Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Mao Zedong doyði 9. september í 1976. Hann var føddur annan jóladag í 1893 í Shaoshan. Hann var politiski leiðarin í kommunistiska flokkinum í Kina, tá tey vunnu á Kuomintang í Kinesiska borgarakrígnum og leiðari av Fólkalýðveldinum Kina frá tess byrjan í 1949 til deyðadag sín í 1976. Orð eru fátøk, tá nøkur orð skulu skrivast um Finnbjørn Hansen, sum andaðist so brád­liga einans 54 ára gam­ al. Eg havi alt mítt lív kent Finnbjørn og var hann hús­fólk heima hjá okkum allan mín barndóm. Tað vóru 15 ár millum okkum og vit fyltu sama dag báðir, - 12 juli. Finnbjørn arbeiddi nógv og dugdi væl innan alt handverk. So tað var nógv, sum hann fekk av skafti. Eg minnist eisini við takksemi fiskitúrarnar á Skálafjørðinum, sum ofta vóru spennandi og ríkir. Finn­bjørn var góður við meg, tað visti og kendi eg altíð. Friðarligur sum hann var, so dámdi honum ikki at tosa ov nógv, men lýddi nógv á og lat onnur hava tær stóru meiningarnar. Tó so, so var hann fastur sum kletturin við teimum meiningum, sum hann hevði gjørt sær. Finnbjørn var ættaður úr Rituvík og búði har tey fyrstu 19 árini av sínum lívi, síðan á Strondum í sløk 25 ár og eftir tað í Havn seinastu 10 árini. Hann arbeiddi runt um í landinum og tú kundi møta honum á nógvum ymiskum støðum ígjøgnum ári. Tað eru fáar havnir í Føroyum, ið Finnbjørn ikki hevur verið við til at gjørt, umbygt ella umvælt. Finnbjørn náddi at fáa nógva familju rundan um seg, og øll 6 abbabørnini fyltu nógv í hansara verð, um­framt familjan í Havn og Rituvík. Finnbjørn hevði eina trúgv á Harran sum var still­ før, men sterk og sannførandi. Meg minnist so mangan Finnbjørn á aftasta beinki í Kelduni, har hann lurtaði og sang við. Tað er gott at vita, at hann nú er farin heim í ein betri stað, har hann ger klárt fyri okkum sum eisini ein dag skulu fara hagani. Allarhelst man Finnbjørn ganga við einum hamara og tummastokki og gera klárt til eina trygga lending fyri øllum teimum, sum her niðri hava valt at seta álit sítt á Harran Kristus. Eg eri takksamur fyri tað, sum Finnbjørn gav mær og mínum og samtíðis so syrgi eg inniliga við teimum, sum mist hava. Ikki minst Marjun, Jógvan Martin, Helga, Ásu og øll rundan um. Má Harrin styrkja tykkum í tíðini, sum kemur. Ein heilsan við lyft­ inum úr Sálma 73,23. Men eg verði altíð hjá tær, tú hevur tikið í høgru hond mína. Guð vælsigni minni um Finnbjørn Hansen. Tú verð­ur saknaður og aldrin gloymdur. Leif Høj & familja Minningarorð um Finnbjørn Hansen Føddur 12.07.58 Deyður 31.08.12 Føðingar 27. august bleiv fitta Emilia stórasystir til hendan fitta beiggjan :) Hann var 57 cm langur og vigaði 4560 gr. Foreldur eru Anja Olsen og Jens K Joensen, Hoyvík. 29. august kl. 14.29 fekk Jón Vestergaard ein lítlabeiggja. Hann var 54 cm langur og vigaði 4030 gram. Foreldrini eru Fríðunn og Vermund Vestergaard, Vestmanna. 12. august fingu Malan Ludvig og Dávur Brøðraberg, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3510 gr. 28. august fingu Karin Dahl og Leivur Dalsgarð, Hoyvík, ein son. Hann vigaði 3270 gr og var 53 cm langur. 2. september fingu Óluva Bærentsen og Justinus Tróndargjógv, Saltangará , ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 4. september fingu Heidi Kragesteen og Pól Jakobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3990 gr. Ráðgevandi arkitektavirki, Selmar Nielsen Arkitektar, sum herfyri fylti tíggju ár og fekk nýggjan samleika, hevur nú eisini fingið ”Sen­ tral Godkjenning” frá Direk­ toratet for Bygge- kvalitet (DIBK) í Norra SNA, sum er nýggi sam­ leikin hjá Selmar Nielsen Arki­tektum, hevur nú fingið ta almennu góðkenningina "Sentral Godkjenning" frá Direktoratet for Bygge­kvali­ tet (DIBK) í Norra. Góðkenningin frá DIBK fevnir um "projektering av Arkitektur" á tiltaksklasse 3, sum er hægsti klassi og "Overordnet ansvar for pro­jektering (bygning, an­ legg eller konstruksjon, tekn­iske installasjoner)" á tiltaks­klassa 2, sum umfatar miðalstórar byggiverkætlanir eftir norskum mátistokki. "Sentral Godkjenning" er ein undangóðkenning av fak­ligu førleikum, gjørdum byggi­verkætlanum og góðsku­stýringskipanum hjá SNA. Hetta er ein týðandi liður í menningarætlanini av fyritøkuni, sum vit hava arbeitt miðvíst fram ímóti sein­astu árini, sigur Selmar Nielsen, stjóri á SNA. Nú eru vit undangóðkendir at gera arbeiðir í Norra á jøvnum føti við norsk og útlendsk feløg, sum eisini hava hesa góðkenning. Hóast ætlanin fram­yvir er at bjóða upp á arbeið­ir í Norra, kemur høvuðs­virk­ semi hjá SNA framvegis at verða í Føroyum. Vit meta avgjørt at hendan góð­kenn­ ingin frá Norra eisini kemur okkara kundum og sam­ starvspørtum í Føroyum til góðar. Tí meta vit at SNA við "Sentral Godkjenning" hevur tikið eitt neyðugt stig at hava eina góðkenning, sum kann nýtast í Noreg, men eisini sum ein trygd hjá byggiharrum í Føroyum, sum SNA veitir tænastur til, sigur Selmar Nielsen, stjóri á SNA. Hjá SNA arbeiða arkitektar og byggifrøðingar, sum í dag telja 12 starvsfólk. SNA – góðkendir til at arbeiða í Norra Selmar Nielsen arkitektur