Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Hon kostar – loysingin Høgra­ snaring Ja, nakað soleiðis mál­bar fyrrverandi forsætis­mála­ ráð­harrin, Poul Nyrup Ras­ mus­sen, seg við umboð fyri tríggjar av fullveldisflokk­ unum, tá hesi um aldaskiftið vóru í Danmark og sam­rádd­ ust um loysing úr danska ríkinum. Tað kostar at loysa úr fíggjarligu bindingunum við ríkið – endurtók forsætis­ mála­ráðharrin – men eg vil geva tykkum 3-4 ár at greiða hetta. Árliga ríkisveitingin til Føroyar var um hetta mundið 1,3 milliardir krónur, harav var blokkurin umleið eina milliard, meðan restin var sjóverja, dóms- og politivald, kirkjan, eftirlønir og ymiskt annað. Hin 1. januar 2002 sam­ tyktu allir fýra fullveldis­ flokk­arnir á Føroya Løgtingi at taka yvir málsøki, sum komu at kosta føroyingum 366 milliónir krónur árliga ella eina millión krónur um dagin frá nevnda dei og úti ókomna framtíð. Tað tykist, sum fullveldis­ menninir hava valt at skerja samlaðu heildarveitingina milum triðing og ein fjórð­ ing, soleiðis at fíggjarliga bind­ingin upp á 1,3 milliardir krónur skuldi verða kom­ ið niður á null eftir trim­um til fýra árum – júst so­leiðis sum framsett av forsætis­ málaráðharranum. Hesar 366 milliónirnar vóru aktiv hjá lanndskassanum. Hesar 366 milliónirnar vóru ogn hjá landskassanum. Hes­ar 366 milliónirnar vóru ætl­aðar fyrst og fremst al­ mannaverkinum, heilsu­verk­ inum og mentamála­verk­in­ um, og kundu tær nýtast á hvørjiu ári. Eins og páskaliljur og aðrar blómur, so komu tær aftur í landskassan á hvørj­um ári. men nú hendi so tað, at fullveldismenninir skræddu hesa – í myndatalu – virðismiklu plantu upp við rót, og nú kemur hon so ikki aftur. Tí royna fullveldismenn við sparingum og útreiðslu- neutraliteti at halda hesi trý málsøki so frætt flótandi, at tey kunnu ana. Sum orðatakið sigur: »Et er søkort at forstá, et andet skib at føre.« Hvussu leingi fara van­ ligir føroyingar at orka fíggj­ arliga at halda almanna­ verkið, heilsuverkið og menta­málaverkið flótandi undir verandi umstøðum? Hvussu leingi fara vanligir før­oy­ingar at orka gjøgnum miðlar og útvarp at hoyra um hear tungu fíggjarligu byrðar, sum skulu leggjast á fólkið – fyrst og fremst tey gomlu, tey sjúku, tey veiku, pensiónistar v. m. ? Aktivi ella ognir hjá lands­kassanum eru tódnað viðmilliardum av krónum við skerjan av heildarveitingini, og Føroya fólk, sum jú eru ognari av landskassanum, hevur ikki fingið so mikið su eina svisku aftur fyri skerj­ ingina. Ja, byrðarnar eru tungar og verða tyngri, sum mað­ urin segði, fyri tey á teimum iðastu rókunum. Men hetta er einans byrjanin. Tí nú eru komin undan mold­ini í myndatalu, trø í milli­ara­ klassanum. Og hesi milli­ arda­trøini vaksa nú seg stór á passiv-síð­uni – skuldarsíðuni hjá lands­kassanum. Og umframt allan trega við niðurskurðinum av blokk­inum, so sleppa tey á nið­astu rókunum heldur ikki undan at gjalda avdrøg og rentur av øllum komandi milliarda­lánum, sum vóru púra óneyðug, men sum fyri mesta­partin eru komin vegna fleiri milliardir í minking av føstu inn­tøkum landsgassan vegna niðurskurð av heildar­ veitingini Hvussu er hetta vorðið? Er tá einki balsam í Gilead? Loysunnarorðið hjá full­ veldis­monnum er, at í Før­ oyum skulu føroyingar ráða. Hinvegin haldi eg tað hava nógv meira at siga, hvussu fólkið hevur tað. Fólk í útjaðaranum skulu gjalda minni í skatti enn fólk í miðstaðarøkinum. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løg­tingsmaður, sum ætlar at leggja uppskot um hetta fyri tingið. Hetta er rætti­ liga prinsipielt. Í langa tíð hava vit hoyrt andstøðuflokkarnar siga, at samgongan førir høgra­ víðgongdan politikk. Henda pástand hava tey grundað á, at samgongan hevur givið skattalættar, sum serliga tey ið rinda nógvan skatt, hava fingið gleði av. Men hvat er skattur? Skattur verður vanliga defineraður sum eitt gjald, ið fólk rinda til ein al­ mennan kassa eftir einum ávísum býti, men tá virðið verður goldið útaftur (sum pengar ella tænastur), verð­ ur tað gjørt eftir einum øðrum býti. Um eg gjaldi til tann almenna kassan og fái pengar ella tænastur alt eftir, hvussu nógv eg sjálvur havi goldið, so er tað ikki skattur. Tá verður tað kallað ”nýtslugjald”. Tað skal umfordeilast, fyri at kunna kallast skattur. Til dømis er el-rokningin frá SEV ikki ein skattur, tí tú rindar bara fyri tað, sum tú sjálvur hevur brúkt. Vanliga verður sagt, at politikkur á vinstra­ veinginum byggir á skatt og umfordeiling, meðan høgra­ politikkur byggir meira á nýtslugjøld. Vil hava tænastur eftir gjaldi Í Føroyum gjalda vit skatt, alt eftir hvussu stóra inn­ tøku vit hava, men vit fáa almennar tænastur eftir tørvi. Tí kunnu vit kalla tað skatt. Inngjald og tænasta fylgjast ikki. Men nú vil tjóðveldis­ ting­maðurin Páll á Reyna­ túgvu eisini hava sítt pláss í tí ”høgravíðgongda kór­inum”. Hann vil hava, at skatt­urin hjá fólkum í útjað­aranum skal lækka, tí at tænastustøði í útjað­ ar­anum er lægri enn tað er í mistaðarøkinum. Hann vil við øðrum orð- um hava, at skatturin skal ásetast eftir, hvørja tæn­astur skattgjaldarin sjálvur kann rokna við at fáa. Prinsippið er, at tann sum fær nógvar tænastur, skal gjalda nógvan skatt, meðan tann sum fær færri tænastur skal gjalda minni. - Ella vit kundu sagt tað við øvugtum fortekni: Tann sum rindar nógvan skatt skal fáa nógvar tænastur, meðan tann sum rindar minni í skatti, skal hava færri og verri tænastur. Hetta má sigast at vera sera høgravíðgongdur politikkur. Kann gerast við kommunuskattinum Viðvíkjandi skattalætta til ávís øki í landinum, so er góður møguleiki at fáa hann framdan í verki í kommunuskattinum. Ser­ liga hjá teimum, ið ynskja ein meira progressivan skatta­stiga, er hetta ein upp­lagdur møguleiki, tí tað er jú kommunuskatturin sum er tann veruligi flat­ skatturin. So við at lækka komm­ unuskattin, fáa fólk í út­ jaðaranum skattalætta, meira umfordeiling og minni flatskatt. Tey fáa við øðrum orðum vinstra­ politikk. Men við at fylgja uppskotinum hjá tjóð­ veldis­tingmanninum, fáa tey skattalætta, minni um­ fordeiling og flatari skatt. Valið stendur millum vinstra og høgra, og mangt bendir á, at Tjóðveldi vil til høgru. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Símun Pauli jacobsen Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Loysn í mótrokningini millum hjún Javnaðarflokkurin kemur nú við einari loysn fyri teir fólkapensjónistar, sum eru fyri vanbýti, tí hjúna­fe­lag­in er virkin á arbeiðs­markn­að­ inum. Í løtuni er støðan tann, at hundraðtals fólka­pen­sjon­ istar einans hava 3.313 kr. at liva fyri um mánaðin. Hetta orsaka av, at viðbótin hjá einum giftum fólkpensjónisti verður mótroknað í inntøkuni hjá hjúnarfelaganum. Umframt, at ongin kann liva fyri hesa upphædd, er tað lítið virðiligt, at ein fólka­pensjonistur skal vera bundin av inntøkuni hjá hjúna­felaganum. Tí samtykti Løgtingið beint undan seinasta løg­ tings­vali eitt uppskot frá Javn­aðarflokkinum, Fólka­ flokkinum og Miðflokkinum um at avtaka mótrokningina millum hjún frá 1. januar 2012. Hóast lógarbroytingin var tiltrongd og ein sigur hjá flest øllum fólkapensjónistum, gjørdist tíverri greitt, at hon eisini fór at hava óhepnar avleiðingar við sær fyri um­leið 300 hjún við lágari inntøku. Hetta vóru tey, har bæði eru fólkapensjónistar og annar hevur eina lítla inntøku umframt pensjónina. Hjá hesum fall møguleikin at brúka mótrokningarfríu upphæddina hjá hjúna­fe­lag­ num burtur, og komu tey tí at missa upp í 2.500 kr. um mánaðin. Í staðin fyri at loysa hend­ an fótfeilin, valdi Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, saman við sam­gonguni, at útseta ígildis­komuna av øllum upp­ skotinum til 1. januar 2013. Soleiðis fekk ongin ágóða av lógarbroytingini, heldur ikki tey, sum høvdu fingið fyrimun. Og framvegis hevur samgongan onki boð upp á eina loysn fyri tey umleið 300 hjúnini, sum koma illa fyri á nýggjárinum. Tí hevur Javnaðar­flokk­ urin nú orðað eitt uppskot, sum skal loysa trupulleikan fyri tey hjún, har bæði eru fólkapensjónistar, so hesi varðveita møguleikan at brúka mótrokningarfríu upp­hæddina hjá hjúnafelag­ anum, samstundis sum, at mót­rokningin millum hjún verð­ur avtikin á nýggj­ári­ num. Uppskotið verður lagt fram á komandi tingfundi, fríggjadagin 7. september 2012. Javnaðar­flokkkurin