Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann moTiverandi samrøðan Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355) Arbeiðir tú við menniskjum? Og vilt tú vísa á loysnir heldur enn trupulleikar? nú hevur tú møguleikAn at fáa eina grundútbúgving í motiverandi samrøðuni, sum er ein tann mest viðurkendi og mest granskaði motivatións-teknikkurin sum er. úrtøkA luttakarar á hesi útbúgving læra, hvussu tú arbeiðir við at motivera fólk. tú lærir einføld og konkret amboð, sum kunnu motivera tíni viðskiftafólk til egna broyting. tryggja tær pláss við at melda til í seinasta lagi mánadagin 10. september 2012. DAgAr 1., 2. og 3. oktober 2012 kOstnAður einans 7.000 kr. + mvg. Íroknað er 3 dagar undirvísing, tilfar og fullur kostur allar dagarnar. Eru tit fleriri? Ring 322355 og spyr um avsláttur. tilmelDing melda til í seinasta lagi mánadagin 10. september á www.synergi.fo ella ring 322355. - 3 dagar grundútbúgving TilmeldingarfreisT 10. sepTember Einsamallur í flokkinum Randi Jacobsen Í fjør gingu 29 næmingar í 9. flokki í Vestmanna. Tað vóru fleiri, enn tað hava verið okkurt ári í 9. flokki. Av hesum var kortini bara ein, sum valdi at fara víðari í 10. flokk í Vestmanna. Hesum hevur Vestmanna skúli ongantíð áður verið fyri – 9. flokkur í fjør var ein rættiliga góður flokkur, og fleiri av næmingunum valdu at fara miðnámsskúla, í studentaskúla, tekniska skúla og Fiskivinnuskúlan. Nakrir næmingar fóru á NámX í Havn, sum hevur væl fleiri breytir at bjóða, enn hesin skúlin kann hava, sigur Ólavur Winther, skúlastjóri. Lesa saman Tað er hugsandi eitt sindur einsligt at vera einsamallur næmingur í einum flokki, men í nøkrum lærigreinum kann næmingurin lesa sam­ an við níggjunda flokki. Tað kann vera, at ein næm­ingur kemur aftrat seinni í flokk í Vestmanna. Men hví ikki bara avtaka 10. flokk og senda næmingin í ein annan skúla? ­– Næmingurin hevur rætt til at at fáa undirvísing á hesum skúlanum. Ein skúli hevur ikki heimild til at avtaka 10. flokk, sigur Ólavur Winther. Fyri skúlan loysir tað seg ikki at avtaka 10. flokk, tí so verða undirvísingartímarnir færri, og lærarar verða til avlops. Hvussu verður næsta ár, er óvist. Í ár eru 24 næmingar í 9. flokki. Vestmanna skúli hevur ongantíð áður havt bara ein næming í 10. flokki. Í fjør vóru teir átta. Aðrir skúl­ar hava havt heilt fáar næm­ ingar í 10. flokki. Ólavur Winther sigur, at NámX veruliga er ein kapp­ ingarneyti hjá fleiri skúlum, tí ein lítil skúli kann ongantíð hava so nógv at bjóða sum NámX í Havn. Eins og í øðrum bygdum er barnatalið í Vestmanna minkað nógv seinastu árini. Fyri nøkrum fáum árum síðan vóru umleið 200 næm­ ingar í skúlanum. Nú eru teir 169. Í fyrsta flokki eru 17 børn. Bara ein næmingur er í 10. flokki í Vestmanna. Skúlin hevur ikki heimild til at niðurleggja 10. flokk