Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. september 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barnafrádrátt móti fólkaflyting Tað er fínt, at alt fór upp at garta um skattin í Havn. Vit vita, at hann skal broytast og eisini á leið hvussu nógv í krónum. Meginpurningurin er, hvussu heildin fær bestu nyttuna burtur úr broyt­ing­ ini. Haldi ikki, at kommunu­ skatturin í TK skal leggjast øðrvísi á fólk, tí at landsstýrið hevur sett í verk ósosialan flatskatt, ið lívgar teimum vælbjargaðu og vendir teim­ um minni múgvandi bakið. Hinvegin skula vit ser­liga taka okkara stig í skatta­ málinum út frá fortreytum, sum eru viðkomandi fyri Tórs­havnar kommunu. Okk­ ara ivaleyst størsta vandamál í dag er, at tað unga fólkið støðast ikki í høvuðsstaðnum og landinum. Talið á kvinnum í burðar­ førum aldri hevur ongantíð seinastu 25 árini verið so lágt, sum tað er nú. Í dag eru tær úti við 1500 færri enn tær vóru í t.d. 1990. Hetta merkir, at børnini eisini verða so nógv færri enn tey vóru tá. Fráflyting er úr landinum um somu tíð, og tí verða færri at bera samfelagið víðari. Í so máta verður støðan ikki betri av, at livialdurin hækkar. Kommunan hevur ikki so nógvar knappar at skrúva upp á í skattamálum, men í eini roynd at bøta um skað­an eiga vit at lívga um barna­familjur. Ein leið er at hækka barnafrádráttin í komm­unuskatt­inum, so hesar familj­ur fáa betri ráð at liva her. Frádrátturin er galdandi fyri børn undir 18 ár. Børn­ ini í hesum aldri eru á leið 5.500 í tali. Nevndi fyri fleiri vikum síðani, at pen­ing­ urin, sum verður tøkur á fíggjarætlanini, tá Boðanes­ heimið er liðugt og goldið, fer at síggjast aftur hjá fólki. Spurningurin var, hvussu hesin lætti fór at verða býtt­ ur. Vit standa nú fyri at taka saman um fíggjarætlanina fyri 2013. Leggja ikki í beint nú at fara beinleiðis upp í kórið av yvirbjóðarum við barnatjekkum og slíkum, men ongin ivi er um, at hugur Tjóðveldis stendur til, at lata lættan serliga dugna har, hann kemur best við í allar mátar. Ivist ikki í, at býráðs­ sam­gongan hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokki, besta sam­ gonga í mannaminni, sum vant kemur til eitt skilagott úrslit, ið gagnar bæði fólki og býi. Hetta verður ein íløga, sum vil nakað, og sum saman við øðrum átøkum vónandi vendir teirri óhepnu gongd, sum er í løtuni. Onnur átøk eru at gera tað høgligari hjá fólki at seta búgv bæði sum ung og í búnum aldri. Her seta vit okkara álit á nýggju møgu­ leikarnar, sum eru veittir Húsalánsgrunninum við lóg­gávu. Skal ikki dylja, at nú kundu vit skjótt hugsað okkum at sæð ítøkilig úrlit, ið gera bústaðarmarknaðin lagaligari enn hann er. Hesar nýskipanir eiga eisini at fevna um bústaðir til ung undir útbúgving. Hava tey møguleikarnar at seta fót undir egið borð í ein­ um lestrarumhvørvi, so leita tey hagar. Eru ongir slíkir møguleikar, so koma tey ikki. Eitt gott og væl skipað lest­ rarumhvørvi í Havn verður gull vert fyri alt sam­felagið. Fáa vit vent teirri óhepnu gongdini, sum er í løtuni, við at lætta um hjá fólki, so eru vit komin so langt. Men vit mugu ikki gloyma, at kommunan framvegis má hava ráð til skilagóðan rakstur við góðum tænastum og neyðugum íløgum - til borgarans frama. Jógvan Arge Tórshavn býráðslimur fyri Tjóðveldi kjak Tekniska nevnd úr Nuuk vitjar Boðanes­ heimið Tórshavnar kommuna hevði í farnu viku vitj­an av teknisku nevnd úr Ser­ mersooq Komm­unu (Nuuk) í Grøn­landi. Tey skulu á vitja­nini hyggja at fleiri fram­tøkum í Tórs­havnar komm­unu á tekniska um um­hvørvis­økinum. Tey vitjandi vóru Adolf Holm, formaður í Udvalg for Anlæg og Miljø, Poul Han­ sen, næstformaður í Udvalg for Anlæg og Miljø, Vittus Mikaelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Angmaksaliiq, Thorkild Lauridsen, For­ valtningchef af Anlæg og Miljø, Roar Heini Olsen, um­ hvørvisleiðari, sum er før­ oyingur, og Dora Heilman, tolkur. Nevndin hevur víst stóran áhuga fyri royndini hjá kommununi við sjóvar­ hita. Grønlendska sendi­ nevndin vitjaði tí m.a. á Boðanesheiminum, har for­kvinnan í sosialu nevnd, Halla Samuel­sen, heils­ aði uppá og verk­ætlanar­ leiðarin síðani vísti runt og greiddi frá um skipanina við sjóvarhitanum, sum er ein royndarverkætlan, ið kommunan er farin undir, og sum hevur vakt ans uttanlands. Ein sonn perla Mitt í høvuðsstaðnum er mítt ar­beiðspláss, Komm­unu­skúl­ in, og eri eg so heppin at hava 2 stór vindeygu sum venda út móti Tórsgøtu. Tá eg um morgunin eri komin til ar­ beiðis, havi eg mangan eyg­ leitt pensionistarnar sum fara so spelknir framvið, ávegi­s oman í Tilhaldið. Onkuntíð eri eg til gongu, og tá havi eg fingið eitt prát við onkran teirra sum so glað hava greitt frá, at tey eru á veg oman í Tilhaldið til telduskeið ella eitthvørt annað handaligt. Í dag fór eg eitt ørindi oman í Tilhaldið til mín starvs­felaga Vanju, sum er leið­ari i Tilhaldinum. Tað er hon, saman við øðrum góðum fólkið, sum samskipar tiltøk og hugnar um pensionistarnir í høvuðsstaðnum. Eg má viðganga, at tað var ein sonn frøði, at hoyra tey syngja, tað var hetta sum var á skránni í dag. Tey sungu so hjartaliga, at eg næstan var freista til at syngja við. At hugsað sær, tað fyribyrgjandi í at syngja, vøddarnir verða mýktir, heilin hildin í gongd, og ein gerst glaður av at syngja. Trúføst eru tey eisini. Hugsa­ði við mær sjálvum, at tað kunnu ikki verða nógv har í morgun, ein slíkan ill­ veðursdag, fleiri tiltøk runt landið vóru avlýst, eisini í Tórshavn. Men tað fekk eg skjótt at sannað, úr eystur og vestur vóru tey savnaði í morgun, og sigur hetta ikki so litið um, hvussu stór­an týdning tilboðini í Til­hald­ inum hava fyri hendan ald­ ur­sbólk. Eg fór avstað aftur úr Til­ haldinum við eini kenslu av nærleika, umsorgan og gleði. Eg stúri ikki fyri mínum aldurdómi, væl at merkja um heilsan er til staðar. Tilhaldið er einn sonn perla mitt í Havnini. Takk fyri upplivingina eg fekk við mær í dag. Bjørghild Djurhuus Halla Samuelsen býráðslimur