburðin segði, at hon skuldi
syrgja fyri at hava hundar
nar í kjaftbandi, er tað hent
meira enn eina ferð síðan, at
hundarnir hava gingið leysir
við ongum kjaftbandi.
Fólk eru bangin, tí tey
ræðast hundarnar, og dag
stovnarnir
Gjáarlon
og
Látipípan hava klagað til
kommununa. Starvsfólkini
siga, at tey ikki longur tora út
við børnunum av ótta fyri at
møta teimum stóru hundu
num.
Karl A. Olsen, borgarstjóri
í Vestmanna váttar, at brøvini
eru komin til kommununa,
og hann skal í dag hava fund
við dagstovnaleiðararnar.
- Kommunan arbeiðir við
ætlanini um at seta hunda
fangari,
og
meira
kann
kommunan ikki gera, men
ein hundafangari er eingin
trygd fyri, at hundar ikki
ganga leysir, sigur Karl A.
Olsen.
Hendingin í summar, tá
ið tann lítli hundurin varð
bitin, varð meldað til løg
regluna, men tað er ikki hent
meira í tí málinum.
Annars letur hundalógin
upp fyri, at politiið kann
krevja hundar tiknar av.
Tað kann gerast, um ein
hundur er tikin upp, og eig
arin innan fyri trý samdøgur
ikki hevur gjørt vart við seg.
Løgreglan
kann
eisini
áleggja eigaranum av hundi,
sum ger grannum ónáðir, at
beina fyri hundinum, um eig
arin ikki syrgir fyri at hava
hundin innilæstan.
Hundur, sum áður hevur
gjørt skaða, kann verða av
lívaður, og grein 6 stk. 3 í
hundalógini sigur, at hundur,
sum loypur á, skaðar húsdjór,
serliga seyð og lomb, heima og
úti í haga, kann verða skotin.
Ólógligir hundar
Rottweilarar eru ólógligir
í Føroyum, men teir báðir
hundarnir
í
Vestmanna,
komu til landið, áðrenn tað
forboðið varð sett.
Karl A. Olsen skilir væl,
at fólk ræðast hesar stórur
hundarnar, sum eru so sterk
ir, at teir kunnu bróta seg út.
Hinvegin ávarar hann móti
órímiligari øsing. Tað er hent,
at onnur hava meldað, tá ið
tey hava møtt hundi, men so
hevur tað víst seg at vera ein
friðarligur hundur.
Randi Jacobsen
Um vikuskiftið kom Fak
felag
Sjómansskúlalær
ara í Føroyum við eini
fráboðan og átalu um, at
Hans Johannes á Brúgv,
fráfarni stjóri á Vinnuhá
skúlanum hevði sett seg
sjálvan í starv sum lærara
eftir summarferiuna.
Lærararnir
gjørdu
vart við, at fráfarni skúla
stjórin ikki var skikkaður
til starvið og ikki átti at
hildið fram á skúlanum
sum lærari og vera eitt
haft um beinini á nýggja
stjóranum.
Hans
Johannes
á
Brúgv vil ikki hoyra um,
at hann skal hava sett seg
sjálvan í starv.
Hann søkti í mai eitt
av leysu størvunum á
skúlanum, og í juni boðaði
setanarnevndin honum
frá, at hann var innstill
aður til starvið.
Hans
Johannes
á
Brúgv helt ikki, at hann
kundi skriva undir setan
arskrivið hjá sær sjálvum
og bað Mentamálaráðið
um at vera myndugleikin,
sum skrivaði undir. Hetta
hendi 16. august, 10 dagar
eftir at nýggja skúlaárið
byrjaði.
Tvær vikur seinni svar
aði Mentamálaráðið, at
Hans Johannes á brúgv
hevði fullan rætt til at
søkja starvið, hóast hann
var stjóri á skúlanum,
tá ið hann søkti. Men
trupulleikin var setan
arnevndin, sum stjórin
formliga
sjálvur
setti.
Mentamálaráðið helt, at
nevndin møguliga var
ógegnum.
Tí
avgjørdi
Menta
málaráðið at lata setanina
av starvinum ganga um
aftur, og hesum skuldi
nýggi stjórin á skúlanum
taka sær av.
Hans
Johannes
á
Brúgv sigur, at hann helt
seg hava fingið starvið og
byrjaði eisini at undirvísa,
men hann hevur ikki fing
ið løn bæði sum stjóri og
lærari hendan mánaðin.
Hann dugir ikki at
síggja, hví hann ikki skal
kunna vera lærari, tí hann
hevur áður undirvíst á
skúlanum.
Fakfelag
Sjómans
skúlalærara í Føroyum
heldur fast við, at hann
ikki hevur neyðuga før
leikan til at undirvísa.
Felagið umboðar ikki
allar lærararnar á skúlu
num. Lærararnir eru í
fýra ymiskum feløgum.
Helt seg
hava fingið
starvið
Hans Johannes á Brúgv skrivaði
seg á listan yvir lærarar á
Vinnuháskúlanum, tí ta ið
setanarnevndin innstillaði
hann til starvið, helt hann
seg hava fingið tað
Dagstovnarnir
ræðast hundarnar
Dagstovnarnir Látipípan og Gjáarlon í Vestmanna hava vent sær
til kommununa, tí starvsfólkini tora ikki út longur við børnunum
orsakað av tveimum stórum hundum, ið javnan ganga leysir