Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast tað kann tykjast sera trupult at flyta úr Føroyum til Dan­markar, so eru góð ráð at heinta frá fólki, sum hava ser­kunn­leika innan bústaðar­ flyting. Ráðgevingin í Føroyahúsinum hevur sera drúgvar royndir inn­ an júst hetta, og tí eru tey góð at venda sær til, um onkur trupul­ leiki stingur seg upp. Teirra heima­síða er radgevingin.dk. Haraftrat hevur Taks nøkur góð ráð á teirra heimasíðu undir bjálkanum »lesandi«. Um tú framvegis býr í Før­ oy­um, men ætlar tær til Keyp­ mannahavnar at lesa seinni, so er tað eitt gott hugskot at skriva teg upp til næmingaheim longu nú. Vanliga bíðitíðin er áleið hálvt­ annað ár. Um tú hevur skrivað teg upp til næmingaheim, men hevur tørv á einari íbúð nú, so kanst tú framleiga tey flestu støðini. Her er bíðitíðin styttri, men vansin er so, at tú einans fær íbúðina í eitt stutt tíðarskeið – vanliga seks mánaðir. Lestrarlívið á hægru læru­stovn­ unum er byrjað aftur eftir eina langa summarfríðtíð. Og hjá nógvum føroyingum er hetta fyrstu ferð, at tey sita á skúla­ bonki uttanlands. Men tað eru ikki bert mongu bøkurnar, ið skulu keypast og lesast; eisini skal bústaður finnast, danska mál­ið snikkast til, cpr.nr. fáast til høldar og so framvegis. Ja, avbjóð­ingar­ nar hjá nýggju útisetunum eru mangar. Guðrun Holm Jacobsen er ein teirra. Hon er júst flutt til Keypmannahavnar at lesa til lækna. – Størstu avbjóðingarnar hava verið at fáa alt tað praktiska upp á pláss. Einki ber til uttan eitt cpr.nummar í Danmark, og tað er trupult at fáa fatur á fólki. Bíði­røðirnar í telefonini eru sera langar og mest sum alt gongur fyri seg umvegis internetið, sigur Guðrun Holm Jacobsen. Hon leggur afturat, at serliga er tað ringt at finna ein bústað í stórbýnum. Hon er tó ein av teimum hepnu og er sloppin at sova á sofuni hjá systur síni og sjeiki hennara í einari lítlari íbúð mitt á Amager. – Higartil hevur tað gingið væl, men sjálvandi verður tað strævið, tá vit øll skulu lesa til próvtøku. Vit mugu laga okkum til hvønn annan. Eg kann eitt nú ikki bara koma heim og leggja meg at sova, um eg eri móð. Her er ongantíð friður og í sama rúmið verður bæði etið, seymað, lisið og sovið, sigur Guðrun Holm Jacobsen. – Eg havi fingið eina skuffu og eina hill til míni ting. Okkurt liggur á gólvinum, so alt er bara sum best ber til í fyrstu atløgu. Eg royni at søkja og rykkja eftir svari hjá ymsu lestaríbúðunum, meira kann eg ikki gera, sigur hon. Privalívið hjá Guðruni er ikki í hásæti í hesum døgum. Tað ber illa til at fáa, tá ið ein býr saman við so nógvum fólkum. – Privatlívið er ikki ein luksus­ vøra beint nú, men hetta er bara beint nú og fyrr ella seinni fái eg helst okkurt at búgva í, greiður hon frá. Guðrun er farin til Keyp­ manna­havnar at lesa til lækna. – At lesa til lækna er sera spenn­andi. Tað er neyðugt at vera sjálvstøðugur – eitt nú skal eg sjálv melda meg til undirvísing og ymsu próvtøkurnar. Og í dag havi eg longu havt mín fyrsta prak­tikk­dag á einum sjúkrahúsi, greið­ur Guðrun frá. Trupult at flyta til Keypmannahavnar Tað eru sera nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rætt lag, tá ið ein føroyingur velur at flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving. Størsti trupulleikin er mangan at finna ein hóskandi bústað, tí tað eru langar bíðirøðir til flest øll næmingaheim í Keypmannahavn Hjálp er at heinta Guðrun Holm Jacobsen Privatmynd Ghetto Føroyar fólkini hava fingið tveir nýggjar vertir. Ein teirra er Eirikur í Jákupsstovu og hin er Lív Højsted Horsdal Høgni Reistrup stóð fyri livandi undirhaldinum hesa vikuna. Høgni arbeiðir júst nú við nýggjari fløgu, sum kemur út í 2013