Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stilla upp til eldraráðið Eldraráðið skal veljast í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið skal geva okkara politikarum góð ráð og syrgja fyri, at átlit altíð verða tikin fyri okkum eldru, tá ið avgerðir verða tiknar. Ert tú 60 ár ella eldri og býrt í Tórshavnar kommunu, átti tú at umhugsað at stillað upp. Kundi tú hugsað tær at stilla upp, skalt tú útfylla eina valevnisfráboðan. Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á torshavn.fo. Fráboð- anin skal latast Snarskivuni aftur í seinasta lagi 19. september kl. 16.00. Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Stilla upp... vit hava brúk fyri tær! • Eldraráðið ráðgevur býráðnum í eldrapolitiskum spurningum • Eldraráðið er sett fyri eitt valskeið, ið er fýra ár • Eldraráðið hevur fimm limir og fimm varalimir • Fyri at verða stillað upp og atkvøða, skalt tú verða 60 ár ella eldri • Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu www.torshavn.fo