fríggjadagur 7. september 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BankNordik stuðlar sendingini
»So fóru heilarnir avstað
aftur,« segði ein gløggur útiseti
eftir jólafrítíðina. Kanska var
hann eitt sindur óumhugsin,
tí hann endaði við at fáa eina
stóra skolu yvir seg, at tey
har heima ikki eru komplet
idiotar.
Men hóast tað helst kann
sigast meira diplomatiskt, so
er tað púra rætt, at vit – úr
mælingarnir
úr
føroyska
skúlaverkinum – eru farin
niðuraftur í hópatali.
Summarið sum ferðafólk í
Føroyum er farið afturum.
Váttligt G!, Makrelur í
kaos, skráleysur Summar
festivalur, okkurt grindaboð,
ólavsball í mjørka, løgmaður
við onkrum, sum hann kortini
ikki meinti og í fjølmiðlunum
klandur um hvør er í familju
við hvønn.
Onki spennandi, vit ikki
hava roynt fyrr.
Slett ikki tað. Grasið í
Danmark er ikki nakað serliga
nógv grønari. Lærustovnarnir
eru byrjaðir aftur, og eisini har
er alt sum tað plagar.
Skemaið er ógreitt og
undirvísingarhølini
goymd
innast í horninum í onkrum
króki í asfaltjungluni. Undir
vísararnir halda seg vera
stuttligar og tað besta av øll
um – nakað sum serliga tey,
ið júst eru byrjað skulu gleða
seg serstakliga nógv til – teir
vælsignaðu »hvad nu hvis«-
spurningarnir.
Tú veitst. Tú situr har til
undirvísing, meðan undir
vísarin sigur okkurt, sum
tú skilur rímiliga væl, og so
bombar ein genta í mest tjekk
aðu klæðunum við iPhone í
hondini og Macbook pro á lør
unum í tronga, slavna undir
vísingarhølinum, sum ikki
er luftað út síðan í mai, væl
manikureraðu klønu hondina
høgt upp í loft og sigur við
sínari skerandi rødd:
»Hvad nu hvis de faktuelle
kendsgerninger bliver ændr
ede således, at det var X og
ikke Y der udførte den omtalte
handling, ville der så ikke
blive tale om det diametralt
modsatte resultat?«
Ha? Um vit broyta hend
ingarnar, so alt er øvugt, fáa vit
so øvugta úrslitið? Sjálvandi!,
vónar tú, at undirvísarin
sigur.
Men nei. Nú kemur ein
longri frágreiðing um, hvussu
góður spurningurin er, og
hvussu týdningarmikið tað er,
at allir spurningar verða svar
aðir, og at vit ongantíð skulu
aftra okkum við at spyrja.
Tað er líka við, at tú byrjar
at hugsa, hvussu langt tað er
frá vindeyganum á 3. hædd
niður í túnið. Men kanska
er tað í lagi kortini. Hetta er
hvørt ár. Tú gert nokk ikki álv
ara av vindeygaætlanunum
hesa ferð.
Trupulleikin er bara, at
tað steðgar ikki har, tí nú er
manikureraða hondin ikki
nøgd við svarið og byrjar at
spyrja, »Hvad nu hvis« ... og so
tímur tú ikki at lurta meira.
Onkur hevur funnið mátan
og situr og spælir 7 kabalu á
telduni trý pláss frammanfyri
teg. Tú viðurkennir, at vónin
fyri hesum tímanum er farin
og roynir mentalt at hjálpa
viðkomandi at flyta 5ini á
6ini, sum hevur við sær at
eitt kongapláss verður tømt...
Drongurin sær tað bara ikki!!!
Men soleiðis er tað bara, og
tað er nokk so kent – fyri ikki
at siga beinleiðis heimligt at
vera í samfelagnum, har tað
ikki snýr seg um, hvat tú sigur,
men hvussu nógv orð tú klárar
at brúka uppá tað. Og hóast
tað kann tykjast øgiliga tungt
at ganga og stríðast á hægri
lærustovnum, har minsta av
bjóðingin í veruleikanum er at
læra sjálvt tilfarið, so royni eg
í hvussu so er at ugga meg við,
at í februar verður alt betur. Í
februar byrjar tíðin at gerast
ljósari og tankarnir kunnu
spakuliga leita fram ímóti
Føroyum, har grasið er grønt
og gentunar vakrar, G! er vátt,
markrelurin ikki er í dós og øll
eru í familju við øll.
Spurningurin er bara, hvat
tey har heima siga til rúgvuna
sjálvútróptum
genialum
brokkhøvdum, sum bara tosa
fyri at tosa – eg eri longu kom
in í venjing – ið hvørt ár gera
innrás á oyggjarnar ta stuttu
tíðina, summarfrítíð er.
Kanska gleða tey seg hvørt
ár til september.
Ja... Hvad nu hvis?
Hey aftur
flatland
Ghetto klumman
Hvørt ár flyta nøkur lesandi
heimaftur til Føroyar. Nøkur
hava lisið stjórnmálafrøði, onkur
samfelagsfrøði, fleiri løgfrøði og
einstøk onkra aðra samfelagsliga
útbúgving. Meginparturin endar
onkursvegna í einum almennum
starvi, har tað í seinasta enda er
ein landsstýrismaður, sum situr
á ovastu rókini.
Hesi fólkini, sum seinastu
minst fimm árini hava arbeitt
við einum samfelagsligum øki,
ið hevur havt teirra áhuga leingi
enda nú í einum ávísum bási.
Einum bási, har tey ikki longur
alment geva tað til kennar, sum
tey veruliga meina.
Hetta
merkir,
at
vitanin
um samfelagið nú verður kon
sentrerað í einum stað, har tað í
veruleikanum ikki ber til at fáa
fatur á henni.
Sjúrður
Simonsen,
stjórn
málafrøðilesandi
við
ávísum
royndum innan embætisverkið,
greiddi í Ghetto Føroyum frá, at
embætisfólk altíð lógliga altíð
geva sína privatu hugsan til
kennar. Tey skulu bara syrgja fyri
at gera greitt, at tað er teirra per
sónliga hugsan, sum ikki hevur
nakað við arbeiðsplássið at gera.
Veruleikin er tó helst, at tey lata
vera, tí tað er so øgiliga skjótt, at
útsøgnin kann fáa avleiðingar í
arbeiðinum.
– Um tað var okkurt, sum eg
hevði hug at úttala meg um, so
hevði eg í hvussu so er hugsað
meg um tvær ferðir, segði Sjúrður
Simonsen.
Kári Holm Johannesen, sum
hevur latið spesiali inn í sosiologi
um munin ímillum samveruna í
einum stórum samfelag og einum
smáum, legði afturat, at vegna
sera avmarkaðu støddina av
føroyska samfelagnum, so stend
ur púra greitt, at fólk hava nógv
ymisk sosial sambond við hvønn
annan. Hetta merkir tí, sambært
honum, at ein útsøgn í veruleik
anum hevur størri avleiðingar í
einum lítlum samfelag.
– Aðrastaðni hevur tú bara eina
relatión til onkran. Ein starvs
felagi er bara ein starvsfelagi. Í
smáum samfeløgum ert tú ikki
bara starvsfelagi við fólkini. Tú
hittir tey til fótbólt í Gundadali,
og børnini hjá teimum ganga
helst í flokki saman við tínum
børnum, segði hann.
Forðar kjaki
Hetta hevur, sambært Kára
Holm Johannesen, við sær, at
alt samskifti og samspæl millum
fólk verður avmarkað á ein hátt,
at fólk ikki kunnu kritisera
hvønn annan. Hetta hevur síðan
við sær, at kjakið í veruleikanum
ongantíð veruliga kemur í gongd,
og tað er ein demokratiskur
trupulleiki, sum ikki bara hevur
nakað við embætisfólk at gera,
men í veruleikanum er galdandi
fyri øll í samfelagnum.
Men hetta er nakað, sum tað
kann bera til at koma burturúr,
heldur Kári Holm Johannesen.
– Tíbetur er hendan kraftin
ikki tann einasta í samfelagnum.
Vit sita jú her og práta, og so
eru listin og sjónleikir, og tað
er hendan reflelsiva mentanin,
sum skal styrkjast fyri at koma
úr hesum, segði hann.
Eitt orð er ov dýrt
Prísurin fyri at geva sína hugsan alment til kennar í Føroyum
er ov høgur. Hóast millum onnur embætisfólk í Føroyum
lógliga kunnu siga og meina nógv, so aftra tey seg, tí
arbeiðsligu og serliga sosialu avleiðingarnar eru ov stórar.
Millum annað hetta kom fram í Ghetto Føroyum í gjár, tá
sosiologilesandi og stjórmálafrøðilesandi vitjaðu sendingina
Ghetto Føroyar er nýggja sendingin hjá Rás2, beinleiðis úr Keyp
mannahavn. Sendingin er frísk, frek og festlig og eru tað Barbara
Holm, Eydna Skaale, Rógvi Nybo og Rólant Waag Dam, ið gera hana
saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, sum taka sær av tekniska
partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í triðju
sendingini. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært
myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt føstu
tættirnar, sum eru beinleiðis tónleikur, klumman og miðlaprikið.
Kári Holm Johannesen og Sjúrður Simonsen