fríggjadagur 7. september 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Færri biðja um pengar
frá bankunum
Kalsø
átalaði
KvF-
sparing
Eyðun Klakstein
Minkingin í útlánum ávirkar
raksturin hjá føroysku pen
ingastovnunum, og ein av
leiðing av tí er, at munurin
millum útláns- og inn-láns
rentum.
Tað sigur Búskaparráðið í
heystfrágreiðingini, sum varð
kunngjørd fyrr í vikuni.
– Gongdin í føroyska fíggj
argeiranum er ikki broytt
stórvegis síðsta árið. Eftir
spurningurin eftir fígging er
lítil og samlaðu útlánini eru
minkað í tráð við, at húsar
hald og vinnufyritøkur gjalda
niður skuld heldur enn gera
íløgur, sigur Búskaparráðið.
– Minkingin í útlánunum
ávirkar raksturin hjá bank
unum, og eitt úrslit av hesum
er størri munur á útláns- og
innlánsrentum.
Hendan
gongdin sæst eisini í fleiri av
grannalondum okkara.
Minni eftirspurningur
Gjaldførið
hjá
føroysku
peningastovnunum er sum
heild gott, og útboðið av
fígging er í løtuni neyvan
tað, ið í størstan mun darvar
vøkstri í útlánum, heldur
Búskaparráðið.
– Í árunum upp til fíggjar
kreppuna gjørdist atgongdin
til fígging ómakaleysari bæði
hjá húsarhaldum og fyri
tøkum. Hetta var galdandi
í Føroyum eins og í stórum
parti av vesturheiminum.
Eisini bankarnir sjálvir tóku
stór lán uttanlands fyri síðani
at læna peningin útaftur í
Føroyum. Hesir møguleikar
eru nú minkaðir.
– Eitt vælvirkandi fíggjar
kervi er til reiðar at fíggja
verkætlanir, ið kunnu kasta
vinning av sær við tíðini.
Verður fígging ikki givin til
tílíkar verkætlanir, verður
tosað um eina kreditklemmu.
Hildið verður ikki, at nøkur
kredit-klemma
eyðkennir
fíggjargeiran í løtuni, sigur
Búskaparráðið.
– Hinvegin er eftirspurn
ingurin eftir fígging lutfals
liga lítil, og hetta tálmar
útlánsvirkseminum
hjá
bankunum nakað.
Búskaparráðið vísur á, at
tað er vanligt eftir fíggjar
kreppur, at lógarverkið verð
ir
undir
fíggjargeiranum
eftirmett. Eitt tíðarskeið við
broytingum og táttingum
kann væntast at byrja. Pen
ingastovnar merkja hetta
millum annað við, at størri
krøv verða sett til hag
talsframleiðslu til eftirlits
stovnar og størri solvens- og
gjaldføriskrøv, sigur Búskap
arráðið.
Kringvarp Føroya tók í
summar
tíðindasend
ingina í Sjónvarinum av
skránni í tveir mánaðir.
Dagur og Vika varð send í
feriur fyri at spara pengar.
Í staðin sendi Sjónvarpið
aktualitetssendingina
Fríggjakvøld.
Bjørn Kalsø, landsstýr
ismaður við mentamálum,
hevur átalað hesa sparing.
Tað sigur hann í svarinum
til ein fyrispurning, sum
løgtingskvinnan Gunvør
Balle setti honum um
Kringvarpið.
Gunvør Balle spurdi
landsstýrismannin,
um
tað kann góðtakast, at
Dagur og Vika varð tikin
av skránni. Og tað heldur
Bjørn Kalsø ikki kann
góðtakast.
– Tá Dagur og Vika
varð tikin av skrá fyrr
í summar, gav eg til
kennar, at eg ikki helt,
at tað kundi góðtakast,
at
tíðindasendingin
varð tikin av skrá. Og eg
meini framvegis, at tað er
óheppið ikki at røkja hesa
skyldu til fulnar, sigur
Bjørn Kalsø í svarinum.
Gunvør Balle spurdi
eisini landsstýrismannin,
um hann fór at taka stig til,
at hetta ikki hendir aftur,
og at tíðindasendingarnar
í Kringvarpinum hinvegin
verða raðfestar hægri.
Bjørn
Kalsø
svarar
hesum spurningi í rundari
orðing, har hann vísur til
public service sáttmálan,
sum hann sigur, at Kring
varpið skal halda.
FÍGGING – Eftirspurningurin eftir fígging er lítil, og samlaðu útlánini eru minkað í tráð við, at
húsarhald og vinnufyritøkur gjalda niður skuld heldur enn gera íløgur, sigur Búskaparráðið í
nýggju frágreiðingini. Avleiðingin er sambært ráðnum, at rentumarginalurin er blivin størri
Í dag letur upp listaramsýning við
Philippe Carré í Galerie Focus í Havn
Kundu hugsað okkum at lænt meira út
Eyðun Klakstein
Peningarstovnar hava merkt
ein minkandi áhuga frá fólki
og fyritøkum fyri at læna
pengar, síðani fíggjarkreppan
rakti vesturheimin í 2008.
Hetta hevur eisini merkt
virksemið hjá føroysku pen
ingastovnunum. Búskapar
ráðið heldur, at ein avleiðing
av hesum hevur verið, at rent
umarginalurin er hækkaður –
at útlánsrentar er hækkað og
innlánsrentan minkað.
Suni Schwartz Jacobsen,
forstjóri í Eik banka, heldur
ikki, at søgan er so einføld.
– Tað er ov einfalt at siga,
at rentusatsirnir bara verða
ásettir eftir, hvussu eftir
spurningurin eftir fígging
er. Tað svarar til at siga, at
ein skógvahandil, sum selir
færri skógvar, bara hækkar
prísirnar. Soleiðis hongur
tað ikki saman, sigur Suni
Schwartz Jacobsen.
– Vit áseta okkara rentu
út frá fleiri viðurskiftnum.
Millum annað hvussu nógv
tað kostar okkum at læna
pengar, og hvussu stórur
váðin er við at læna út. Tað
ber ikki til at siga, at rentu
marginalurin hækkar, bara
tí eftirspurningurin eftir
fígging er minni, sigur hann.
Fólk eru varin
Forstjórin í Eik staðfestir tó,
at síðani 2008 hava fólk og
fyritøkur verið meira varin
og hava í størri mun goldið
lán niður og spart saman.
Hetta hevur havt við sær, at
aktiviteturin í samfelagnum
er minkaður.
– Peningastovnarnir hava
sjálvandi verið eitt sindur
meira varnir eisini, og Eik
kemur jú frá eini heilt ser
ligari støðu, men vit vilja
gjarna læna pengar út til
góð hugskot, og vit eru altíð
positivt sinnað mótvegis góð
um hugskotum, sigur Suni
Schwartz Jacobsen.
– Hálvársroknskapurin hjá
okkum vísur, at minkingin
í útlánum er steðgað, men
vit kundu hugsað okkum at
lænt meira pengar út, sigur
hann.
EIK – Minkingin í útlánum er steðgað, men vit kundu hugsað okkum
at lænt meira pengar út, sigur Suni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik
- Eitt vælvirkandi fígggjarkervi er til reiðar at fíggja verkætlanir, ið kunnu kasta vinning av
sær við tíðini. Verður fígging ikki givin til tílíkar verkætlanir, verður tosað um eina
kreditklemmu. Hildið verður ikki, at nøkur kredit-klemma
eyðkennir fíggjargeiran í løtuni, sigur Búskaparráðið
- Tað er ov einfalt at siga,
at rentusatsirnir bara
verða ásettir eftir, hvussu
eftirspurningurin eftir fígging
er, sigur Suni Schwartz
Jacobsen, forstjóri í Eik
Josef Modtzfeldt er nýggjur
formaður fyri Útnorðurráðið.
Hann tekur við eftir Henrik Old.